fríggjadagur 24. juli 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 35 • 24. juli 2009
24
bóka
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Góð frukt
...úr Keyps samtøkuni
Góð frukt
...úr Keypssamtøkuni
Mortan í Hamrabyrgi
umrøður nýggjar bøkur
um mat og drekka
At gera góðan mat snýr seg um
at duga at krydda matin, segði
onkur einaferð.
Kryddarí eru gandakend, ekso
tisk og geva okkum íblástur.
Tá ið vit lata kryddarí í matin
fáa vit afturfyri inniligar luktupp
livingar og dárandi smakkir.
Ein filmsmaður hevði sagt at
kryddaríini eru ”special effects”.
Tað sum lyftir matin upp og ger
hann sveimandi. Við hvørt kínandi
sum kanel og so knappliga
skræðandi og revs an di sum kili.
Úrmælingurin Kille Enna gav
fyri kortum út nýggja kóki bók
um kryddarí, ”Killes Krydder ier”.
Henda unga danska kvinn
an ger mat sum eingin ann ar í
Norðanlondum. Hon hev ur gjørt
kryddarí til sína nits ju og er farin
í dýpdina við øll um. Kille hevur
ferðast til upp runa londini og søkt
vitan og kunnleika um hvussu
ein vel u r tey bestu kryddaríni og
hvussu tey skula handfarast.
Kryddarí er vísind og strekkir
seg nakað longri enn til tann
nær m asta glaskrukka við
TexMex frá Santa Rita.
Nýggja bókin frá Kille Enna
lýsir ein ørgrynna av krydd ar í um
og greiðir frá hvussu tey kun na
nýtast í matgerð og at blanda við
øðrum. Ert tú óroyndur í einum
køki kann hendan bókin taka
teg ljósár fram til nýggj smakk
universir.
Fleiri enn 200 uppskriftir eru
í bókini. Bæði døgurðamatur,
dessert ir, køkur og drykkir. Kille
Enna hevur sjálv tikið vøkru
mynd ir nar í bókini.
Tað er ein sonn fragd at lesa
kóki bók frá ungari kvinnu við
stór um matarlysti og passión og
sum ikki er forskrekt av lívi num.
Alt ov nógv ring sam vitska, ótti
og fjáltur er at finna í kókibókum
frá konufólkum í dag.
”Killes Krydderier” fær mítt
besta viðmæli. Framúr vælskrivað
og hent bók.
Killes Krydderier, Kille Enna,
Politikens Forlag, 366 blaðsíðir,
innbundin, uml. kr. 275
At krydda
sær tilveruna