Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-30, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juli 2009síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

- har hittini hittast FESTIVALTÍÐINDI við Ragnhild Ellingsgaard Nr. 142 - 30. juli 2009 39 Bólkurin, sum spældi fyrstu uttandura konsertina á Summar Festivalinum nakrantíð, verður nú aftur at hoyra á festivalinum í Klaksvík. Tónleikur Ragnhild Ellingsgaard Ein leygardag seinnapart fyri fimm árum síðani fóru nakrir ungir tónleikarar á pallin á Vágsbøi og spældu fyrstu uttandura konsertina nakrantíð saman. Nógv er hent síðani góðveðursdagin í 2004 og nú verður bólkurin Credo aftur at hoyra á Summar Festivalinum. Credo er í dag ein tann besti gospelrokkbólkurin í Føroyum. Teir spæla nýmótans rokktónleik og leggja dent á at hava góð løg og viðkomandi tekstir. Fýra tónleikarar manna Credo. Teir hava allir verið við í bólkinum, síðani fyrstu fetini vóru tikin í 2003, tá bólkurin var við til Gospelprixið. Síðani hevur Credo spælt til nógv ymisk tiltøk, og teir hava eitt nú havt frálíkar framførslur á Fjarðafestivalinum. Nú verða teir so aftur at hoyra á festivalinum, har teirra stóru framførslur byrjaðu fyri fimm árum síðani. Manningin í Credo er hendan: Hans Andrias Olsen, Alvin Ellebye Andersen, Leivur Vitalis og Rógvi Sivertsen. Tónleikur Ragnhild Ellingsgaard FAROE 5 er eitt heitt navn í føroyskum popptónleiki. Hóast tað er liðið eitt ár, síðani fyrsta fløgan hjá teimum kom út, verða genturnar framvegis tráðspældar í føroyskum útvarpi, og Faroe 5 hevur mest sum verið fast inventar á 15 teimum bestu, sum er hitlistin hjá teimum ungu. Fimm ungar kvinnur manna FAROE 5. Tær vórðu valdar eftir almenna upptøkuroynd, har nógvar evnaríkar kvinnur bjóðaðu seg framman. Valið fall á Jónvá, Lillian, Astu, Ragnhild og Vígdis. Sangurin Bara 1 Spæl gjørdist stóra gjøgnumbrotið hjá FAROE 5, men síðani hava sangir sum Eina Langa Nátt og Tell Me Now verið stór hitt í Føroyum. Og FAROE 5 hava spælt eina ørgynnu av konsertum, síðani tær tóku fyrsta stigið inn á føroyska tónleikapallin. Bólkurin er betri live enn nakrantíð áður, og genturnar í FAROE 5 eru til reiðar við einum ordans konsertbraki á Summar Festivalinum, sum verður um bara nakrar heilt fáar dagar. Hann skrivar og spælir egnan tónleik, sum hittar bæði í Føroyum og uttanlanda – og so er hann maðurin aftan nakrar av teim bestu pallframførslunum, vit nakrantíð hava sæð í Føroyum. Tí verður Høgni Lisberg sjálvandi aftur á skránni hjá Summar Festivalinum. Tónleikur Ragnhild Ellingsgaard Tað er nógv vatn runnið í ánna, síðani Høgni Lisberg sat og bukaði trummur í legendariska rokkbólkinum Clickhaze. Síðani hann slepti trummustikkarunum hevur hann ment seg til ein tann besta og mest umbidna føroyska tónleikaran nakrantíð – og hetta er sjálvandi ikki uttan orsøk. Høgni Lisberg er ikki bara góður í upptøkuhølunum og á fløgu; hann er eisini maðurin aftan eina av teim bestu framførslunum nakrantíð á Summar Festivalinum. Hetta var, tá Høgni spældi í tjaldinum fyri tveimum árum síðani. Og nú er hann aftur á skránni hjá Summar Festivalinum, so í august ber aftur til at uppliva eitt tað feitasta føroyska tónleikanavnið rokka á føroyskum festivalpalli. FAROE 5 á Summar Festival: Betri enn nakrantíð áður Høgni Lisberg á Summar Festival: Lekkur drongur og feitar rútmur Credo á Summar Festival: Lekkur gospelrokkur á skránni