Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-23, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juli 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 139 - 23. juli 2009 tíðindi Vælkomin til framsýningina hjá Trónda nítjanda juli í árinum tjúguhundrað og níggju Stundum skilji eg litirnar lætt og líkatil. Men so við eitt er alt sum læst og lokað. Stundum er upplýst hvørt myrkursgil. Men so er leiðin aftur tann tjúkka toka. Í sjónini er ein egin máttur. Í skili og kenslu ein egin sangur. Í skugganum ein egin dráttur . Í glasinum ein bláur klangur. Vatnið kann avmarkast til H2O og lapis lazuli til ein kemiskan formil, men listin er óendalig bæði so og so har finst eingin evsti formil. Hon búsetist við egnum lógum. Tað grør undir spyrjandi fóti. Vit sóknast eftir kendum slóðum, men listin spyr bara afturímóti. Í hesi høll glampar hann væl ultramarini dropin (Her sigldi eg á eina tankafles: Hóast um listaklandur eg ei skal røða so er Skipasmiðjan ein onnur søga, og við Múrin er undantaksstøða. Hetta var ein parantes) Men sum sagt: Í hesi høll skyggir hann væl ultramarini dropin. Kvinnur og kallar gangið fram í sal nú Tróndur aftur er lopin úr mimesis og expressiónum. Við hesum er framsýningin opin í øllum dimensiónum. Tveir av teimum hangandi glasskulpturunum, ið tóku ummælaran fullkomiliga á bóli Vakurleikin er ítøkiligur fleiri staðni á framsýningini Yrking, sum Rói Patursson bar fram, tá framsýningin varð sett