týsdagur 21. juli 2009síða 31
‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
60
Ólavsøkublaðið – juli '09
61
Ólavsøkublaðið – juli '09
Hann er altíð upp á vakt,
um landspolitikkararnir
finnast at Havnini. Hann
verjir borg, og hevur sínar
heilt greiðu meiningar, tá
tosað verður um kommu
nala útjavning ella ætlanir
um at flyta almenn
arbeiðspláss úr Havnini.
– Hevur Havnin tað gott,
hava allar Føroyar tað
gott. Hevur Havnin tað
hinvegin ikki gott, gongur
tað út yvir alt landið, sigur
borgarstjórin í Havn, Heðin
Mortsen, sum Sosialurin
slapp við til arbeiðis ein
hálvan mikudag um
mánaðarskiftið
– Eg veit ikki rættiliga, hvat eg haldi
um landspolitikkararnar, sum sita í
løtuni, men onkrir teirra hava verið
eitt sindur óhepnir í sínum gerðum
og úttalilsum.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í
Havn, hyggur upp. Spurningurin um
landspolitikkararnar hevur fingið
hann at hugsað eitt sindur djypri
enn tá prátað varð um ólavsøkuna
ella tey hundraðtals slipsini hjá
honum.
– Havnin verpir í dag gullegg, og
tí skilji eg ikki teir landspolitikarar,
sum vilja drepa hesa hønu, sum
er til so stórt gagn fyri alt landið,
leggur hann síðani afturat.
Ladar battarí í
døgurðasteðginum
Heðin er einsamallur í fundarhølin um
eina løtu. Tað er ikki oftari enn so.
– Eg plagi at seta meg inn her,
tá tíðindini eru. Tað er so friðar
ligt, tí tá eru tey flestu í Post hús
kjallaranum og fáa sær ein bita,
sigur hann og skrúvar útvarpstólið
eitt sindur harðari frá.
Tað snýr seg um almennan stuðul
til røktarheimspláss í tíðindunum,
og so fáa landsmyndugleikarnir
eina lítla viðmerking afturat við á
vegnum.
– Misskil meg ikki. Eg havi ein
fínan dialog við landsmyndug
leikarnar, men tað er ofta ein
kampur, leggur hann afturat.
Tað eru seks tímar síðani Heðin
fór upp. Eitt korter til sjey var
hann á Tórsbreyt og rann nakrar
umgangir, og síðani trý korter til
Hevur Havnin tað gott hava Føroyar tað gott
átta hevur hann verið á skrivstovu
síni í Gamla Kommunuskúlanum. Nú
etur hann nakrar fruktir og lurtar
eftir tíðindunum, men tað er ikki
so nógv sjálvi tíðindini, sum er tað
sum telur. Tað er løtan. Fríløtan,
sum skal til á miðum degi, fyri at
borgarstjórin eisini skal orka at
halda ferðina seinnapartin. Tí ferð
er á alla tíðina.
– Hevði tað verið nakað, sum
æt DAMP, tá eg var lítil, hevði eg
sikkurt fingið ta diagnosuna, tí
mær dámar als ikki at sita í frið,
sigur hann og sløkkir útvarpið, tá
kunngerðirnar eru lidnar.
Nýtt og gamalt
Á skrivstovuni hjá borgarstjóranum,
sum ikki er so stór, sum mann
kundi ímyndað sær, hanga fleiri
málningar, umframt at model av
fleiri standmyndum hjá kommununi
standa á borðum og hillum. Máln
ingarnir eru bæði gamlir og nýggir.
Har er ymiskt frá Waagstein via
Ingálv av Reyni til Tórbjørn Olsen.
Men tann, sum kanska hóskar seg
best til borgarstjóraskrivstovuna
er ein málningur frá 1932 av Bent
Restorff. Hann ímyndar Konga
brúnna, og er málaður í 1932.
Á skrivaraborðinum stendur eisini
ein ramma við smáum myndum av
familjuni. Konan Hjørdis ovast og so
børnini og abbabørnini niðureftir.
Heðin Mortensen er altíð væl
klæddur, men har er eisini eitt
sindur av klæðum at velja í har
heima.
– Eg má siga sum er, tað er
konan Hjørdis, sum hjálpir mær við
klæðunum, og tað er sum oftast
hon, sum velur, hvat eg skal fara í,
sigur Heðin og sær eitt sindur foyur
út.
Men hann mannar seg upp og
leggur afturat:
– Tað er væl soleiðis hjá øllum
pørum, at annar parturin er betri
til okkurt enn hin, og hjá okkum er
tað altso Hjørdis, sum hevur best skil
á klæðum – bæði sínum egnu og
mínum, so er tað sagt. Men eg dugi
so ymiskt annað húsligt, sigur hann
síðani smílandi.
Og har er eins nógv at halda
skil á hjá Hjørdis. Heðin eigur eini
30 klædningar, meira enn dupult
so nógvar skjúrtur, og so eru tað
slipsini.
– Tey havi eg ikki tal á, men har
eru væl fleiri hundrað eftirhondini.
Eg fái meg ikki at blaka nøkur av
teimum burtur, tí tey siga øll eina
søgu. Eina søgu um sína tíð, fortelur
Heðin, og tankarnir flákra eitt
sindur. Kanska aftur til tað fyrsta
slipsið, sum ivaleyst er frá einaferð
fyrst í 60árunum.
Tríggjar fundir í senn
Hesin arbeiðsdagurin hjá Heðini
er ikki av teimum vanligu. Tað eru
eingir formligir fundir í nevndunum
hjá býráðnum. Annars eru teir
fundirnir ofta, og tá kemur tað
meira enn so fyri, at Heðin rennur
millum tey bæði fundarhølini, sum
eru við stjórnarskrivstovurnar á
Vaglinum.
Í dag heldur hann seg til fund
ar hølið í hølinum út ímóti Ting
húsinum. Har er hampiliga gott
pláss, so leingi talan ikki er um alt
ov nógvar fundarluttakarar.
Og tað gongur væl at fáa tingini
frá hondini.
– Eg vil ikki hava nakað skelti, sum
ikki er á føroyskum.
Heðin heldur fund við tvey av
embætisfólkum sínum um plasering
av teimum ymsu tiltøkunum á Ólav
søku. Hann er sjálvur við, tá tær 70
umsóknirnar skulu viðgerast, og tað
heldur hann ikki vera løgið.
– Sum borgarstjóri í Havn
varði eg av og havi ábyrgdina av
Ólavsøkuni, og tí má eg eisini vera
við í fyrireikandi arbeiðinum, svarar
hann, tá hann verður spurdur, um
arbeiðið hjá borgarstjóranum ikki
kunnu blíva í nágreiniligt.
– Einki skelti, har tað stendur
«Pandekagehus«. Har skal standa
»Pannukøkuhús« ella einki, sigur
hann, og embætisfólkini eru samd.
Hurðin gongur og inn kemur
fyriskiparin av Asfalttiltakinum.
Heðin og hann førka seg yvir til
hin endan á borðinum, og meðan
Fundur við miðfyrisitingarstjóran hjá Tórshavnar Kommunu – skrivarin deilir pappír út
Til handilsmóttøku saman við varaborgarstjóranum
Ólavsøkan á Skálatrøð verður fyrireikað
»Hevði tað verið nakað, sum æt DAMP, tá eg var
lítil, hevði eg sikkurt fingið ta diagnosuna«.
Heðin Mortensen, borgarstjóri
»Har skal einki skelti standa við Pandekagehus. Tað skal standa
Pannukøkuhús ella einki«.
Borgarstjórin fyrireikar Ólavsøku
»Tey havi eg ikki tal á, men har eru væl fleiri
hundrað eftirhondini«.
Borgarstjórin um slips síni
Asfalt skal leggjast til rættis
Framhald á næstu síðu