mikudagur 22. juli 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 138 - 22. juli 2009
Nýtt læruverk í
føroyskum miðar
eftir ikki færri enn
tveimum milliardum
brúkarum kring allan
knøttin. Útgávan er
nevniliga ætlað øllum,
sum duga enskt og
finst longu nú lutvíst
á netinum
Mál
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Herfyri gav forlagið Stiðin
út verkið Faroese – A
Langu age
Course
for
Beginn ers, sum bjóðar ein
heilt nýggjan møguleika at
læra seg føroyskt umvegis
enskt. Verkið, ið er saman
sett av mállæru, lesibók og
fløgu,
hóskar
bæði
til
sjálvs nám og undirvísing
og kann sostatt nýtast av
øllum sum duga enskt,
uttan mun til, hvar tey eru
stødd á knøttinum.
Eisini føroyska úttalan
kann nú lærast, hóast brúk
arin ikki er staddur í Før
oyum, tí longu nú ber til at
taka ljóðfløguna niður av
heimasíðuni hjá forlagnum
á www.stidin.fo
Sermerkt samstarv
Faroese – A Language
Course for Beginners, sum
nu loysir tað gamla læru
verkið í føroyskum hjá
Lock wood av, er tíðarbært,
gjølla gjøgnumarbeitt og
hev ur verið í gerð í fleiri ár.
Høvundarnir eru tveir dokt
arar í málfrøði: Hjalmar P.
Petersen, sum arbeiðir á
universiteti í Hamburg og
er doktari haðani, og Jona
than Adams, doktari úr
Hull.
Jonathan Adams, ið býr
og starvast í Danmark á
vísindaforlagnum
Dansk
Sprog og Litteraturselskab,
var kønur í donskum og
svenskum, tá ið hann í 2004
kom til Føroya á fyrsta al
tjóða summarskeiðið í før
oyskum fyri útlendingar á
Fr ó ð s k a p a r s e t r i n u m .
Hjalm ar P. Petersen var lær
ari á skeiðinum og ein av
høvundunum at Faroese,
An Overview and Reference
Grammar (2004), sum varð
brúkt at undirvísa í. Tað var
tó greitt, at tørvur var á
undirvísingartilfari, ið var
skipað sum læruverk við
venjingum og møguleika
fyri at lurta eftir málinum.
Nakað seinni fóru Jona
than og Hjalmar í holt við
at gera mállæru og mál
venj ingar í føroyskum fyri
útlendingar við frágreiðandi
teksti á enskum.
Í 2007 varð ljóstak av
hand ritinum við tilfarinum
nýtt á altjóða summar skeið
inum, og í 2008 nýtti norð
ur lendska summarskeiðið á
Fróðskaparsetrinum
eitt
royndarprent.
Meðan
tilfarið
varð
roynd arnýtt, varð tað alla
tíðina rættað og bøtt varð
um tað. Enn var tó eingin
fløga gjørd, og saknur var í
henni.
Nú eru mállæran og lesi
bókin við fløgu so útkomnar
sum ein heild. Á fløguni
eru samrøðurnar í lesibókini
lisnar upp, so tað ber til at
hoyra málið og samstundis
fylgja við í bókini.
Framúr gott ummæli
Hóast stutt tíð er liðin, síð
ani nýggjalæruverkið í før
oyskum kom út, ger ein av
ensktmæltu
brukararnum
longu nú vart við seg. Tað
er kendi ferðahøvundurin,
James Proctor, ið skrivar
ensku ferðavegleiðingin til
Føroyar, ”The Bradt Guide
to the Faroe Islands”, ið
gevur Faroese – A Langu
age Course for Beginners
framúr gott ummæli.
Hann skrivar millum ann
að soleiðis:
”Endiliga er tað her!
Hetta frálíka skeiðið í før
oyskum verður heilt vist ein
ómetalig hjálp hjá næm
ingum, sum royna at læra
seg tað mest sermerkta av
norðurlendsku málun um.
Fløgan sum fylgir við
bók unum, ger tað hartil
mun in lættari hjá næm ing
um at fáa greiðu á tí ofta
lumpisligu føroysku útal
uni”
Sambært James Proctor
er hetta skeiðið ikki bara
tað besta av sínum slag á
marknaðinum, við tað at
tað bæði er lætt at seta seg
inn í og nútíðarligt.
”Skeiðið
hevur
eisni
góðskustemplið hjá høv
und unum, Jonathan Adams
og Hjalmar P. Petersen.
Jonathan, sum er serfrøðing
ur í norðurlendskum máli
og Hjalmar, sum sum hevur
føroyskt sum móðurmál og
eisini er lærari í føroyskum,
hava savnað sínar dyggu
førleikar til at skapa hettar í
allar
mátar
umfatandi
skeið ið.
Sum høvundi at einastu
enskmæltu
ferða veg leið
ing ini til Føroyar: ”The
Bradt Guide to the Faroe
Islands” og sum ein, ið
leingi hevur stríðst við at
læra seg føroyskt, er tað
mær ein stór gleði at við
mæla hetta skeiðið – tað er
snøgt sagt framúrskarandi”,
skrivar James Proctor.
2 milliardir kunnu nú
læra seg føroyskt
Heidningar hittast
Fríggjadagin byrjar fyrsta altjóða summarlegan hjá
teimum, sum trúgva upp á norðurlendsku gudarnar.
Legan verður í Ebeltoft í Danmark og varir eina viku.
Danska felagið, sum er einasta asatrúarsamfelag í
landinum, nevnist Forn Sidr og hevur 650 limir. Bara
ein lítil partur av limunum í hesum felag ætla sær við
eftir eitt orðaskifti um rasismu. Asatrúgvandi úr 10
londum fara at luttaka, og av teimum 150, sum hava
teknað seg, eru bara 31 danir.
Eldra-tsunami á veg
Amerikanskir granskarar meta, at innan ár 2040 verður talið av
fólki yvir 65 ár tvífalt í mun til í dag.
Í dag eru áleið 500 milliónir fólk í aldurbólkinum omanfyri 65
ár. Hesi koma um 30 ár upp á 1,3 milliardir fólk. Hetta verður
fyrstu ferð søgu menniskjans, at fleiri fólk verða omanfyri 65
ár í mun til børn undir fimm ár. Hetta fer sjálvsagt at kosta.
Bæði innan heilsuverkið og tjóðarbúskapunum. Sostatt minkar
vøksturin í ES við einari helvt í 2030 í mun til í dag, verður
politikkurin í samveldinum ikki lagaður til broyttu
umstøðurnar. (NTBAPReuters)
Zakarias Wang, ritstjóri, við fyrstu útgávuni av ”Faroese – A Language Course for Beginners”
Nýggja skeiðið í føroyskum er sett saman av
mállærubók og lesibók við tilhoyrandi ljóðfløgu, sum
nú er tøk á netinum
Tað var á einum skeiði í føroyskum, at teir báðir doktorarnir í málfrøði, Jonathan Adams og
Hjalmar P. Petersen hittust og fingu hugskotið til læruverkið ”Faroese – A Language Course for
Beginners”