mánadagur 27. juli 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 27. juli 2009 – Nr. 141
United vann 8-2
Manchester United er av álvara farið undir fyrireikingar til
komandi kappingarár. Liðið er í løtuni á venjingarlegu í Asia,
har seinasti venjingardysturin á ferðini varð avgreiddur í
gjár. Manchester United vann heili 8-2 á Hangzhou
Greentown. Ryan Giggs var tríggjar ferðir á blettinum, og
Michael Owen skeyt tvey mál. Nani, Zoran Tosic og Dimitar
Berbatov skutu eitt mál hvør.
Framherjar gjørdu bart
Framherjarnir Andriy Voronin, Fernando Torres og Krisztian
Nemeth, sum skeyt tvey, vóru allir á blettinum, tá Liverpool vann
5-0 í venjingardysti móti Singapore um vikuskiftið. Tað seinasta
stíð Albert Riera fyri. Tað var serliga eftir hvíldina, at Liverpool var
omaná. Tá komu fýra mál. Rafael Benitez, venjari, hevði serliga
rósandi orð at bera unga Krisztian Nemeth eftir dystin, har hann
eitt nú skýrdi honum einum bjarta fótbóltsframtíð.
ÍF
HB
Fuglfirðingar komu til
Havnar eftir tí eina
stiginum. Og hóast HB
hevði bóltin nógv, so vórðu
tað gestirnir, sum føldu seg
sum vinnarar, tá dómarin
hevði bríkslað seinasta
bríkslið
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Har var eingin ivi um, hvør var
meira nøgdur, tá Páll Augustin-
ussen hevði floytað fyri seinastu
ferð.
Spælararnir hjá heima- og odda-
liðnum royndu sum skjótast at
sleppa sær í skiftirúmið. Vónsviknir
um, at talan bert gjørdist um eitt
stig.
Gestirnir úr Fuglafirði høvdu
hinvegin smílini frammi. Málleysi
javnleikurin var í nógvar mátar tað,
sum teir vóru komnir eftir, og teir
vóru skjótir at gera eina ketu, so -
leiðis at teir í felag kundu takka
áskoðarunum, sum gjøgnum dystin
høvdu givið sín heilhjartaða stuðul.
Ov lítið hugflog
Sæð burtur frá fyrsta góða korter-
inum ella so, so sat HB á øllum tí,
sum gekk fyri seg í Gundadali.
Áðrenn vertirnir raknaðu við,
spruttaðu fuglfirðingar øgiligt, og
Andy Olsen átti at avgreitt betur
enn at avlevera við innarsíðuni til
HB-málverjan, eftir at Dánjal á
Lakjuni hevði sent innfyri.
Men tað var sum so tað. Seinastu
20 minuttirnar undan steðginum
fekk HB veruliga ferð á. Rógvi Poul-
sen og Bjarni Jørgensen fingu gott
rásarúm á kantunum, og mest sum
óteljandi ferðir vórðu teir spældir
leysir í borðunum.
Nærri enn einum stútara, sum
varð bjargaðu á málstrikuni, komu
teir tó ikki. Ta einu ferðina varð
Rógvi Poulsen leysur, men úr spísk-
um sendi hann framvið málinum.
Eftir steðgin var trýstið frá HB
enn størri, og fuglfirðingarnir
høvdu trupult við yvir høvur at
vinna seg fram um miðlinjuna. Men
alt ov sjáldan gav trýstið úrslit í
veruligum málmøguleikum. Tann
størsta átta Johan Eijvind Mourit-
sen, sum tó sá Andras Gango stjór-
bjarga fluktara úr 10 metrum. Og tá
Vagnur Mohr Mortensen djúpt í
yvirtíðini gjørdist púra leysur eftir
verjumistak, eydnaðist honum
heldur ikki gera sær dælt.
Í aðrar mátar endaðu HB álopini
aloftast við innleggi, sum vann
vegin fram til pannuna hjá Bartali
Eliasen, ella gjørdist spælið mitt fyri
ov trongt, soleiðis at ÍF-verjan altíð
fekk eina langa tá á bóltin.
Spenningur aftur í oddin
Hóast javnleikin, so er HB enn trygg-
ur eigari av oddasessinum. Og tey
sjey stigini, sum eru niður til B68,
staðfesta eisini, at HB enn er stór-
favorittur til gullið.
Men tað er samstundis ein veru-
leiki, at HB nú ikki hevur vunnið í
trý umfør. Javnleikir móti B36, AB
og ÍF eru ikki akkurát tað, sum
styrkir um sjálvsálitið hjá liðnum,
og vinnur B68 í útsetta dystinum
móti Víkingi, er munurin niðri á fýra
stigum, og so verður av álvara trýst
á oddaliðnum.
Fuglfirðingar hava hinvegin eisini
sítt at hugsa um. Fýra stig í teimum
báðum fyrstu dystunum eftir steð-
gin er avgjørt til at liva við. Men tað
tykist vera lítil ivi um, at KÍ er á veg
úr botninum, og so ræður um hjá ÍF
at syrgja fyri, at tað ikki verða teir,
sum detta niður um kriminellu strik-
una.
Áttu at avgjørt
Liðskiparin hjá HB, Fróði Benjaminsen, var á ongan hátt nøgdur við
úrslitið.
- Nei. Ein málleysur javnleikur á heimavølli er ikki nóg gott hjá
okkum, so hetta var skuffandi.
- Tað er sjálvandi trupult hjá okkum at skapa nakað, tá teir liggja
somikið djúpt, sum teir gera. Men eg haldi kortini, at vit skapa nóg
mikið til at vinna dystin. Men vit skora ikki upp á teir møguleikarnar,
sum vit skapa okkum, staðfesti Fróði Benjaminsen eftir dystin.
-mørk
Hildu tætt
Hjá ÍF-liðskiparanum var lagið slettis ikki so galið eftir málleysa
javnleikin.
- Vit eru væl við eina løtu, men so koma vit undir eitt stórt trýst
restina av dystinum. Men eg haldi nú ikki, at teir skaptu sær so øgiliga
nógvar møguleikar. Johan Ejvind hevur ein, men tað haldi eg var tað,
segði Bartal Eliasen eftir dystin.
Trýstið á tykkum verður øgiligt í seinna hálvleiki. Hví duttu tit
somikið langt aftur á vøllin?
- Vit fingu ikki miðvøllin at hanga saman, og so verður trýstið stórt
av sær sjálvum. Men tíbetur eydnaðist tað so okkum at halda allan
vegin. Nú hava vit fýra stig fyri teir báðar fyrstu dystirnar eftir
summarsteðgin, og tað eru vit væl nøgdir við, segði Bartal Eliasen.
-mørk
HB-ÍF 0-0:
0-0 til ÍF
Sæð burtur frá fyrsta góða
korterinum ella so, so sat
HB á øllum tí, sum gekk fyri
seg í Gundadali í gjár.
Mynd: Álvur Haraldsen