mánadagur 27. juli 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 141 - 27. juli 2009
Við 90 verkum hjá 30
listafólkum verður
Ólavsøkuframsýningin
í ár tann størsta higartil
List
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Verkini eru øll tulkingar av
hugtakinum »landslag« í
breiðastu merking. Herfyri
flutti Grafiski Verkstaðurin
úr Listaskálanum, sum har
við fekk munandi størri
framsýningarhøli. Gott pláss
er tí eisini at hýsa teimum
mongu
og
samansettu
verkunum, sum verða við á
Ólavsøkuframsýningini í ár.
Millum tey 90 listaverk
ini, sum eru við, eru máln
ingar, foto og steintoys
verk, standmyndir úr sand
steini, stáltráði, pappíri,
innstallatiónir og verk úr
aðrari samansettari tøkni.
Hvørt á sín hátt eru verk
ini tulkingar av hugtakinum
»landslag« í nútímans merk
ing, sum á ymsar mátar seta
sjónleyku á fatanir av, hvat
landsløg kunnu vera her
heima og úti í heimi.
Eisni síggjast meir at
kalla avskeplaðar lands
lagsmyndir, sum seta spurn
artekin við list og listafatanir
í okkara tíð.
Av teimum 30 lista
fólkunum, sum eru við, er
17 kvinnur og 13 menn.
Níggju av listafólkunum
eru við á Ólavsøkufram
sýningin fyri fyrstu ferð.
Ólavsøkuframsýningin
letur
upp
ólavsøkuaftan
klokkan 14. Ólavsøkudagar
nar báðar letur framsýningin
aftur klokkan 20.
Framsýningin
hongur
uppi fram til 9. august.
Rimmar ólavsøkuframsýning
Tulkingarnar av hugtakinum »landslag« reika víða á ársins Ólavsøkuframsýning
Kantatan á fløgu
Á nýggjari fløgu bjóðar Tórshavnar Manskór sína útgáva av Ólavsøkukantatuni frá
1930. Talan er um Ólavsøkukantatuna, ið Mitens og Waagstein hegnisliga smíðaðu til
900 ára ólavsøkuhátíðina í 1930. Kantatan er tikin upp í Vesturkirkjuni. Inngangs
sangurin í kantatuni er “Fjallprúða heim” hjá R.Effersøe og Nordblom. Eftir inngangs
sangin koma nøkur speirekandi orð, sum Petur Øster hevur sett saman, og sum Uni Arge
ber fram. Síðani kemur sjálv kantatan hjá E. Mitens og J. Waagstein, sum er í 7 pørtum,
har seinasti parturin er við solistunum Peter H. Niclasen og Mouritz Mohr. Til seinast er
útgangssangurin ”Harra Guð títt dýra navn og æra”, sum Jógvan Waagstein uppteknaði.
Orðini til útgangssangin, upprunaliga eftir Petter Dass, hevur J. Dahl føroyskað. Hetta er
fjóðra fløgan hjá Tórshavnar Manskóri. Tutl gevur út.
Skiparin á trolaran
um Haki, sum JFK
Trol eigur saman
við øðrum, hevur
fingið bót fyri brot
á tær grønlendsku
fiskiveiðireglurnar
Fiskivinna
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Eftirlitsmenn frá danska
vaktarskipinum
Ejner
Mikkelsen staðfestu í síðstu
viku, at óskil var í veiði
dagbókini hjá trolaranum
Haki, sum royndi í víkini í
Vesturgrønlandi. Eftirlits
menninir komu eftir, at
skipið hevði blakað meiri
tosk útaftur, enn tann før
oyski skiparin hevði skrivað
í
dagbókina.
Harafturat
vísti tað seg, at skipið hevði
fiskað og virkað fisk, sum
var minni enn tað loyvda
minstamátið. Skiparin fekk
eitt sektaruppskot, sum var
40.000
krónur,
og
tað
góðtók hann.
Sambært Hanusi Hansen,
stjóra á JFK Troli, hevði
manningin á Haki lítið
annað í at velja enn at blaka
fisk útaftur. Frá skiparanum,
Ásmundi Olsen, hevur hann
fingið at vita, at teir fingu
umleið 40 tons av toski eftir
nøkrum fáum minuttum.
Nógv smátt var uppií, og
teir gjørdu av at blaka
millum fýra og fimm tons
útaftur. Tað vildi eygleiðar
in, sum er umborð, ikki
góðtaka og varskógvaði
fiskiveiðieftirlitið.
Haki
er
fyrrverandi
Fuglberg. JFK eigur skipið
saman
við
grønlendska
felagnum
Arctic
Prime
Fisheries, sum JFK eigur
saman
við
øðrum,
og
tveimum øðrum grønlend
skum feløgum. Hesi trý
feløgini fingu í vár 51
prosent av teirri grønlendsku
toskakvotuni,
sum
skal
veiðast uttanskers.
Haki roynir eftir toski og
svartkalva. Hanus Hansen
sigur, at fiskiskapurin hevur
verið brúkiligur, men at
prísurin á toski er so vána
ligur, at tað sambært reiðar
anum er ein katastrofa.
Harafturat er nógvur smá
fiskur
uppií.
Fiskurin
verður skráskorin og frystur
umborð.
Sjey føroyingar eru við
Haki.
Hinir
eru
grøn
lendingar.
40.000 í bót fyri at
blaka tosk útaftur
-Tann lági toskaprísurin
er einki minni enn ein
katastrofa, sigur Hanus
Hansen, reiðari á Haki
Á nýggjari fløgu leggur Tórshavnar
manskór millum annað røddir til
Ólavsøkukantatuna, sum Mitens
og Waagstein smíðaðu til 900 ára
ólavsøkuhátíðina í 1930
Í hesum døgum verður nýggja
Telefonbókin borin hvørjum
heimi og virki.
Hvussu nógv fólk í
Norðoyggjum eita
Lamhauge ínýggju
Telefonbókini?
a) 2? b) 22? c) 222?
SMSa rætta svarið (lamhauge a, lamhauge b
ella lamhauge c) inn til 1906 og ver við í
lutakastinum um eina iPhone. Tað kostar
vanligan takst at senda.
Vinnarin verður funnin tann 01.08.2009.
Vinnarin fær beinleiðis boð frá Føroya Tele.