Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-21, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2009síða 32

‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

62 Ólavsøkublaðið – juli '09 63 Ólavsøkublaðið – juli '09 teir tosa um, hvussu býurin skal steingjast, meðan tiltakið er, kemur skrivarin inn við einari telefon til Heðin. Hann sigur »Heðin«, og leggur síðani afturat eftir at hava lurtað eina lítla løtu: »Kom bara oman í fundarhølið, so finna vit útav tí«. Løtu seinni eru tríggir fundir í gongd í senn í sama høli, og Heðin rennur eitt sindur ímillum, sum hann er vanur. Degnshús ein perla – Er hetta ikki ein sonn perla, spyr Heðin og peikar upp á hvíta húsið í stóra garðinum við Tinghúsvegin. Vit eru uttanfyri Degn´s hús, sum kanska meira enn nakað annað í Havn er ímyndin av arbeiðslagnum hjá Heðini. Tað er nevniliga ikki langt frá orði til handling honum. Tað er tað, sum hann er kendur fyri, men tað hevur eisini givið honum nøkur knubbs. Millum annað tá hann fekk ætlanina við at keypa Degn´s hús ígjøgnum. – Hvat skuldu vit annars gjørt, spyr hann og svarar sjálvur: – Vit kundu ikki lata húsini fara, og so fáa ein skrivstovu ella handilsbygning í fimm hæddum upp her. Fimm milliónir kommunalar krónur seinni vóru húsini ogn hjá Tórshavn, og nú skulu borgararnir eisini sleppa at njóta húsið. – Eg veit ikki ordiliga, hvat vit gera, men eg kundi ímynda mær eina listaframsýning í Degn´s húsi á Ólavsøku, sigur Heðin og sær nøgdur út. Onnur skulu eisini gjalda Tað er fundur aftur. Hesaferð eru tað tvey umboð fyri Eik Banka, sum skulu kunnast um eitt uppskot til fríðkan av økinum millum Eik Banka í miðbýnum og kioskina hjá Astu. Ætlanin er at fáa bankan at gjalda sítt, tí bankin eigur ein part av tí øki, sum býráðið vil hava umbygt, so borgarin kann hugna sær. Býararkitekturin hevur gjørt nakrar nýggjar tekningar, tí sum er, tíma fólk ikki at brúka økið. – Vit hava áður við góðum roynd­ um arbeitt saman við privatum her í býnum, tá tað snýr seg um at fríðka um býin, og tað er ein máti at skaffa pengar beinanvegin, soleiðis at nakað hendir, fortelur Heðin Mortensen og nevnir húsini millum Føroya Banka og Konditaríið, sum Føroya Banki nú umvælir, og so syrgir býráðið fyri, at tað verður leigað út til rætta endamálið. – Vit vildu allarhelst keypt húsini frá Føroya Banka, men hann vil ikki selja, og so gera vit upp á hendan mátan, leggur hann afturat. Ætlanin at fríðka um og byggja okk urt spennandi millum Eik og Astu fær onga avgerð hendan dag­ in. Fólkini frá Eik Banka lova at tosa við leiðsluna í bankanum, og á veg út gjøgnum hurðini biður Heðin tey endiliga ringja, so skjótt tey vita nakað. – Tað kann gott verða í kvøld á midnátt, leggur hann afturat. Handilslív Eftir ein stuttan fund við vara­ borgarstjóran fara teir báðir niðan eftir Áarvegnum. Tað er Kondittaríið, sum letur uppaftur. Tíverri ikki sum kondittarí, men borgarstjórin fegnast kortini um, at lív kemur aftur í húsið. Tað er eigarin og kona hansara, sum lata upp ein klædnahandil. Heðin hevur eina blómubukett við. Sjálvt um tað kann tykjast eitt sindur óvanligt, at ein borgarstjóri rennur millum handlarnar í Havn, so hvørt sum teir lata upp, so heldur Heðin ikki, at nakað løgið er í so máta. – Trivnaðurin í Havn hevur í allarhægsta grad at gera við tilboð, sum borgarin kann fáa, og handilslív er eitt tilboð til borgaran, sigur hann. Tí fær Brynhild blómur, nú hon letur upp handil, og tað fáa øll, sum lata upp handil í býnum. Tá borgarstjórin hevur tíð – og tað hevur hann sum oftast, tó at hann hevur ivaleyst at gera – so avleverar hann sjálvur blómurnar. Ein hálvur arbeiðsdagur saman við borgarstjóranum í Havn er um at vera av. Klokkan er hálvgum tvey, og Heðin skal aftur at fundast. Arbeiðsdagurin hjá honum er sjáldan liðugur fyrr enn klokkan halvgum átta­átta, og so eru tað javnan almenn tiltøk á skránni um kvøldið ella í vikuskiftunum. – Tað veit eg ikki, men einar 11­ 12 tímar um dagin, og so nakrar í vikuskiftinum eisini, so kanst tú rokna út, svarar Heðin, tá hann verður spurdur hvussu nógv hann arbeiðir sum borgarstjóri. – Men eg elski mítt arbeiði, so tað kennist als ikki hart, leggur hann afturat. ______________________________________ Orð og myndir: Leif Láadal leif.laadal@gmail.com Soleiðis er Heðin eisini Heðin Mortensen elskar før oysk an mat, men hann sigur ikki neitakk til ein góðan búff við einum glasi av fronskum reyðvíni afturvið. Eisini dámar honum væl kinesiskan mat. Hann hevur lutfalsliga stóran áhuga fyri bilum – er upprunaliga út­ búgvin bilmekanikari hjá Wenzil – og koyrir framvegis Ford. Hansara yndis­luktilsi (til sín sjálvs) er Fahren heit. Konan Hjørdis strýkur allar skjúrturnar. »So kann eg taka mær av onkrum øðrum húsligum«, um­ ber hann seg. Heðin elskar list, og dugir eisini sjálvur at mála. Hann er traðarmaður, og hevur eisini summarhús á Leynum. Tá hann er á trøðni ella í summarhúsinum, slappar hann av, men tað er sjáldan at hann sløkkir fartelefonina. Á »Speakers corner«. Heðin plagar at tora at siga sína meining alment ØKI MVG-FRÍTT Spar mvg’ið á øllum vørum í Skemmuni – eisini gald­and­i fyri vørur, ið longu eru niðursettar! Gald­and­i frá 20.7. til og við 25.7. 2009 Staravegur 7 · FO-100 Tórshavn · Tel. 31 55 88 · www.skemman.fo