fríggjadagur 24. juli 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 140 - 24. juli 2009
Ísland á dagskránni
mánadagin
Tá uttanríkisráðharrarnir í ES-londunum hittast mánadagin, liggur spurningurin
um at víðka samveldið ovast á borðinum, og millum tey mongu skjølini liggur
umsóknin frá íslendsku stjórnini um limaskap. Svøríki hevur formansskapin í ES
seinna hálvár, og svenski uttanríkisráðharrin, Carl Bildt, fekk ta íslendsku
umsóknina frá íslendska starvsbróðuri sínum, Össuri Skarphéðinssyni,
gjáramorgunin. Íslendski uttanríkisráðharrin hevur havt samband við
starvsbrøðurnar í 23 ES-londum, har hann hevur roynt at fáa tryggja sær, at
íslendska umsóknin kemur til viðgerðar á fundinum mánadagin.
Dýrt at koppseta
Koppingarevnið ímóti svínakríminum ella Influensa-A er
tvær ferðir dýrari enn koppingarevni ímóti øðrum krímsjúk-
um. Tað ber millum annað í sær, at tað fer at kosta danska
ríkinum 162 milliónir krónur at keypa evni til at koppseta
1,55 millión danir ímóti krímsjúkuni, sigur DR-kringvarpið.
Niels Strandberg Pedersen hjá Statens Seruminstitut sigur
við DR, at koppingarevnið ímóti Influensa-A er dýrari at
gera enn vanligt koppingarevni, og tí er tað dýrari at keypa.
Tí kostar ein viðgerð ímóti Influensa-A 52 krónur, meðan
koppingarevnið ímóti øðrum krímsjúkum liggur um 25
krónur, sigur hann.
Kreppupakkin varð
í morgun loksins
lagdur fram. Flestu
uppskotini eru gom
ul, men nøkur nýggj
vóru eisini. Men gjøgn
umgangandi er, at vinn
an skal rinda hallið
og menniskjuni skulu
fáa nakrar ágóðar.
Men onki av hesum
tiltøkum fær nakran
virkna fyrr enn í 2010
ólavsøkuuppskot
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Hóast flestar aðrar stjórnir í
vesturheiminum leggja stór-
an dent á at fáa so nógva
ferð á búskapin sum gjør-
ligt, so roynir landsstýrið
við kreppupakkanum ella
ólavsøkupakkanum at bera
so í bandi, at hallið á fíggj-
arlógini verður so lítið sum
gjørligt.
Nakað sum í sær sjálvum
er ógjørligt.
Men
samstundis
sum
hesin kreppupakkin skal
stimbra búskapin, so er
ætlanin eisini at gera nakrar
stórar bygnaðarligar broyt-
ingar.
- Hædd er eisini tikin fyri
bygnaðarligu skeivleikun-
um, ið hava verið á fíggjar-
lógini seinnu árini, ið nú
eru rættaðir, sigur Jóannes
Eidesgaard, fíggjarmálaráð-
harri.
Pakkin er gjørdur í trim-
um løgum. Ein virkisskap-
andi partur, ein partur við
strukturellum broytingum
og ein partur við rakstrartil-
tøkum.
Fleiri íløgur
Ein av ætlanunum í ólav-
søkupakkanum, sum kreppu-
pakkin verður nevndur, er at
hava virkisskapandi tiltøk.
• 300 milliónir í Húsaláns-
grunninum verða aktiver-
aðar. Hann skal veita lán
til pensjónistar, til luta-
íbúðir og til orkusparandi
tiltøk.
• Rentustuðulin til sethúsa-
bygging verður avtikin.
Tær 60 milliónirnar, ið á
konto, verða leysgivnar.
– Hetta er ikki ein upp-
gáva fyri landskassan,
men fyri fíggjarstovnar-
nar, sigur Jóannes Eides-
gaard.
• Eisini verður íløgukarm-
urin á fíggjarlógini hækk-
aður við út við 100 milli-
ónum úr 250 milliónum
upp í 350 milliónir krón-
ur. Peningurin skal eitt nú
brúkast til skipabygging
og bygging á almanna- og
mentanarøkinum.
• MVG –stuðulin til set-
húsabygging skal avtak-
ast yvir trý ár.
• Ítróttahøll á Sandi
• Framhaldandi útbygging
av landssjúkrahúsinum
• Útbygging av Flogvøll-
inum
• Ellis- og røktarheimið í
Vági
• Marknaðarføra Føroyar
sum
feramannaland
í
útlondum.
Harafturat vónar landsstýr-
ið, at gongd kemur á tunnil-
in til Eysturoynna, tí so
verða enn fleiri pengar í
lagi.
Eykaskattir
Brotið,
sum
landsstýrið
nevnir bygnaðarligar broyt-
ingar er í stóran mun at
leggja fleiri gjøld á tað sum
er, umframt at nøkur nýggj
gjøld verða.
• Inntøkutrygdin hjá sjó-
monnum verður flutt yvir
á vinnuna at umsita.
Soleiðis at skipanin líkist
meira ALS skipanini.
• Víddargjald skal leggjast
á alivinnuna.
• Partafelagsskatturin í fíggj-
argeiranum verður hækk-
aður.
• Tíðaravmarkaður eykaskat-
tur á tvey prosent á inn-
tøkur yvir 400.000 krónur.
Hesin er tíðaravmarkaður
til 2010 og 2011.
• Kapitalvinningsskatturin
hækkar eisini frá 35 upp í
39 prosent. Hetta er eisini
tíðaravmarkað.
• Innflutningurin av toll-
fríum
tubbaki
verður
avmarkaður, soleiðis at
framyvir kann bert helvtin
av tí, sum er loyvt i dag,
innflytast tollfrítt. Hetta
merkir, at vit nú kunnu inn-
flyta 100 sigarettir tollfrítt.
Við hesum vónar landsstýrið
at vinna nakað inn av
hallinum á fíggjarlógini.
Sparingar
Triðji parturin er Rakstrartil-
tøkini. Tey skulu geva til-
samans 75 milliónir krónur.
Hetta kallar landsstýrið rati-
onaliseringar. Hesin parturin
rakar breitt.
- Útrokningar hjá búskap-
arfrøðingum vísa, at tiltøk-
ini fara at stimbra búskapin
við 1,3 prosentum fyrsta
árið og út við 2 prosentum
næsta árið, sigur Jóannes
Eidesgaard, fíggjarmálaráð-
harri.
Somuleiðis fegnast lands-
stýrið, at hallið ikki sær út
til at gerast alt ov stórt, hóast
hetta illa samsvarar við tað
restin av heiminum ger.
Eisini kann staðfestast, at
summi
landsstýrisfólk
kenna seg harðari rakt enn
onnur. Og serliga kapitalist-
iski vongurin kennir seg
hava slúkt nógvar kamelar.
Tað hevur verið rættiliga drúgt til at føroyski kreppupakkin
loksins kundi latast upp, men í morgun hendi tað í skúlastovuni
í Fíggjarmálaráðnum
Myndir: Álvur Haraldsen
Vinnan skal rinda kreppupakkan