mánadagur 27. juli 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 141 - 27. juli 2009
Seinastu dagarnar
hava Norðborg
og Fagraberg
partrolað eftir
makreli í samstarvi
við Havstovuna og
veiðan, sum skipini
hava fingið, er virkað
umborð á nýggja
verksmiðjuskipinum
Norðborg
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hetta man vera fyrstu ferð í
okkara fiskivinnusøgu, at
makrelur
úr
føroyskum
sjógvi er skráskorin umborð
á føroyskum skipi.
Norðborg og Fagraberg
eru júst komnir aftur av
túri, har skipini í samstarvi
við Havstovuna hava fiskað
makrel
við
sild
sum
hjáveiði.
Jón
Rasmussen
hevur
verið skipari við Norðborg
hendan túrin, og tá vit høvdu
hann í telefonini í morgun,
stóð hann við kranan, meðan
skipið legði frystu veiðina
upp í Ánunum.
- Samlaða veiðan av
frystum er 1230 tons, harav
umleið 40% er sildafløk og
eini
60%
skráskorin
makrelur.
Aftrat
hesum
hava vit umleið 200 tons av
mjøli, sum verða løgd upp
til Havsbrún í Fuglafirði.
Skiparin sigur, at øll
veiðan hendan túrin hevur
verið í føroyskum sjógvi,
og samstarvið við Hav-
stovuna
hevur
havt
til
endamáls
at
staðfesta
makrel í føroyskum sjógvi.
Sum skilst, hevur veiðan
hjá skipunum verið góð, og
stundum noyddust tey at
leggja stilt og framleiða
undan.
- Eg fái ikki so væl tosað
í løtuni, nú vit eru í holt við
at landa, men tit eru
vælkomin at ringja aftur
seinni í dag, segði Jón
Rasmussen, skipari.
Fyrstu ferð
Kristian Martin Rasmussen
sigur, at øll veiðan, sum
Norðborg
og
Fagraberg
fingu á hesum túri, varð
virkað umborð á Norðborg.
- Veiðan var góð, men við
tað, at sild var uppi í
makrelinum, hildu vit vera
best, at øll veiðan kom
umborð á Norðborg til
skiljingar og virkingar.
Hann heldur, at hetta er
fyrstu ferð, at makrelur úr
føroyskum sjógvi soleiðis
er
virkaður
umborð
á
føroyskum skipi.
Kristian Martin vísir á, at
nú Norðborg enn verður
royndarkoyrd, eru einir 30
mans við skipinum, men tá
alt kemur at virka, sum tað
skal, fer manningartalið at
liggja millum 26 og 28.
-
Enn
eru
ymiskar
justeringar og tillagingar,
sum skulu gerast so hvørt,
sum vit detta á ymiskt, ið
kundi verið eitt sindur
øðrvísi, leggur hann aftrat.
Hetta er annar túrurin hjá
nýggju og stásiligu Norð-
borg, og hin fyrra túrin
hevði skipið umleið 1000
tons av sildaflaki. Eitt sløð
var av svartkjafti og makreli,
sum teir heilfrystu umborð.
Aftur á sild
Kristian Martin Rasmussen
sigur, at skipið fer avstað
aftur longu í morgin, og tá
verður
aftur
farið
á
sildaveiði.
Gamalt var, at sildatíðin
byrjaði eftir ólavsøku, og tá
skuldi sildin ikki verið so
bleyt longur.
Reiðarin væntar, at skipið
verður á sild tað mesta av
hesum árinum, men heldur,
at nakað eisini verður veitt
av
makreli,
sum
tíðin
gongur.
Tá Norðborg kom aftur
av túri í gjár, var Kristian
Martin Rasmussen sjálvur
saman við abbabørnum á
bryggjuni og tók ímóti
endanum.
Norðborg aftur av øðrum túri
Til leigu
Handilsbygningur á Argjum til leigu. Kann
nýtast samlað ella sum fleiri leigumál.
Uml. 500 fermetrar.
Ring og spyr nærri.
Sp/f Vestur tlf. 23 30 60
Tað sæst næstan ikki á
skipinum, at eini 1500 tons
eru innanborða
Mynd: Dávur Winther
Kristian Martin Rasmussen saman við abbabørnum á veg
umborð á Norðborg
Mynd: Dávur Winther
Jaguar má fáa lán
Fyrrakvøldið var fundur millum bretskar
myndugleikar og tey, sum eiga bilverksmiðjuna
Jaguar. Tað skrivar blaðið Telegraph. Jaguar var fyrr
partur av amerikonsku fyritøkuni Ford Premier
Auto Group, var bleiv selt tí indiska felagnum Tata
Motors seinasta summar. Eigaraskiftið hevur tó ikki
hjálpt Jaguar stórvegis, og seinastu tíðina hevur
felagið tingast við stjórnina um at sleppa at læna
hálva aðru milliard krónur. Sum skilst er stjórnin
sinnað at ganga umbønini á møti undir ávísum treyt-
um, og Telegraph væntar, at ein semja verður undirskrivað í hesari vikuni.
Handlar selja nógvan heilivág
Síðani Fólkatingið gav teimum donsku handlunum loyvi til at selja
ávís sløg av heilivági, er sølan vaksin støðugt, og nýggj tøl vísa nú,
at handlarnir hava fingið 25 prosent av umsetninginum á økinum.
Eitt nú selja handlarnir so nógv tyggigummi og plástur, sum skulu
fáa fólk at leggja av at roykja, at teir hava 58 prosent av hesum
marknaðinum. Síðani 2001 hava handlarnir í Danmark havt loyvi til
at selja millum annað høvuðpínutablettir, hálstablettir, næsaspræn og
ymiskt, sum skal fáa fólk at leggja sigarettirnar frá sær. Sambært
einari uppgerð hjá myndugleikunum seldu handlarnir í fjør heilivág
fyri 326 milliónir krónur.
Brot
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað kemur at kosta reið-
arínum hjá djúpvatnstrol-
aranum Steintóri í Hvalba
dýrt, at skiparin á seinasta
túri loyvdi sær at snøra
trolposan, sum teir verður
rópt á fakmáli.
Tá vaktar-og hjálparskipið
Brimil kom fram á trolaran
á
eystara
kanti
av
Munkagrunninum uppundir
endan av seinastu viku,
vísti tað seg, at skiparin
hevði ein annan posa við
smærri meskum innan í
trolposanum.
Brimil kom á Havnina
við Steintóri um 10-tíðina
seinasta fríggjamorgum og
sektin, sum skiparin fekk
fyri hetta brot á fiski-
veiðireglurnar, er rættiliga
stór.
Tá tú snørir trolposan,
sum tað verður rópt, er
hetta sambært fiskiveiði-
myndugleikunum tilætlað
brot, sum eigur at revsast
hart.
Inndrigin reiðskapur og
veiða hjá Steintóri hendan
túrin hevur eitt virði av
403.000 krónum, og har-
aftrat fekk skiparin 80.000
krónur í bót.
Aftrat
hesum
kann
Fiskiveiðieftirlitið sambært
heimildum í lógini um
vinnuligan fiskiskap taka
fiskiloyvi frá skipinum í
fýra vikur.
Sektaruppskotið,
sum
skiparin á djúpvatnstrol-
aranum góðtók í rættinum
umframt mista veiðitíðin,
kann gerast dýr fyri djúp-
vatnstrolaran úr Hvalba,
sum nú noyðist at liggja
bundin við bryggju næstu
fýra vikurnar – frá seinasta
fríggjakvøldið at rokna.
Samlaði kostnaðurin av
ólógligu veiðini hjá Stein-
tóri er tískil 483.000 krónur
umframt
fýra
vikur
veiðibann.
Misti fiskiloyvi í ein mánaða