hósdagur 23. juli 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 139 - 23. juli 2009
Keypssamtøkan í Hoyvík
FK matstovan í Hoyvík
sóknast eftir
Fólki til køkin
at byrja sum skjótast
Starvið umfatar alt vanligt arbeiði í
einum matstovukøki.
Arbeiðstíðin verður um 30 tímar um
vikuna.
Løn:
Sambært sáttmála við Havnar
Arbeiðskvinnufelag
Nærri fæst at vita við at venda sær til
leiðaran, Maud Matras, tel 314149
FK Hoyvík
Att. Maud Matras
Brekkutúni 9
Postboks 349
FO-188 Hoyvík
Til leigu
Handilsbygningur á Argjum til leigu. Kann
nýtast samlað ella sum fleiri leigumál.
Uml. 500 fermetrar.
Ring og spyr nærri.
Sp/f Vestur tlf. 23 30 60
Ólavsøkuframsýning í SMS
Í morgin byrjar listaframsýning við Bjørg Mohr Anderssen og Edith Mørkøre á torgin
um í SMS. Hettar er fyrstu ferð Bjørg og Edith sýna fram saman, sjálvt um tað ofta hev
ur verði ætla at fáa hetta í lag. Tær hava báðar verið aktivar innan fyri at málað og hava
verið við á nógvum framsýningum kring landi seinastu árini. Á framsýningini í SMS
verður abstrakt og ekspressionistisk list at síggja. Edith og Bjørg eru sera ymiskar í
teirra málistíli og gerð hettar at framsýningin er fjølbroytt og spennand. Til framsýning
ina í SMS hevur Edith arbeitt við strukturi og formum í akryl. Evni sum viðurskifti, ið
rørast í tí dagliga lívinum og hendingar sum hon ella fólk rundan um hana koma út fyri
hava givið íblástur til málningarnar hesa ferð. Hjá Bjørg verður talan fyri tað nógva um
eyðkendu reyðu litirnar, har listakvinnan eisini arbeiðir nógv við kontrastrum og dýpd.
Á ólavsøku fara
Dánjal á Neystabø
og Búi Dam aftur á
Ævintýrferð, og hesa
ferð er søgan um at ger
ast vaksin og klókari
Barnatiltak
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Aftur hesa ólavsøkuna er
Ævintýrferðin hjá Búa Dam
og Dánjali á Neystabø á
skránni.
Barnatiltakið verður í ár í
nýggja Kommunuskúlanum
við Kongagøtu.
Hetta er fimta árið á rað, at
Ævintýrferðin er við á ólav
søku, og Ævintýrferðina pla
ga børnunum at dáma væl.
Á Ævintýrferðini hoyra
børn tónleik og sangir, og
Dánjal á Neystabø og Búi
Dam syngja og spæla sam
an við børnunum. Onkur
nýggjur sangur er gjørdur
til hesa ólavsøkuna.
Haraftrat er altíð ein stutt
leikur, ein søga, og hvørt ár
er søgan nýggj.
Stuttleikurin í ár eitur
“Drongurin, sum stjól ein
føðingardag”. Henda søgan
er um ein drong, sum býr í
einum húsum saman við øðr
um børnum, og hann grunar
yvir, hvussu tað verður at
gerast vaksin og klókari.
Meira vil eg ikki fortelja
nú, sigur Búi Dam.
Øll Ævintýrferðin tekur
ein tíma.
Búi Dam og Dánjal á
Neystabø eru einsamallir
um at framføra Ævintýrferð
ina, sum Súsanna Tórgarð
hevur hjálpt teimum við at
leggja til rættis.
Framførslurnar av Ævin
týrferðini verða hvønn dag
frá 27. til 30. juli, og tvær
framferðslur verða hvønn
dag klokkan 16 og klokkan
18.
Dánjal á Neystabø og Búi
Dam, sum nú báðir eru 30
ára gamlir, hava verið uttan
lands seinsta árið. Búi Dam
hevur lisið drama í London,
og Dánjal á Neystabø hevur
virkað sum tónleikari í
Danmark og havt konsertir
ymsa staðni í Evropa.
Í november ætla teir báðir
sær at ferðast runt Føroyar
við einum øðrum nýggjum
leiki.
Ævintýrferðin er væl umtókt millum børn
Futin avvísti bein
anvegin málið, tá ið
løgtingsmaðurin Bill
Justinussen meldaði
Rás 2, sum hevði
samrøðu við ein hassj
roykjara
rúsevni
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Bill Justinussen, løgtings
maður fekk einki burtur úr tí,
tá ið hann í januar mánaði
meldaði Rás 2 til løgregl
una.
Fútin vísti málið við tí
grundgeving, at har var einki
hjá løgregluni at fara eftir,
sigur Finn Ougaard, varafúti.
Málið snúði seg um, at
Rás2 hevði eina beinleiðis
sending, har ein ungur maður
segði sína hugsan um at
roykja hassj. Eitt av hansara
sjónarmiðum var, at tað var
minni skaðiligt at roykja hass
enn at drekka brennivín og
roykja sigarettir.
Øði spann í Bill Justinus
sen, tá ið hann hetta hoyrdi.
Hann vant seg í telefonina,
ringdi til politiið, sum hann
vildi hava at fara beint til
Rás2, har tann ungi maðurin
sat í beinaleiis sending og
tosaði.
Tað vildi politiið ikki, og
Bill meldaði so bæði Rás2,
teir báðar vertirnar og
ónevnda mannin.
Men fútin vistí málið frá
sær, tí eingin lógargrein var
brotin.
Loyvt at tosa um hassj
Rás2 breyt onga lóg við at lata
ein ónevndan mann siga sína
hugsan um hassj, heldur fútin
Ævintýrið um at gerast klók
-har
tað hendir