mikudagur 22. juli 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 138 - 22. juli 2009
Grím Kambansgøta 13 · Postsmoga 279 · 110 Tórshavn
Tel: 321 345 · glitnir@glitnir.org · www.glitnir.org
FM í karaoke hóskvøldið kl. 19.00
Finalistar:
Kvinnuligir luttakarar
Anita Ottosen
Shaila Dam Jacobsen
Malan Djurhuus
Dómarar: Eyðfinn & Vanja
1 konufólk og 1 mannfólk skulu
luttaka í KWC í Finlandi fyri Føroyar
Mannligir luttakarar
Dánjal Guðjónson
Bjarki Hansen
Heri Olsen
Búskaparráðið hevur nú
skipað seg við Thomas
Dam, sum formanni. Hinir
limirnir í ráðnum eru Durita
Tausen og Gunn Danielsen.
Nakrar
broytingar
eru
gjørdar í sambandi við at
nýtt Búskaparráð er sett.
Ráðið telur nú bert tríggjar
limir, samanborið við at
sjey limir vóru áðrenn. Í
staðin fyri at seta egnan
skrivara, er avtalað við
Landsbankan at virka sum
skrivstova hjá ráðnum. Tað
verður nú kravt av ráðnum,
at tað kemur við tveimum
konjunkturfrágreiðingum
um árið. Einari frágreiðing
1. mars og so eini dagføring
av hesari 1. september. Tó
kemur ongin frágreiðing í
spetembur í ár, tí nevndin
metir seg ikki hava tíð til
tess. Hinvegin miðar ráðið
eftir at koma við eini minni
frágreiðing seinri í heyst.
Búskaparráðið skipað seg
Drakkar Vodka
eitur nýtt merki,
sum í dag kemur á
handilshillarnar í
Rúsuni
RúsdRekka
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er nýstovnaða felagið,
Drakkar, sum stendur fyri
framleiðsluni av nýggja
vodka-merkinum.
Drakkar er fornnorrønt
orð, sum varð nýtt til at eyð-
kenna langskip. Langskipini
høvdu drekastevni, og vóru
hesir Drakkar stoltleikin
hjá víkingunum, og tað
vóru bert tey bestu skipini,
sum fingu hetta heitið,
verður sagt í tíðindaskrivi
frá nýstovnaða felagnum.
Drakkar verður framleitt
á distellaríi í Póllandi. Talan
er um eitt sera framkomið
distellarí,
sum
millum
annað er eitt av bara fýra í
Europa
við
lisensi
at
framleiða Smirnoff vodka.
Drakkar er dropadrivið
fýra ferðir, og verður tí
góðskumett sum vodka í
toppflokki. Og sambært
framleiðarunum verða tað
ikki bert føroyingar, sum
sleppa at njóta hetta slagið.
Teksturin á etikettini er
nevnliga skrivaður á ensk-
um, og tað verður gjørt, tí
Drakkar eisini ætlar sær at
stevna út á hav og til onnur
lond.
Føroyskt vodka úr Póllandi
Vatnið er úr Póllandi, har nýggja vodka-slagið eisini
verður framleitt. Men navnið og eigarin av Drakkar
er úr Føroyum
Til leigu
Handilsbygningur á Argjum til leigu. Kann
nýtast samlað ella sum fleiri leigumál.
Uml. 500 fermetrar.
Ring og spyr nærri.
Sp/f Vestur tlf. 23 30 60