Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juli 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 139 - 23. juli 2009 - Einasta kravið er, at tú ongantíð hevur roynt teg á palli áður, siga Marita Dalsgaard og Beinta Clothier, sum í løtuni søknast eftir føroyskum áhugasjónleikarum til Dollars SJÓNLEIKUR Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo - I am a human being, I am not a machine. I am 72. I am dyslexic. Gjøgnumbrotið kom fyrst í áttatiárunum. Sjónvarps- røðin Dollars. Í leiklutinum sum hin ríki Blake Carring- ton, varð John Forsythe av álvara vælumtóktur sum sjónleikari. Og nú hevur tú møguleikan at gera honum kynstrið eftir. Sjónleikararnir Marita Dalsgaard og Beinta Clothi- er eru farnar undir eina sjáldsama verkætlan, sum er óhoyrd í Føroyum. Enda- málið er at geva 21 føroy- ingum, sum ongantíð áður hava roynt seg sum sjónleik- ara, møguleikan í leiklutum í sjónvarpsrøðini Dollars. Lýsa samfelagið Marita Dalsgaard og Beinta Clothier fara í døgunum frá 1. til 14. august at seta upp leikir, sum vit kenna aftur úr Dollars. Umstøðurnar verða tó væl øðrvísi enn vit kenna frá sjónvarpinum. Tað verða óroyndir føroy- ingar, sum skulu royna seg í leiklutunum sum Blake Carrington, Krystle Carr’- ton og Alexis Colby. Upp- tøkurnar verða í eisini í føroysku náttúruni. Tað eru danirnir Jeppe Kristensen og Tue Biering, sum eru komnir við hug- skotinum. Teir hava áður roynt tílíkar leikir, sum hava fingið frálík ummæli í Danmark. - Nú vilja teir fegin royna hetta í Føroyum. Tue Bier- ing ringdi til mín og spurdi, um eg var áhuga at leik- stjórna. Og hóast eg nú ikki kann njóta summarfrítíðina saman við familjuni, tók eg fegin av, greiður Marita Dalsgaard frá. Tað eru í alt sjey brot, ið skulu takast upp. Og í hvørj- um broti verða ymiskir sjón- leikarar. - Nú kanst tú verða films- stjørna í ein dag, sigur Beinta Clothier flennandi frá. Brotini verða ikki sýnd fram alment. Tað verða áhugaleikararnir, sum gera av, hvør sleppur til ymsu sýningarnar. Eingin krøv Marita Dalsgaard og Beinta Clothier saknast í hesum døgum eftir áhugaleikarum, sum skulu royna seg í leik- lutunum. Og tað stendur so at siga øllum í boði at royna seg. - Einasta kravið er, at tú ongantíð hevur roynt teg á palli áður. Og tí hava vit onga hóming av, hvat leik- aratilfarið er. Ein samanset- ing av smædnum, framlig- um og skemtingarsamum føroyingar, alt í einum bólki, sum skulu framføra ein leik. Tað verður ein stór og áhugaverd avbjóðing, greið- ir Marita Dalsgaard frá. Øðrvísi avbjóðing Endamálið við leikunum hjá Jeppe Kristensen og Tue Biering er lýsa ymisk sam- feløg. At sleppa handan leiktjøldini og finna aðrar síður av samfeløgum. - Útlendingar greiða altíð frá, hvussu frálíkt, vakurt, vinarligt og friðarligt tað er í Føroyum. Við leikinum skulu vit vísa, hvussu føroy- ingurin reagerar, tá hann verður merktur av hevnd og gyrnd. Brotini verða spæld ymsastaðni í heiminum, og helst eru reaktiónirnar í Moskva og San Francisco øðrvísi enn í Klaksvík. Vit skulu flyta fordómar. Ætlan- in er í mínum hugaheimi sera áhugaverd, og vit gleða okkum, greiða tær báðar frá. Hevur góðskan týdning? - Vit stíla sjálvsagt eftir tí besta. Tað eru útbúgvin fólk, sum standa fyri at klippa filmin og annað. Men tað er meira vegurin til endaliga úrslitið, sum vit síggja fram til, greiða Marita Dalsgaard og Beinta Clothier frá. Upptøkurnar verða ymsa- staðni í Føroyum. Eitt nú í Tórshavn, Eysturoynni og Klaksvík. Um tú ynskir at luttaka, kanst tú melda teg til á telefonnummar 22 86 97. Føroyingar kunnu gerast filmsstjørnur Dollars verður nú sett upp sum leikur í Føroyum. Og tað verða óroyndir føroyingar, sum skulu røkja leiklutirnar sum Blake Carrington, Alexis og øll hini í kendu soap-operuni Nógv ferð á landsvegnum Ferðslupolitiið steðgaði ikudagin tíggju bilførarum, sum koyrdu ov skjótt. Mikudagin og mikukvøldið var politiið úti við radaranum, og fleiri bilførarar vórðu tiknir fyri at koya í skjótara lagi. Ferðmátingarnar vórðu gjørdar í Kaldbaksbotni, millum Fjarða og á Skipa- nesi. Samanlagt seks bilførarar fingu klipp í koyrikortið, og tað vil siga, at ferðin var meira enn 20 km um tíman meira enn loyvda ferðin. Fýra bilførarar fingu koyrikortið frádømttreytað, tí teir koyrdu meira enn 30 km skjótari enn loyvda ferð. Ein bilførari varð tikin við ferðini 90 km um tíman á Skipanesi. Tað er bygt øki, og í mesta lagi er loyvt at koyra 50 km um tíman har.