Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juli 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 138 - 22. juli 2009 Ferðslulóg 1. oktober verður ferðs­ lógin broytt munandi, og tá fer tað at kosta væl meira at bróta lógina. Ásett er í lógini, hvør revsingin verður fyri tey einstøku lógabrotini. Upprunaliga uppskotið hjá landsstýriskvinnuni í innlendismálum var at lækka promillumarkið nið­ ur á 0,5, men rættarnevndin lækkaði tað heilt niður í 0,2. Revsingin verður alt eftir, hvussu høg inntøkan er hjá viðkomandi. Eftir 1. oktober fer tað at kosta koyrikortið, um tú verður tikin við promillu yvir 0,5, og við promillu yvir 1,2 verður revsingin treytaleys frádøming í trý ár. Í dag er revsingin frádøming í eitt ár, um promillan er millum 1,2 og 1,5. Eingin avsláttur Atfinningarnar móti ferðslulógini um, at bøturnar vóru ov lágar, tók løgtingið til eftirtektar, tá ið tað samtykti lógarbroyt­ ingarnar. Nú kostar tað 150 krónur at verða steðgað og ikki hava koyrikortið uppi á sær, og tað kostar 200 krónur, um ein ikki er spent í trygdarbelti. Eftir 1. oktober verður hvørt av hesum lógarbrotum revsað við 500 krónur í bót. Hevur tú ikki koyrikortið uppi á tær, og tú situr ikki trygdarbelti, fer tað at kosta 1000 krónur. Trygging dýrkað mest Danskar kanningar vísa, at síðani seinasta aldarskiftið eru vøruprísirnir hækkaðir 20 prosent í meðal í Danmark, men at í sama tíðarskeiðið eru tryggingarnar dýrkaðar 50 prosent. Tað skrivar Jyllands­Posturin og leggur afturat, at tað er serliga biltryggingin, sum er dýrkað tey seinastu níggju árini. Danska bileigarafelagið FDM sigur við blaðið, at tryggingarfeløgini hava hækkað prísirnar fyri at fáa meiri í sínar egnu kassar. FDM­stjórin, Per Alkestrup, sigur við Jyllands­Postin, at okkurt árið hava feløgini hækkað biltryggingarnar, sjálvt um skaðabøturnar eru minkaðar. Smærri fiskur í Evropa Granskarar, sum hava kannað fleiri fiskastovnar í Norðsjónum, Eystrasalti og í áunum har um vegir, siga í einari felags frágreiðing, at fiskurin gerst støðugt minni, og teir ivast ikki í, at tað er tann veksandi hitin á jørðini, sum hevur skyldina. Granskararnir skriva, at í meðal vigar evropeiskur fiskur helvtina av tí, sum hann vigaði fyrr, og tí fáa skip og bátar støðugt meiri og meiri smáfisk og tilsvarandi minni en stórum fiski. Fraski granskarin Martin Daufresne, sum hevur staðið fyri kanningunum, sigur við NTB, at samstundis sum fiskurin vigar helvtina minni enn fyri 20 ­ 30 árum síðani, eru fleiri stovnar minkaðir 60 prosent. Dýrari at koyra við kenning Tað fer at kosta dýrt eftir 1. oktober at verða tikin av politinum við ongum koyrikorti uppi á sær, ikki at sita spent í trygdarbelti og ikki minst fyri at hava promillu í blóðinum Tá ið ferðslulógin ívár varð broytt, m.a. við at promillumarkið varð lækkað til 0,2 promillu, varð øll revsing herd