fríggjadagur 31. juli 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 143 - 31. juli 2009
Mánakvøldið 27.
Juli var startskotið
á ólavsøkuna hildið
í Tórsgøtu í Havn.
Við feitum og
fjølbroyttum tónum
bjóðaði FUTT í býin
til eina heldur øðrvísi
ólavsøkukonsert, ið
eftir øllum at døma
langt um leingi nú
hevur funnið sítt
rætta stað – nevniliga
í Tórsgøtu
Tónleikur
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Mánakvøldið byrjaði ólav
søkan av álvara. Við einari
skrá, ið avgjørt umboðaði
bestu tónleikarar í Føroyum,
var Tórsgøta á gosið – hóast
veðrið ikki var av tí besta.
Hetta er annð árið á rað, at
Tórsgøta hevur verið karmur
um
ólavsøkukonsertina.
Áðrenn hetta var konsertina
vanliga hildin í Kommunu
skúlagarðinum í Havn, men
sigast má, at hetta var ein
traditión, ið hevði tørv á
broytingum.
Kommunu
skúlagarðurin var kendur
fyri at verða fyri tey heilt
ungu, og neyvan nakar tón
leikari ella tónleikabólkur
kundi økja um miðalaldurin
til konsertirnar. Men nú er
hetta øðrvísi.
Við
sama
konsepti
bjóðaði FUTT í Býin til
ólavsøkukonsert í Tórsgøtu,
og frá ári til ár bleiv hendan
fleiri ára gamla traditión
brotin. Ung sum gomul
leitaðu sær í Tórsgøtu hetta
fyrsta ólavsøkukvøldið, og
við nøvnum sum Frændur,
Terji
Rasmussen,
Jens
Marni Hansen, Páll Finnur
Páll og Faroe5 var als einki
at ivast í – ólavsøkukonsertin
er aftur á lívi.
Vælnøgdur
varaborgarstjóri
Tað var við fyrivarni, at
fyrireikararnir av FUTT í
Býin fingu játtað at flyta
konsertina oman í Tórsgøtu,
men nú er varaborgarstjórin
ikki í iva longur.
Vit vóru skeptisk, tá ið
fyrireikararnir í fjør spurdi
okkum, um tey kundu flyta
konsertina oman í Tórsgøtu.
Men tað riggaði so mikið
væl í fjør, at í ár vóru vit als
ikki í iva, sigur Bogi
Andreassen við Rás2.
Eisini fyriskipararnir av
konsertini vóru væl nøgd
við úrslitið.
Vit settu met í forsøluini
av atgongumerkjum, og
fólk hava tikið ótrúliga væl
ímóti nýggja konseptinum,
sigur Jóhannus á Rógvu
Joensen við Rás2.
Endaðu við einum braki
Sum verða man vóru
fleiri av bólkunum væl
fagnaðir av ólavsøkugest
unum, og serstakliga endin
setti Tórsgøtu á gos. Við
Páll Finni Páll og Frændum
sum seinastu bólkunum,
gjørdist hetta mest sum ein
lítil forsmakkur uppá tann
víðagitna midnáttarsangin
á ólavsøku. Nærum hvørt
mannabarn
í
landinum
dugir at syngja við til løgini
hjá
hesum
vælumtóktu
bólkum, og tað bleiv eisini
gjørt
hetta
kvøldið
í
Tórsgøtu.
Faroe5 góvu sítt
til ólavsøkuna
Tað er neyvan ov nógv sagt,
tá ið sagt verður, at kvinn
urnar í Faroe5 hava havt
trupult við at finna sína
røttu hill. Hóast mong av
løgum teirra eru vælumtókt,
so hava tær kortini havt
trupulleikar við at funnið
sítt rætta image. Men nú
tykist tað mest sum, at
kvinnurnar í Faroe5 hava
tikið seg fram, og við
harðari venjing hava tær
umsíðir funnið sítt rætta
stað á pallinum.
Við einari professionellari
og gjøgnumførdari fram
førslu bjóðaðu tær millum
annað
ólavøkugestunum
sína
egnu
útgávu
av
ólavsøkusanginum – á tann
deiliga Havn.
FUTT funnið sína hill
Óttast ikki krímsjúkuna
Sambært einari spurnarkanning hjá tí íslendska Fréttablaðnum
leggja íslendingar ikki stórvegis í Influensa A ella svínakrím, sum
sjúkan eisini verður rópt. Næstan 75 prosent av teimum spurdu
svaraðu, at tey óttast ikki sjúkuna, og tað sæst, at fólk á bygd
stúra eitt lítið sindur meiri fyri sjúkuni enn fólk í Reykjavík og
har um vegir. Annars vísir kanningin eisini, at kvinnur hugsa
meiri um krímið enn menn. Í hvussu er óttast 21 prosent av
kvinnunum sjúkuna, meðan 13 prosent av monnunum søgdu seg
óttast hana. Fréttablaðið spurdi eisini fólk, hvønn politiskan flokk
tey velja, og her vísir kanningin, at veljarar hjá Framsóknar
flokkinum óttast krímið meiri enn veljarar hjá øðrum flokkum.
Vænta rentuhækking í Noregi
Búskapartíðindastovan Bloomberg væntar, at Noreg verður tað
fyrsta av ídnaðarlondunum, sum fer at hækka ta leiðandi rentuna.
Noreg er millum heimsins størstu oljulond og er sambært Bloom
berg ikki so meint rakt av fíggjarkreppuni sum flestu onnur ídnað
arlond. Norski tjóðbankin hevur lækkað rentuna støðugt tað seinasta
árið. Í september í fjør var rentan 5,75 prosent, og nú er hon 1,25
prosent, sum er tað lægsta nakrantíð. Bloomberg skrivar, at tiltøk
hjá stjórnini hava økt eftirspurningin á norska heimamarknaðinum
nóg. Harafturat eru húsaprísirnir hækkaðir meiri enn fimm prosent
teir seinastu tríggjar mánaðirnar.