hósdagur 30. juli 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 30. juli 2009 – Nr. 142
Ov nógvar uppgávur
Hóast Hans Pauli var eitt sindur vónbrotin, so var hann ikki so
keddur av úrslitinum í dag.
- Hetta er ikki so heilt galið. Tað er sjálvandi altíð keðiligt at
tapa, og serliga, tá tað er eina finala, men eg haldi tað var
uppiborið hjá teimum, segði Hans Pauli Samuelsen.
Hann vísti tó á, at hann kendi, at tað vóru í so nógvar
uppgávur, hvør leikari skuldi loysa, og tí var trupult at fáa so
øgiliga nógv spæl.
Um Egil á Bø var hann tó ivaleysur.
- Eg haldi ikki, at tað hevur merkt liðið. Vit hava verið saman í
dag, og hava ikki tosað um Egil, so eg merki ikki, at tað hevði
nakað at siga. Vit royna at hyggja meira frameftir, segði hann
eftir tapið ímóti Víkingi.
Tað skuldi ikki verða
Sigrfríður Clementsen var rættiliga vónbrotin eftir dystin, men
hann metir ikki, at tað, sum hevur verið kring Egil á Bø serliga
hevði nakað at siga.
- Vit ætlaðu sjálvandi at vinna, og høvdu sett nøsina upp
ímóti tí, og eg haldi ikki, at tað hevði nakað at siga, at tað stóra
er at fara eftir við Egili á Bø. Eg setti liðið við teimum
leikarunum, sum eg ætlaði, og tá menninir koma á vøllin, tá
haldi eg ikki, at nakar hugsar um tað, segði venjarin hjá EB/
Streymi.
Hann greiddi eisini frá, at árið ikki hevur verið eins gott og í
fjør, men at vónirnar til komandi tíðir ikki eru so galnar.
Okkara spæl vann
Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi, var fegin um
sítt fyrsta steyp við Víkingi.
- Hetta er øgiliga gott, og tað stóð nógv á til endans.
Nervar komu eisini inn, og so skoraðu teir eisini. Men
sum heilt haldi eg, at vit onkursvegna spældu hesa
finaluna rætt við at spæla okkara spæl. Vit fóru eftir
teimum alla tíðina og tað hevur alla tíðina verið
ætlanin, segði venjarin beint eftir finaluna.
Hann helt eisini, at orsøkin til, at tað var so lítið um
EB/Streym størsta partin av dystinum var, at spælið
var í so disiplinerað.
Fult uppiborið
- Atmosferan var fantastisk allan dystin, og eg haldi, at hetta
var fult uppiborið hjá okkum. Men intensiteturin var øgiliga
høgur allan dystin, og tað kendist sum at hava spælt tveir
dystir eftir fyrra hálvleik, segði Atli Gregersen, tá dómarin
hevði floytað av.
Hann vísti eisini á, at tá so nógvir áskoðarar eru til ein dyst,
so kennir mann onkursvegna, hvønn veg tað ber.
- Í løtum hoyrdu vit bara Víkingar og so hoyrdu vit bara, at
tey róptu á EB/Streym, so mann kann róliga siga, at
áskoðararnir høvdu nógv at siga í dag.
Hann vísir tó á, at málini teir fingu ímóti sær, er nakað, ið
harmar hann eitt sindur.
- Tað er keðiligt, hvussu teir fáa málini, og eg hugsi eitt
sindur um tað. Men beint nú hevur tað ikki so nógv at siga, tí
vit eru steypavinnarar!, staðfesti Atli Gregersen.
Venjarar árið út
Rólant Højsted, formaður í EB/Streymi, vildi fyrst og fremst rósa
felagsliðnum fyri eitt gott avrik í gjár, men spurdur um
venjararnar var hann meiri spakur.
- Hetta er sjálvandi ikki tað vit ætlaðu, men vit vísa at vit eru
í toppinum, tá vit eru í finaluni trý ár á rað. Um venjararnar havi
eg onga viðmerking, men teir hava sáttmála fyri restina av
árinum, og so taka vit tað harfrá, staðfesti formaðurin eftir
tapið.
Formaðurin vísti eisini á, at menn løgdu nokk fyri dagin,
men at tað var okkurt smávegis, ið manglaði.
Hetta er ein dreymur
Ungi álopsleikarin hjá Víkingi, Finnur Justinussen, var
stórliga fegin um úrslitið hjá felagnum, nú hann á fyrsta ári
á besta liðnum gjørdist steypavinnari og fekk eitt mál.
- Hetta er nakað eg havi droymt um leingi, so hetta er
øgiliga deiligt. Hetta er størsti dysturin eg nakrantíð havi
spælt og tí er tað sjálvandi deiligt at vinna. Og so er tað
sjálvandi gott, at vit nú sleppa í Evropa at spæla, men árið
er ikki bjargað enn. Tí vit ætla okkum at vera millum
medaljurnar í FM-stríðnum, tá tað kemur so langt, staðfesti
Finnur Justinussen, sum sjálvur gjørdi eitt mál í dystinum.
Lagt til rættis: Eirikur
í Jákupsstovu
Myndir: Álvur Haraldsen
Vieira á veg til Arsenal
Arsené Wenger, venjari hjá Arsenal, sær fegin, at Patrick
Vieira kemur aftur til felagið. Tað avdúka enskar miðlar í dag.
Miðvallarin hevur sjálvur sýnt áhuga fyri at koma aftur til
felagið, sum hann umboðaði frá 1996 til 2005. Tá skifti hann
til Juventus, og seinni til Inter, men hann hevur ongantíð
fingið sítt gjøgnumbrot í italskum fótbólti. Patrick Vieira er
33 ára gamalur.
Celtic í trupulleikum
Tað er líkt til, at Celtic ikki fer at taka lut í bólkaspælinum í Champions
League komandi árið. Á heimavølli í gjár tapti liðið 1-0 móti Dynamo
Moskva. – Eg eri sera vónbrotin, men framvegis optimistiskur. Vit skulu
hava trúnna á, at tað letur seg gera, sigur Tony Mowbray, venjari hjá
Celtic, við skotskar miðlar. Kokorin skeyt einasta málið hjá Dynamo
Moskva.