fríggjadagur 31. juli 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 143 - 31. juli 2009
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Glottar í røðu
Tað má uttan víðari ásannast, at løgmansrøðan, sum
vit generelt viðgjørdu í gjár, hóast hon í støðum er
lítið ítøkilig, eisini fevnir um áhugaverdar partar og
sera týdningarmikil hugskot.
Ætlan samgongunnar er, at stórur partur av hækkaða
íløgukarminum skal gagnnýtast á slíkan hátt, at
eisini annar íløgupeningur fæst til vega. Hetta er
eins skilagott og tað er sjálvsagt. Víst verður til tær
mongu verkætlanir innan mentan og ítrótt, sum í
áravís hava ligið á tekniborðunum ella á almennum
skrivstovum og bíða eftir politiskum avgerðum og
játtanum. Her er mangt í at velja: mentanarstovnarnir
hava flestallir út av lagi vánaligar hølisumstøður.
Verst fyri eru uttan iva mentanarsøvnini, har okkara
ómissandi mentanararvur fúnar ella er væl og
virðiliga fjaldur burtur fyri eygum almenningsins.
Arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkunum eru hareftir.
Landsstýrið eigur tí at nýta høvi til eitt nú at byggja
felags hús til Fornminnissavnið, Landsskjalasavnið
og Landsbókasavnið. Vit kunnu eisini nevna
Tjóðpallin, sum er húsvillur og bert takkað verið
vælvild frá Tórshavnar býráði ikki liggur úti á
berajóli. Tann viðferð, sum landsmyndugleikarnir
geva hesum mentanarstovnum er einki minni enn
landaskomm, sum nú kann bøtast. Hesar uppgávur
kunnu ivaleyst verða loystar í tøttum samstarvi við
Tórshavnar býráð, sum á flestøllum økjum, ikki minst
mentanarøkinum, er ljósár frammanfyri landsstýrið.
Í hesum viðfeingi kann verða hóskandi at minna á
nýggja kringvarpshúsið, sum ABC 1 lovaði Føroya
fólki. Hetta lyftið, sum varð givið við fimtiára hald
Kringvarpsins eigur at verða hildið, samstundis sum
hesin mentanarstovnur eigur at verða skipaður sum
ein veruligur public service stovnur, so orkan verður
nýtt til annað og betri enn at kappast við privatu
miðlarnar um lýsingamarkanðin.
Tað er rætt og gott, at samgongan ætlar at lanta
landið byggja ítróttahøll á Sandoynni. Hetta mál
kann valla loysast á annan hátt, men sjálvsagt eiga
kommunurnar at vera við m.a. til at tryggja raksturin.
Ein ítróttahøll fer at hava stóran týdning fyri trivn-
aðin á í Sandoynni og fer at gera sít til, at fólkið
trívist og støðast. Um lokal mentanarhús og um
ítróttar verkætlanir, sum løgmaður eisini hevur í huga,
er bert alt gott at siga og her eigur at verða farið til
verka sum skjótast og at gera hetta í samstarvi við
kommunurnar. Tað er tó eingin orsøk til at byggja
ungdóms- og bygdahús á hvørjum tanga. Sum undir-
støðukervið hevur ment seg, er nóg mikið við fáum
men góðum húsum, ið skulu kunna nýtast til øll
enda mál innan mentan og ítrótt. Í hesum sama høpi
eigur landsstadion at verða projekterað og byggt,
soleiðis, at vit kunnu hýsa Oyggjaleikunum og stórum
altjóða tiltøkum.
Vit hava her víst á nakrar glottar og tikið fram nøkur
brot, sum snúgva seg um sera aktuel mál, har vit
halda løgmann hava havt heppna hond. Aðrir glottar
eru, meðan tað sama ikki kann sigast um uppaftur
aðrar partar av røðuni, sum vit venda aftur til í
næstum.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Løgmansrøðan er, sum
vera man, ein samandráttur
av teimum mongu máls
økjunum, sum landsstýrið
og landsstýrisfólkini
arbeiða við. Tað er rímiligt,
at ólavsøkupakkin og tey
mongu tiltøk, ið samgong
an hevur sett sær fyri at
fremja til tess at møta
fíggj ar og búskapar krepp
uni, fylla nógv í ólavsøku
røðu løgmans, og at tað tí
eru mál, ið rúm ikki hevur
verið fyri í røðuni. Eitt av
teimum er mentanarøkið.
Eg fari tí at loyva mær at
greiða Føroya fólki frá
nøkrum av teimum ætlan
um, ið eg, sum lands stýris
kvinna í mentamálum,
boð aði løgmanni frá,
kundu verið umrødd í løg
mansrøðuni. Mál, sum
hava høga raðfesting í
árinum sum kemur og
árunum sum koma.
Í Føroyum hava vit eitt
ríkt tilfeingi – fólkið,
ment anina og samleikan.
Hetta eru grundarsteinar, tá
vit vilja menna kreativa og
skapandi vinnu. Megna vit
at skipa okkum á rættan
hátt, kann mentan og ný
hugsan gerast okkara
virðis miklasta tilfeingi –
mentanarliga eins og
búskaparliga. Eitt av enda
málunum við mentanar
politikkinum er at skapa
karmar, ið menna kreativar
førleikar, og sum frá líður
eisini kreativar vinnunur.
Landsstýrið ætlar at taka
upp samstarv við okkara
virkna mentanarlív við tí
endamáli í felag at orða
eina virkisætlan, ið um
framt at menna mentanar
karmarnar, vísir á, hvussu
til ber at menna mentan til
vinnu. Tann vøkstur, ið
okkum tørvar í løtuni, skal
spretta úr øðrvísi gagn
nýtslu av tilfeinginum.
Farið verður undir hetta
samstarv í heyst.
Mentanarliga undir
støðukervið
Somuleiðis skal ein ætlan
orðast, hvussu vit bøta um
mentanarliga undir støðu
kervið kring landið.
Hugsað verður um søvn,
sjónleika og tón leikahús,
mentanarhús og aðrar
týðandi íløgur á mentanar
og ítróttar økinum.
Vert er at geva gætur, at
stuðulin til mentanina er
virksemisskapandi. Sjáld
sama nógv arbeiða sjálv
boðið og ólønt við stórum
verkætlanum á mentanar
økinum. Fólk skriva, yrkja,
skapa tónleik, sjónleik,
menna sniðgeving, lista
handverk, matlist, byggja
bátar og menna ferða
vinnu tilboð o.s.fr.. Alt
hetta er við til at skapa
arbeiði og vøkstur innan
kreativu vinnugreinar
okkara.
Mentanargrunnurin
Við at vaksa nakað um
tann stuðulin, sum Ment
anar grunnurin veitir, og
sum verður veittur til at
menna mentanarliga undir
støðukervið um alt landið,
skapa vit hópin av virk
semi í mentanarligu
høvuðs vinnuni, men eisini
í hjávinnum sum t.d. graf
isku vinnuni, KTvinnuni,
prentsmiðjuvinnuni, byggi
vinnuni og ferðavinnuni.
Miðað verður eftir at
styrkja um bæði fíggjarliga
og fyrisitingarliga partin av
Mentanargrunni landsins,
og neyðug lógarbroyting
verður løgd fyri tingið.
Tað er umráðandi, at
okkara listafólk, rithøv
undar og tónleikarar fáa
møguleika fyri at arbeiða
við sínari list, og at listin
sleppur at bjóða av, at
revsa, at orða nýggjar hug
myndir og at virka frælst.
Tað er altavgerðandi fyri
okkara førleika at flyta
okkum.
Leiklistin í Føroyum
blómar, hóast umstøðurnar
ikki eru tær bestu. Sum
liður í at bøta um viður
skiftini er ein arbeiðs bólk
ur settur at gera tilmæli um
stutt og langtíðarætlan við
atliti at hølisumstøðunum,
og hetta arbeiðið verður
væntandi liðugt í heyst.
Kringvarpið
Kringvarpið er ein týð andi
mentanarberi í før oyska
samfelagnum. Í komandi
tingsetu verður Føroya
fyrsti public servicesátt
máli lagdur fyri tingið til
aðalorðaskiftis. Sáttmálin
skal m.a. áseta, hvørjar
skyldur Kring varpið hevur
mótvegis borgarunum aftur
fyri kringvarpsgjaldið, og
enda lig avgerð skal takast
um fíggingarleist Kring
varpsins eins og leiðslu
bygnað Kringvarpsins.
Eisini verður álitið um
málmørk lagt til aðal
orðaskiftis. Fólksins sam
leiki endurspeglast í
móðurmálinum, ið sum
fremsti samskiftismiðil
skal tryggja, at málini, sum
vit seta okkum, verða
rokkin á ein fólkaræðis
ligan hátt.
Mentanin og ítrótturin
ganga á odda
Eins og føroysk menta fólk,
ganga ítróttarfólkini á
odda, tá ræður um at seta
Føroyar á heimskortið.
Hetta bera framúr góðu
úrslitini í altjóða kapp ing
um boð um. Nógv átøk
kunnu gerast fyri at betra
um umstøðurnar hjá før
oyskum ítrótti. Ein raðfest
útbyggingarætlan fyri
ítrótttarøkið skal orðast,
lóggáva skal samtykkjast
um bygging av ítróttar og
mentanaranleggum, og
støða skal takast til, um
Føroyar skulu søkja um at
hýsa Oyggjaleikunum í
2017. Á hesum øki, eins og
á so mongum økjum innan
mentan og list, er tað
ómeta liga umráðandi, at
tey sjálvbodnu í mentanar
lívinum, landsstovnar,
vinnan, land og kommunur
hava eitt felags stev.
Miðað verður eftir at
koma á mál við lógávu
arbeiðinum í sambandi við,
at fólkakirkjan er yvirtikin,
og stórur dentur verður
lagdur á at byggja upp eitt
haldgott og virðiligt
samstarv millum kirkjuliga
og politiska myndugleikan.
Hetta eru nøkur av
teimum málum, ið eg ynski
at greiða løgtinginum frá í
sambandi við løgmans
røðuni, ásannandi at eitt
ríkt mentanarlív er ein
fyritreyt fyri trivnaði og
viljanum til at taka tøk í
felag.
Mentan og vøkstur
landsstýriskvinna í
mentamálum
HELENA DAM Á
NEyStABø