Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-21, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2009síða 51

‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

100 Ólavsøkublaðið – juli '09 101 Ólavsøkublaðið – juli '09 Øll, sum eru so frægt uppi í árunum, minnast væl, tá nólsoyingar skaptu sína egnu ólavsøku. Tað mundi taka seg upp miðskeið­ is í 60­unum, og undangongumaður var sum so ofta fyrr Jákup Joensen. Hann hevði serlig evnir, og var ein av heilt góðu sangskaldunum, og tað eru ikki so fáir sangir, ið liggja eftir hann. Sum vant var kortini farið á fleyg ólavsøkuaftan. Menn flest mundu stigna eina pisu upp á seg, og tá so farið varð heim – kanska um mið­ dagsleitið – hittust menn á kelduni, har fongurin varð býttur millum menninar at bera heim. Tá gingu pisurnar millum menn, og onkur mundi vera í heilt góðum lag, tá landpartur var latin undir Botnagarði, áðrenn menn fóru til hús við tí fongi, sum teimum varð tillutaður. Øll bygdin savnað Síðani var gjørt klárt til undir­ haldið, sum fór fram á Mýruni. Har var kappast í ymiskum so sum posarenning, togtogan, menn trill aðu konurnar í trillibørum, og sum rosinan í pylsuendanum fingu menn bind fyri eyguni, og skuldu geva hvørjum øðrum rómafyltar lagkøkur. Tað var nakað, sum altíð fall í góða jørð. Har savnaðist alt, sum kundi ganga og krúpa, og øll hugnaðu sær. Áskoðarar eins væl og lut­ takarar. Hjá børnunum var tað jú serliga forkunnugt at síggja hetta slagið av undirhaldi. Serliga stuttligt tóktist fløta­ skúmið vera, tá mest sum alt andlitið var klínt til. Menn gjørdu sítt besta til at raka so skeivt á sum tilbar, so fløtin fleyt líka væl í hárinum sum aðrastaðni. Konurnar eisini við Konufólkið helt seg sum mest í bak grundini. Tað vóru kortini tær, sum ikki hildu seg aftur, og glaðbeintar settu seg í trillibøruna, sum menninir so trillaðu. Tað var ikki altíð heilt vandaleyst, tí menn gjørdust betri og betri fyri, so hvørt sum dagurin leið. Tað var tí ikki heilt óvanligt, at onkur trillibøra koppaði, men okkurt knupsið toldu nólsoyarkonur, treyðugt so. Eisini vóru tær við í posarenn­ ingini, og har mundu tær standa seg væl betur enn menninir, sum ofta mundu fara fram eftir fummum. Róðu kapp Men alt varð gjørt fyri undirhaldið skuld, og tað hepnaðist altíð væl. Teir dugdu væl, gomlu nólsoy­ ingarnir, og so var tað jú eisini rættiliga forkunnugt. Nólsoyingar vóru jú ikki vanir við nógv, tað var útvarpið, og so annars tað undirhald, sum mann sjálvur skapti. Og undirhald var tað, sum taldi heldur enn kappingin. Gamaní spentu menn í, tá togtogan stóð á skránni, men tað var líka nógv í skemti sum í álvara. Einasta veruliga kappingin var kappróðurin, sum menn tóku í størri álvara. Men tað var tað síðsta, sum fór fram hendan ólavsøkuaftan. Tá undirhaldið á Mýruni var av, fóru menn í neystini, og so vóru allir tristar drignir á sjógv. Jákup Joensen róði altíð við Jensa­ báti, og tað gretti næstan ikki, at hann vann. Men eina árið var Høgni Thomsen heima og sum versonur skuldi hann rógva í Jensabáti. Tað merkti samstundis, at nú manglaði í við bátum, men at enda var ein funnin fram. Hann læk í eyri og seyri, men við at klína margarin í rivurnar fekst hann so frægt tættur, at rógvast kundi við honum. Jensabátur vann næstan altíð, men hjá mær bar ikki til. Eg minnist ikki heilt, hvør vann hetta árið, men tað var í hvussu er ikki eg, minnist Høgni Thomsen. Tristar, trillibørur og togtogan Róð varð frá undir Bakkahjalli og inn í Dunnuvíkina, og tað var sum regul gamli Petur Jakku Petersen, sum ógvuliga hábærsliga skjeyt fyri bátunum. Okkurt árið var lagið blivið so gott á monnum, at teir fingu ikki upp í lag at fara úr bátinum, men sótu framvegis á bekkinum, meðan báturin varð drigin upp á land og inn í neystið aftur. Til Havnar við báti Tó var tað ikki soleiðis, at eingir nólsoyingar vóru á ólavsøku í Havn. Tað vóru teir, men tað var inn til Havnar við egnum báti og so niðan til nonnurnar og til fiskibrunnin. Tá í tíðini var ikki gjørt so nógv burtur úr á ólavsøku sum í dag, men tað var uttan iva eins spennandi fyri børnini tá at sleppa á ólavsøku, sum tað er í dag. Ferðasambandið er eisini munandi betri nú og vansin við opnum bátum um fjørðin er ikki til staðar longur. Men ólavsøka úti í Nólsoy var nú heldur ikki so galin við tristum, trillibørum og togtogan. ______________________________________ Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Frá miðskeiðis í 60-unum og fram til fyrst í 70-unum skaptu nólsoy ingar sítt egna undirhald á ólavsøku Togtogan var eisini á skránni. Fremstur á myndini Jákup Joensen, sum stóð á odda fyri undirhaldinum á ólavsøku í Nólsoy Myndaánari: Malan Hansen Tað var kanska hæddarpunktið av undirhaldinum, tá menn fingu bind fyri eyguni og skuldu geva hvørjum øðrum fløta Myndaánari: Malan Hansen Endað var við kappróðri í tristum. Bátarnir høvdu sítt at siga, men evnini hjá monnunum fornoktaðu seg ikki Myndánari: Malan Hansen Høgni Thomsen og (ein óruddiligur) Jensabátur. Báturin vann sum regul, men ikki tað árið, tá Høgni róði í honum Mynd: Leo Poulsen