Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-24, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juli 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 140 - 24. juli 2009 tíðindi Summarbrúdleyp Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo 24 juni kom sjónleikarin Annika Johannesen til Føroya við sínum yngsta barni til Føroya. Tað vildi so til, at hon skuldi vera við í upptøkunum til Buzz Aldrin, men samstundis fekk hon veru­ liga møguleikan at halda frí í Føroyum í fleiri dagar, tí hon skuldi ikki hvønn dag vera við í upptøkunum. Alt gekk líka væl. Hon slapp at læna eini hús í býlinginum, har hon búði sum barn í Havn, í Rabarbukvarterinum, og hon fekk eina gentu at hava hálvt annað ára gamla ára sonin. Men tað var bara til Peter Littauer, sum hon hevur hildið saman við í 18 ár, kom til Føroya við hinum trimum børnunum, tey eiga saman. − Vit høvdu onkuntíð tosað um at gifta okkum, men eftir at hava verið so nógv ár saman, kveistr­ aðu vit tað til viks. Hinvegin var tað partvís praktiskt fyri okkum at giftast, og eg hugsaði, at tað hevði verið ein hátíðarlig stund at verða vígd, sigur Annika. Besta stað Seinasta fríggjakvøld sótu tey saman við nøkrum vinfólkum og prátaðu við borðið, og hon fór at tosa um, at hon allan mánadagin fór at vera í Saksun, har tey skuldu hava upptøkur av eini jarðarferð. − Tá segði Peter, at um eg vildi, kundu vit gift okkum í Saksun tann dagin. Í vár tosaðu vit einaferð um, at skuldu vit giftast, skuldi tað vera í Føroy­ um. Hetta tók eg sum eina stóra gávu frá honum og játtaði. Hann segði eisini fríggjakvøldið, at skuldu vit gifta okkum í Føroy­ um, kundu vit ikki finna eitt betri pláss enn Saksun, tí náttúran er sum eitt heilagt rúm við høgum fjøllum, himmalinum og havin­ um, og so gamla kirkjan full av søgu. Eg var so glað og svaraði bara, at tað vildi eg, sigur Annika. Tey settu sær fyri at verða vígd mánakvøldið, eftir at hon við liðug við dagsins verk. Tað var ikki so einfalt, tí Peter noyddist til Danmarkar morgunin eftir í 80 ára føðingardag hjá mammu síni, og hann kom ikki heim aftur fyrr enn mánamorg­ unin. Nógv at gera Leygardagin gekk Annika og hugsaði um vinfólk og skyldfólk teirra, sum ikki kundu vera við, tá ið tey soleiðis skuldu vígast í skundi. Hon dró á bæði, men niðurstøðan hjá henni leygar­ kvøld ið var, at tey skuldu giftast mánakvøldið, og at tað skuldi verða í Saksunar kirkju. Tað var ikki sum at siga tað at hava so stutta tíð at fyrireika seg. − Hevði tað ikki verið fyri míni góðu vinfólk, hevði tað als ikki borið til, sigur Annika. Hon hevði ringt til ein prest í Føroyum og spurt, um tað bar til, og tað bar til, segði presturin, sum visti um aðrar slíkar vígslur við stuttari fyrireiking. Hvørja ferð ein fríløta var mána morgunin millum upptøk­ urnar, ringdi hon higar og hagar, til kommunuskrivstovuna í Dan­ mark, til fólkayvirlitið og aðra­ staðni. Tað eydnaðist henni at fáa í talu eina konu, sum átók sær at taka sær av øllum. Tey skuldu jú hava váttanir um, hvørji tey vóru. Nógv skjøl skuldu til, áðrenn prestur kundi skriva vígslu­ brævið. Petur lá eisini flatur í luftini allan mánadagin við at fyrireika. Ikki fyrr enn klokkan hálvgum fimm fyrrapartin var alt leyst og liðugt. Tað var null komma noks, so var alt klárt. Eftir var at fáa urguspælara, og hann fingu tey úr Kollafirði. Klokkari var í Saksun. Ein vinkona Anniku hevði skaffað henni føroysk klæðir at fara í, og Annika slapp at skifta inni hjá bóndanum Magnusi Joensen, sum var bæði blíður og týður. Eingin stimi − Har var eg latin í, men á veg norður til Sakunar funnu vinfólk­ ini útav, at tey høvdu gloymt stiman og noyddust tí at venda aftur. Tí vóru tey eitt sindur sein, so eg fór í kirkjuna í ongum stima, sigur Annika. Tá ið hon kom í túnið, stakk klokk arin høvdið út gjøgnum vindeygað og spurdi, um hon var brúðurin,. Meðan tey bíðaðu eftir stim­ anum úr Havn, segði presturin Mogens Tilsted Christansen teimum, hvussu víglsan fór at fara fram, so bíðitíðin varð væl brúkt. So kom stimin, og orglið fór at spæla. Mitt í øllum kom ein bilur við fullari ferð oman móri kirkjuni, úr bilinum lupu fýra menn í føroyskum klæðum, og teir fóru upp á loftið, har teir sungu fýra ræddað. Hátíðarligt − Tað var so hátíðarligt alt. Veðrið var av tí besta, sólin skein, og uttanfyri hoyrdu vit tjøldrini láta, sigur Annika. Hon heldur, at fyri børnini var tað eisini ein stor løta, at tey skuldu uppliva mammu og babba fara niður á knæ, lova hvørjum øðrum trúskap og mussast. Ikki nógv børn uppliva hetta. Annika sær nógvar fyrimunir við einum brúdleypi, sum er fyrireikað í skundi, og ikki so nógv fólk eru við. − Tað er ikki so nógv, sum kann kiksa, og undir slíkum umstøðum hevur tú betri møgu­ leika veruliga at uppliva ta stóru og hátíðarligu løtuna, sum ein vígsla er. Tá ið tey komu úr kirkjuni, vóru teir fimm menn, sum sungu fyri teimum, afturvið tutlaði áin, og tey hoyrdu eisini tjøldrini láta og børn spæla. − Eg má viðganga, at tá bivaði tað í mær, sigur Annika. Alt riggaði líka væl, og sjálvt veðrið spældi við. Og tað var alt so fullkomið. Ringarnir, sum tey fingu í kirkjuni vóru flættaðir av summardáum. Har stóð brúð­ góm urin ovfarin í síni føroysku troyggju við reyðari rósu í bringuni. Rabarbubrúdleyp Aftaná vígsluna fóru tey øll til Havnar. Tá var regn og mjørki. ­ Kvøldið endaði við einum veruligum rabarbubrúdleypi í Rabarbukvarterinum, har vit 24 fólk ótu góðan mat, sum vinkona mín, Marjun, og maður hennara, Aksel, høvdu syrgt fyri. Tá ið tey komu til Havnar, stóð fyri teimum eitt blómutyssi frá Eyðuni Johannessen, pápa hennara, sum eisini sendi teimum eina heilsan um, at vakrari stað at gifta seg enn Saksun kundu tey ikki funnið. − Seinni ætla vit at halda eina størri veitslu í Danmark, og tá kunnu øll vera við, sigur Annika, sum heldur eina vígslu vera nokkso privata. Filmsliðið hevði ikki møgu­ leikan at vera við til vígsluna og til borðhaldið um kvøldið, men tey vóru so umhugsin, at tey broyttu upptøkuskránna, soleiðis at Annika, Peter og børnini fingu frið dagin eftir til at vera saman. − Vígslan og brúdleypið fara altíð at standa sum ein varði í mínum lívi, sigur Annika, sum beinanvegin aftur helt fram í filmsupptøkunum. Annika segði ja í Guds fríðu náttúru Eitt kvøldið funnu sjónleikarin Annika Johannesen og nú maður hennara knappliga uppá, at tey skuldu giftast tríggjar dagar seinni, og at tey vildu giftast í Saksunar kirkju. Aftaná vígsluna hildu tey rabarbubrúdleyp í Havn