Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-24, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juli 2009síða 45

‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

- har hittini hittast FESTIVALTÍÐINDI við Ragnhild Ellingsgaard Túnatos Ragnhild hittir í dag tónleikaran, útvarpsmannin, blaðmannin og alt møguligt annað, Finnur Jensen úr Havn. 1. Ætlar tú tær á SF í ár? Ja. Fyrst og fremst tí eg skal spæla har við Páll Finnur Páll; men mær dámar væl Summarfestivalin. Deiliga hugnaligt og bygdasligt. 2. Hvør hevur verið besta konsertin nakrantíð á SF? Hanus G. á minipallinum í 2005 var nakað heilt serligt. Okkurt løgið í luftini tað kvøldið. 3. Svevur tú í tjald ella í ordiligari song, tá tú ert á SF? Sovi har, ið hjartarúm er. Helst í song. Ov gamal til tjald. 4. Hvør hevur verið løgnasta uppliving, tú hevur havt á SF? Leygardagurin í 2007, tá ódnin rakti. Máttu bíða í fleiri tímar at vita, um vit skuldu spæla ella ikki. Ein løgin mystisk atmosfera allan dagin. Leygarmorgunin í 2006 var eisini serligur. Eitt løgið morgunball við tónleikarum úr Havn, Klaksvík og Eysturoynni. Ein brannfarligur cocktailur, sum kortini spældi væl av. 5. Hvat gleðir tú teg mest til á SF 2009? Gleði meg mest at spæla við PFP. Altíð nakað serligt at spæla á Summarfestivalinum. Nógv góð minni har. Kenni meg eisini væl koyrandi fyri tíðina. Myndatøka: Thomas Koba - Um tú ongantíð hevur verið í dalinum, so fert tú heldur ongantíð at kenna hæddirnar. Orðini eigur Anna Háberg, sum fer at spæla á Summar Festivalinum. Hon kennir tað sum eina persónliga krevjandi uppgávu at syngja sangirnar á fyrstu útgávuni alment. Eina krevjandi uppgávu, sum hon tó ger við gleði Anna Háberg hevur sungið á fleiri ymiskum gospelútgávum – eitt nú Bros og hjá MC Restorff – men í fjør gav hon umsíðir út sína egnu fløgu. - Hetta er mín fyrsta fløga, og hon er mær sera persónlig og kensluborin. Eg má eisini siga, at tað fyri fyrstu ferð kostar mær nógv at standa á palli frammanfyri fólki og syngja hesar sangir, sum kensluliga lata meg so nógv úr, sigur Anna Háberg. - Men eg gleði meg eisini sera nógv, og eg vóni at fólk taka tónleikin og tekstirnar til sín har, sum tey eru stødd í lívinum, sigur hon. - Tey flestu kenna til at hava sorg, ótta, stúran og annað at stríðast við. Eg fari ikki at rocka eina heila fjøld av áhoyrarum, men eg vóni at fólk fara kensluliga at lata upp fyri, at tað er í lagi at hava tað, sum tey hava tað - og av mótgongd gerst tú sterkur. Um tú ongantíð hevur verið í dalinum, so fert tú heldur ongantíð at kenna hæddirnar, sigur hon. Anna Háberg: - Tú mást vitja dalin fyri at náa hæddirnar Nr. 140 - 24. juli 2009 45 Tað besta við festivalum er at rokka og práta við fólk. Tað halda tríggjar ungar klaksvíksdiddir, sum Sosialurin hevur hitt til eitt lítið festivalprát, nú dagarnar av álvara eru farnir at styttast til Summar Festivalin 2009. Festivallív Ragnhild Ellingsgaard Bommini liggja so fitt í eini skál á borðinum og keksapakkin liggur hálvur undir liðini á nøkrum sodavatnum. Tað er ikki torført at síggja, at vit nú hava sett okkum til borðs saman við nøkrum ungum gentum. Tær roksa og fnisa, meðan nýggjasti slaturin skal vendast og tíðindini frá seinasta vikuskiftinum mugu líka koma runt borðið, áðrenn tað verður eitt sindur friðarligt í lítla køkinum, har vit hittast hendan dagin. - Áh, tað meinar tú ikki?, sigur tann eina við stórum eygum, tá okkurt nýtt um onkran fittan drong kemur fram. - Seriøst? Helle, tað er kul, svarar tann næsta skjótt, tá tíðindini verða váttaði av henni, sum byrjaði prátið. Men vit hava ikki sett okkum til borðið fyri at práta um dreingir. Sjálvt um tær kanska tíma akkurát tað prátið ordiliga væl, so má vend koma í evnið, áðrenn tær fullkomiliga fara út av kós. Vit skulu nevniliga tosa um Summar Festivalin – nakað, sum júst hesar genturnar gleða seg ordiliga nógv til. Tær hava allar verið á festival fyrr og ivast ikki eina løtu, tá eg spyrji tær, um tær aftur fara á festival í ár. Tí sjálvandi fara tær tað. - Summar Festivalurin hoyrir til. Uttan hann er tað ikki summar í Føroyum, heldur tann eina. Tær eru 15 og 16 ára gamlar og gleða seg serliga nógv til festivalin í ár. Ikki minst, tí at Nik & Jay eru á skránni á tí stóra pallinum. - Tað verður so nice! Eg dugi allar sangirnar hjá teimum, so har fara vit allar at syngja mega við, sigur ein teirra. Annars dámar teimum ordiliga væl at ganga og mala aftur og fram við vinfólkum og bara práta við fólk. - Men tað besta er, tá teir kendu bólkarnir koma á pallin og man bara kann standa og flippa út, sigur tann eina droymandi við einum stórum smílið. - Jaa! So stendur man bara har og rokkar saman við bólkunum. Tað er mega kul!, svarar tann næsta aftur. Tær práta eitt sindur aftur og fram um allar teir bólkarnar, sum gjøgnum árini hava vitjað á Vágsbøi. Minnini eru mong, men ein konsert stendur heilt greitt sum tann besta nakrantíð: - Johnny Deluxe!, svara tær allar, tá eg spyrji um tí bestu konsertina nakrantíð. - Teir fingu mega gongd í alt fólkið á Vágsbøi – og so vóru teir bara meeega kul! Tað er heilt sikkurt tann besta konsertin, sum hevur verið á Summar Festivalinum higartil, heldur tann eina. - Ja, alvorliga! Men kanska Nik & Jay fara at vera kulari enn Nik & Jay? Tað rokni eg næstan við, heldur ein onnur teirra. Bommskálin er við at tømast nú og prátið sníkir seg spakuliga inn aftur á dreingirnar. Men áðrenn eg sleppi teimum heilt vil eg fegin vita, hví tær akkurát fara á Summar Festivalin? - Summar Festivalurin er fyri øll. Mamma og babba eru har, omma og abbi eru har – og so fari eg eisini við mínum vinfólkum. Og øll hava tað stuttligt og hugna sær. Tað er bara kul, svarar tann eina gentan skjótt. Og tær gleða seg. Alvorliga nógv eisini.. Ungu gentirnar Hanna, Durita og Monica: - tað er stuttligt at rokka! Ungu gentirnar tímdu ikki á nakra mynd hendan dagin. Men um tú ert heppin, so kanska tú hittir tær til konsertina hjá Nik & Jay … Savnsmynd