týsdagur 21. juli 2009síða 59
‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
116 Ólavsøkublaðið – juli '09
117
Ólavsøkublaðið – juli '09
Seinastu mongu árini,
hevur Njál Djurhuus átt sín
avgjørda leiklut í hjart an
um av ólavsøkuni
Miðlahúsið setur Njál Djurhuus
stevnu úti í Grønlandi í Havn. Aftur í
ár hevur Njál Djurhuus leita heim til
Føroya. Tað hevur hann gjørt hvørt
ár í mong ár nú.
– Eg flutti til Noreg í 1961. Tey
fyrstu árini var tað ikki soleiðis, at
eg var heima til hvørja ólavsøku,
greiðir Njál frá, men skjótt gjørdist
tað fastur táttur hjá Njál at leita
heim til Føroya á hvørjum ári.
Og hví leitar Njál so heim aftur til
Føroya hvørt summar?
– Jú, tað er alskurin til landið og
fólkið, sum fær meg at leita heim
aftur. Men samstundis hava eg
havt lut í tí kristna starvinum, og
eg síggi, at á ólavsøku kann tað
væl vera brúk fyri mær. Fyrstu ferð
Frelsunarherurin í Havn spurdi meg,
um eg kundi koma heim og hjálpa
teimum á Ólavsøku, játtaði eg at
koma heim og hjálpa teimum, og
tey hava biðið meg koma heim til
ólavsøku, hvørt ár síðani tá.
Fastan leiklut á Vaglinum
Spurdur um hvønn leiklut Frels unar
herurin hevur á ólavsøku, svarar
Njál:
Vit hava havt ein leiklut í nógv ár
niðri á Vaglinum, og tann leiklutin
haldi eg vera sera týdningarmiklan,
undirstrikar Njál. Njál heldur tað er
av sera stórum týdningi at koma út
har, sum fólkið er.
– Ein stórur trupuleiki hjá mong
um kristnum í dag er, at tey hava
gyrt seg innanfyri fýra veggir.
Nógv trúgvandi halda eisini, at
vit ikki skulu blanda okkum ov
nógv í fólkalív. Eg síggi júst øvugt
uppá tað. Jesus segði, at vit skulu
vera salt, og at vit skulu vera ljós
í heiminum, og tað skal gera sín
virkning, so mugu vit vera millum
fólki. Og eg elski at vera millum
fólki, sigur Njál avgjørdur. Eg
síggi uppá ólavsøkuna, sum ein
stóran møguleika hjá okkum í
Frelsunarherinum at koma í tal við
onnur menniskju. Onnur kristin
eru eisini úti við boðskapinum
á ólavsøku, og eri eg glaður og
takksamur fyri øll kristin, sum eru
úti við boðskapinum á ólavsøku. Og
vit eru glað fyri at kunngera tað,
sum vit halda vera besta boðskapin
at boða á ólavsøku. Ólavsøkan er
í útgangspunktinum ein kristin
hátíð. Á ólavsøku dugi eg at síggja,
at har eru ítróttarfólk, og mong
onnur sum geva sítt og krevja sítt,
og tey eiga allan heiður uppibornan
fyri tað. Á ólavsøku skulu vit, sum
umboða tann kristna boðskapin
sjálvsagt eisini vera við. Vit eiga at
standa stinn í starvi, og bera fram
ein góðan boðskap til tað føroyska
fólkið. Tað verður mangan borið
uppá mál, um vit skulu endurnýggja
ólavsøkuna. Tað verður eisini róð
upp undir, um ein skal endurnýggja
tann kristna boðskapin, men
kjarn an er altíð hin sama. Tað er
boðskapurin um Kristus, sum skal
berast út, staðfestir Njál.
Møtir nógvum fólki
Ólavsøkan er eisini eitt gott høvið
hjá Njál at møta nógvum fólki.
– Tað er avgjørt eitt gott høvi.
Føroyingar leggja øll tíð til síðis,
og fara at halda ólavsøku. Tað er
ótrúliga hugnaligt at hitta fólk,
bæði familju og onnur. Øll eru í
góðum lagi, øll eru góð við hvønn
annan, og vit heilsa uppá hvønn
annan. Tað er altíð stuttligt at hitta
góðar vinir á ólavsøku.
Njál eigur bæði børn og barna
børn, sum búgva í Noregi. Tey eru
tíðum í Føroyum, og hava upplivað
ólavsøkuna, og hava hildið tað vera
hugnaligt at uppliva ólavsøkuna.
Men tað er øðrvísi fyri fólk, sum ikki
eru uppvaksin í Føroyum.
– Hjá mær er rótin føroysk, og
rótin verður sterkari við árunum, og
kenslan og longsulin heim til Føroya
land størri verður sterkari, sum
árini fara. Tá julimánaður nærkast,
so fer okkurt at rørast inni í mær,
undirstrikar Njál.
Njál heldur, at hann kann saman
berast við ein flytifugl, sum hevur
eitt ávíst mál fyri eyga, og málið
hevur drigið hann heim til Føroya á
hvørjum ári.
– Eg havi hvørja ferð glett meg
sum eitt barn at koma heim til Før
oya, greiðir Njál frá.
Sjálvur hevur Njál ikki tjóðbúna,
hann heldur seg ikki klæða føroysk
klæðir.
– Men konan, og fleiri av børn
unum hava føroysk klæðir, og tey
elska at vera í teimum. Tey brúka
tann føroyska tjóðbúna, tá tað
til dømis er brúdleyp, ella onkur
serstøk veitsla, og einki er so vakurt,
sum ein føroyskur búni. Nógvir
norðmenn halda eisini, at føroyski
búnin er vakur. Tað er eisini flott
at síggja, at alsamt fleiri, sum eru
á ólavsøku, hava keypt sær føroysk
klæði.
17. mai líkist ikki
Spurdur um ólavsøkan kann
sam an berast við norska tjóðar há
tíðarhaldið, sum verður hátíðar
hildið tann 17. mai, svarar Njál, at
hann heldur ikki, at ólavsøkan og
17. mai kunnu samanberast.
– Ólavsøkan hevur sín serstaka
dám, og tað sum mær nú dámar við
ólavsøkuni er, at føroyingar royna
nú at halda seg til tað, sum er før
oyskt, sigur Njál. Njál heldur, at ein
má vera varin, ikki bara at taka inn
útlendskar siðir.
– Vit hava nóg mikið av føroyskari
mentan at oysa av til okkara egnu
hátíð. Ein aðalmunur millum 17.
mai og ólavsøkuna, er at til 17. Mai
verður byrjað tíðliga um morgunin,
og har ganga børnini í skrúðgongu
framvið norsku kongahjúnunum.
Tá tað er liðugt, so fer man til teir
ymisku skúlarnar, har foreldrini og
ommurnar og abbarnir koma við.
Nú eri eg við í abbaflokkinum, og
tað er ógvuliga hugnaligt at vera
har, og tá er tað nakað serstakt
fyri børn. So tað er á ein rættiliga
øðrvísi hátt, enn ólavsøkan, stað
festir Njál.
– Men hvør til sítt, norðmenn
hugna sær við sínum, og føroyingar
hugna sær við sínum. Teir gera tað,
sum nakað sum er sertakt fyri børn
ini, meðan vit í Føroyum gera tað
uppá okkara máta, undirstrikar Njál.
Hátíðarligt við skrúðgonguni
Njál vil ikki taka dagar ímillum, hvat
er hansara størsta hæddarpunkt við
ólavsøkuni.
– Tað er nú hátíðarligt at síggja, tá
skrúðgongan fer oman í kirkjuna.
Eg haldi eisini tað er serstakliga
hátíðarligt at síggja, tá løgtingið
verður sett. Hvørja ferð eg síggi
løgtingið vera sett, so taki eg hinum
almáttuga fyri, at vit liva í einum
fríum landi, har vit hava tað gott
uppá allar mátar. Eg hugsi ofta um,
hvussu gott vit føroyingar hava tað,
og at vit kunnu liva soleiðis, sum vit
gera. Tað stendur ikki á við fólki hjá
Frelsunarherinum á ólavsøku:
– Fólk royna at vera heima, og
tað eri eg sera takksamur fyri, og
so er tað altíð onkur, sum er heima
í Føroyum, sum eisini tekur eina
hond í. So eg haldi, at vit eru so væl
mannaði, sum vit kunnu vera til
ólavsøkuna. Eg má beundra tey, sum
ár aftaná ár leggja summarferiuna
soleiðis til rættis, at tey eru heima
á ólavsøku, við tí fyri eyga at vera
her, fyri at hjálpa til. Og áðrenn
stóra felagssangin, fer Njál aftur í
ár at hava orðið á útifundinum hjá
Frelsunarherinum, sum í mong ár
hevur verið tann stóra upptaktin
til tann stóra felagssangin. Eingin
ólavsøka uttan Njál, sum aftur í ár
verður tøkur hjá Frelsunarherinum.
______________________________________
Heri Simonsen
heri@sosialurin.fo
Myndir: Ole Volle
Eingin ólavsøka uttan Njál