fríggjadagur 31. juli 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 143 - 31. juli 2009
Atassut einki formansevni enn
Enn hevur eingin sagt seg vera sinnaðan at taka við
formansstarvinum í grønlendska flokkinum Atassut eftir Finn
Karlsen, sum segði seg frá aftan á tað vánaliga valúrslitið hjá
flokkinum fyrr í ár. Godmand Rasmussen, sum er í floksleiðsluni,
hevur tó sagt, at hann er til reiðar at stilla upp sum formansevni,
um eingin annar ger vart við seg. Godmand Rasmussen hevur eitt
politiskt høvuðsmál, og tað er, at Grønland skal fara upp í ES.
Hann sigur við kringvarpið KNR, at tað kann ikki vera rætt, at
Grønland skal standa einsamalt, meðan øll onnur taka seg saman í
samgongur og samveldi. Eykalandsfundur verður í Atassut um fýra
vikur, og tá skal flokkurin ætlandi hava nýggjan formann.
Varnaðust ikki flóðina
At tað kann vera vandamikið at fara út á sandin har suðuri við ta
vesturjútsku strondina, fekk eitt týskt húski at sanna í gjárkvøldi.
Húskið, tvey vaksin og tvey børn og ein hundur, vóru farin ein
biltúr út eftir sandinum við Sønderstrand á oynni Rømø. Brád
liga varnaðust tey, at tað var farið at fløða, og at nú var sjógvur
millum tey og land. Til alla lukku sóu fólk inni á landi, hvussu
vorðið var, og tey varskógvaðu myndugleikarnar. Ein tyrla varð
send avstað, og hon tók tey fýra fólkini og hundin upp. Tá var ov
seint at bjarga bilinum, so hann kom ikki til lands fyrr enn um
midnáttarleitið, tá tað var fjarðað so mikið, sigur DR.