Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-21, síða 49
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2009síða 49

‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

96 • juli 2009 Lýsingartilfar Shari og Touchè leggja dent á kundatænastu Umframt at hava klæðir og skógvar til kvinnur, so skipa handlarnir Shari og Touché t.d. fyri tiltøkum, og sera stórur dentur verður eisini á at veita kundunum góða tænastu Handlarnir Shari og Touchè selja klæði til kvinnur, kanska einamest tilkomnar kvinnur, og skal tal setast á, so er eitt gott boð at siga frá 25 árum og uppeftir. Eina umboð Handlarnir hava einaumboð á ymsar merkivørur. T.d. vørur av merkinum Soya, ið er merki, ið øll hava ráð at keypa, og har góðskan er í hásæti. Eisini eru onnur merkir, t.d.Kello, ið er góðska, og er nakað dýrari. Handlarnir Shari og Touchè liggja sera væl fyri. Bæði deildirnar í Havn og í Runavík liggja mitt í býnum. Og sera stórur dentur verður lagdur á service. Kundarnir fáa góða tænastu, og tað speglast eisini aftur, tí handlarnir hava sera nógvar kundar, og er tað tekin um nøgdsemi. Tiltøk Umframt at selja klæði og skógvar til kvinnur, so verður eisini skipað fyri tiltøkum. - Vit høvdu stylistkvøld herfyri, og eydnaðist hetta sera væl, ja so væl, at vit máttu gera eykakvøld, sigur Sunrið Olsen, ið eigur Shari og Touchè. Úteftir Sum ein part av samleikanum, so verður eisini lagdur dentur á at t.d. sýnisgluggarnir eru vakrir, og er tað umboðandi fyri tað, ið er at síggja inni. Bæði Shari og Touché eru partur av e-kort skipanini, og kunnu tískil veita kundum sínum teir fyrimunir, sum hetta hevur við sæl. Hjá Pidda á Toftum Handilin Hjá Pidda á Toftum er handil, sum fólk á leiðini kenna og eru glað fyri. Í dag rekur Haraldsen í Fuglafirði handilin H já Pidda er handil, ið fólk á Toftum, og har á leiðini, kenna væl, tí handilin hevur mong ár á baki. Í 2006 keypti Haraldsen í Fuglafirði handilin hjá Pidda. Sigast kann, at talan er um sama konsept, sum handilin Haraldsen í Fuglafirði verður rikin eftir. Tað vil siga ein nútímans, ljósur og ruddiligan handil við høgum tænastustøði og kappingarførum prísum. Opið til kl. 22 Handilin Hjá Pidda er renoveraður í ár fra A til Z. Handilin hevur allar gerndisvørur og er sum heild ein góður handil, sum fólk í nærumhvørvinum eisini eru glað fyri. At handilin verður tikin av somu fólkum, sum reka Haraldsen, merkir eisini, at dentur verður lagdur á nakað tað sama, tað vil siga høgt tænastustøði og kappingarførar prísir. Ein munur er tó, og hann er, at Hjá Pidda er opið til klokkan 22 á kvøldi. Prís Handilin hevur í dag allar fyrimunir, sum koma kundunum til góða. Handilin er settur í stand, er kappingarførur, hevur høgt tænastustøði, og umframt at leggja dent á nøgdsemi millum kundarnar, kemur starvsfólkarøktin eiisni frammaliga í røðini. Eini 18 fólk starvast í handlinum. E-kort Hjá Pidda er partur av e-kort samstarvinum, og fáa kundarnir sostatt lut í teimum fyrimunum, sum hetta gevur. 97 juli 2009 • Lýsingartilfar Statoil er landsfevnandi tænasta Statoil Føroyar hevur góðar sølubúðir kring landið, og sølubúðirnar eru við í e-kort samstarvinum S TATOIL FØROYAR hevur i dag fleiri landsumfatandi tænastur. Kendastar og sjónligastar eru helst statoilstøðirnar kring landið. Statoilstøðirnar selja brennievni, veita aðrar tænastur til akfør, og hava eisini væl útgjørdar sølubúðir. Sølubúðirnar hjá Statoil eru eyðkendar. Dygdin er í hásæti, og vøruúrvalið sera breitt. Góðir handlar Vitjar ein eina sølubúð hjá Statoil, so kemur ein innar í ein góðan handil, har allar gerandis- og kioskvørur eru at fáa, umframt pylsur og annað. Sølubúðirnar eru eyðkendar av breiða úrvalinum og góðskuni. Umframt er tænastustøðið í hásæti. Tað er fyrimunur, at ein hjá Statoil fær frukt og grønmeti, søtt undir tonnina, ein fær sløkt tostan og ongum nýtist at ganga svangur. Harafturat fæst alskyns tilhoyr til bilin, prutlið ella motorsúkkluna, eins og eittnú summarhálvan bjóðar soft ice, eingangsgrill og slíkt, ið hoyrir summarinum til. Sum heild er talan um handlar, ið venda sær til øll, og har ongin fer til fánýtis. E-kort Statoilstøðirnar eru partur av E-kort samstarvinum og kunnu veita kundum sínum teir fyrimunir, sum hetta hevur við sær. Sparni í Lonini í Skopun Matvøruhandilin Sparni hevur nú 3 ár á baki. Týdningarmikið er, at hjá fólki í koyristóli er atkomuligt í Lonini og harvið í Sparni. L onin í Skopun er karmur um eina hárfríðkanarstovu, ein telehandil og um matvøruhandilin Sparni. Sparni í Lonini í Skopun er í dag størsti matvøruhandil í Sandoynni og hevur hann nú 3 ár á baki. Sparni er partur av SamKeyp og hevur hvørja viku tey tilboð, sum handilsketan bjóðar. Atkomuligt Lonin er handilsmiðstøð, og stórt øki er rundan um. Hetta gevur góð parkeringsviðurskiftir hjá viðskiftafólkunum. Eisini gevur hetta møgueilkar fyri at byggja út, men ongar ítøkiligar ætlanir eru í løtuni um hetta. Týdningarmikið er, at hjá fólki í koyristóli er atkomuligt í Lonini og harvið í Sparni. Øll oyggin Góð parkeringsviðurskfti, atkomuleikin og góðu tilboðini er alt partur av at hava høgt tænastustøði og nøgdar kundar. Og kemur ein í prát við starvsfólkini í Sparni, so er eisini heilt greitt, at tey eru fyrikomandi og blíð, og eisini, at tey trívast sjálvi í Sparni. Alt tekin um nøgdsemi hjá kundum og starvsfólki. Tað hevur gingið væl, síðani byrjan fyri trimum árum síðani, og øll Sandoyggin vitjar inn á gólvið. E-kort Sparni er partur av e-kort samstarvinum, og fáa kundarnir sostatt lut í teimum fyrimunum, sum hetta gevur.