Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-24, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juli 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 140 • 24. juli 2009 Vikuskifti 16 Jóanes Nielsen, Arnbjørn Ólavs son Dalsgarð, Dávur í Dali, Aleksandur Kristiansen, Sólrún Michelsen, Katrin Reinert, Sigri M. Gaini, Malan Poulsen, Vónbjørt Vang, Ludvík Breckmann, Vagnur Streymoy, Carl Jóhan Jensen, Kjartan Hansen, Odd fríður Marni Rasmussen og Danmarksmeistarin í »Poetry Slam« Lasse Thorning. Hesi fara øll at lesa yrkingar í ymsum søguligum støðum í Havnini á ólavsvøku. Ongin av teimum sleppur at styrkja røddina við hjálpartólum, so tað kann stað festast, at eisini teir spakaru yrkjararnir sleppa at royna styrkina í síni rødd. Skaldsligt frælsi Undir heitinum skaldsligt frælsi ella licentia poetica skipar Føroya Fólkaháskúli fyri tiltakinum ólav søkudagarnar. Hetta er komið í staðin fyri vanliga fólkafundin, ið hevur verið á Fólkaháskúlanum. - Vit hava broytt nógv á Fólka háskúlanum seinastu árini, og hetta var eitt hugskot vit hildu vera áhugavert og forkunnugt, sigur Rói Patursson, stjóri á Føroya Fólkaháskúla. Hann greiðir somuleiðis frá, at hetta er nakað fyri øll, sum hava áhuga. - Ongin skal dragast til hetta tiltakið. Sjálvur fer Rói Patursson ikki at bera nakað fram, men fer heldur at presentera hini skaldini. Søgulig støð Fyri ikki at brenna alt krútið á einum stað, verður tiltakið skipað sum eitt slag av festivali. Byrjað verður á Føroya Fólka háskúla, har fólkafundur vanliga er um ólavsøkuna, og sum helst yvir øllum hevur verið eitt slag av friðskjóli hjá føroyskum skaldum seinastu mannaminnini. Seinni verður William Heinesen heiðraður, tá kvinnur fara at frambera yrkingar við Tariru standmyndina, sum jú er ein figurur hjá Williami. Miðbýurin fær eisini sítt, har Káta Hornið ella Glade Hjørn verður nýtt, og enn seinni verður farið í Gamla Kirkjugarð, har grøvin hjá Jørgeni Frantz Jacobsen verður nýtt til seinastu geylini hjá okkara fremstu skaldum. Licentia poetica Eirikur í Jákups stovu eij@sosialurin.fo Licentia poetica Ólavsøkuaftan Føroya Fólkaháskúli klokkan 17:30 Jóanes Nielsen, Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, Dávur í Dali og Aleksandur Kristiansen Tarira í Viðarlundini klokkan 21:00 Sólrún Michelsen, Katrin Reinert, Sigri M. Gaini, Malan Poulsen og Vónbjørt Vang Ólavsøkudagur Káta hornið klokkan 16:00 Bárður Persson, Ludvík Breckmann, Vagnur Streymoy og Danmarksmeistarin í "Poetry Slam" Lasse Thorning Grøvin hjá Jørgen Frantz Jacobsen klokkan 21:00 Carl Jóhan Jensen, Kjartan Hansen og Oddfríður Marni Rasmussen. Skaldini geyla yvir býin Uttan mikrofon ella hátalarar ella nakað annað hjálpar tól verða flestu av kendu føroysku yrkjar­ unum at hoyra í ymsum støðum í Havnini á ólavsøku