Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-24, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juli 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 35 • 24. juli 2009 23 mat ummælið mortan@hamrabyrgi.com Lambstjógv av Falklandsoyg- gjunum (Miklagarður) Kraftmikil smakkur av gamlari ær, als ikki av lambskjøti. Hetta vokskenda slær ov nógv ígjøgnum. Annars moyrt og sevjumikið. Lambstjógv úr Íslandi (FK) Sera kraftmikil og reinur smakkur av lambskjøti. Sera moyrt og sevjumikið. Fyrstafloks vøra úr brøðratjóðini. Lambstjógv úr Nýsæ- landi (Miklagarður) Sera reinur, men rættiliga veikur smakkur. Kjøtið er moyrt og gott, men alt ov neutralt at smakka. Mortan í Hamrabyrgi um mælir mat úr føroysku matvøru handl unum. Skoðsmálini eru latin í mun til góðsku. Hesa tíðina á árinum leggja tey fægstu í at eta ræst. Tá skal tað vera feskt. Men hvør eigur feskt føroyskt lambskjøt í boksina? Tey munna vera fá. Alt er ræst ella turt, hugsi eg. Tað er tann gamla ”deyðssyndin” at eta feskt føroyskt lambskjøt sum enn ræður. Tað nyttar lítið at renna til handils. Har kanst tú ikki keypa feskt føroyskt lambskjøt. Men sørimi um tú ikki fært turt kjøt til keyps í handlum!? So er bara eitt at gera, at leita eftir innfluttum lambskjøti í frystidiskunum. Hendan dagin fann eg vælkenda íslendska og nýsælendska lambskjøtið. Og so eisini lambskjøt av Falklandsoyggjunum. Forkunnugt hugsaði eg. Men kundi ikki lata vera við at ristast á høvdinum. Lambskjøt úr øllum heraðshornum, men einki lokalt lambskjøt at keypa. Tað má vera eindømi í heiminum. Eg valdi at keypa tjógv við nøkulunda somu stødd og so steikja í ovninum. Skoðsmálini eru latin í mun til reinleika og kraft í smakkinum. Prísurin er ikki settur á, av tí at nógv tilboð eru í løtuni, men kg-prísurin er nakað tann sami. Feskt lambskjøt