fríggjadagur 31. juli 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 31. juli 2009
Tá leikararnir í EB/Streymi
fara á fund við Margáir í
kvøld, verður kunngjørt fyri
teimum, at Heðin Askham
skal venja teir, tað ið eftir
er av árinum
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Formaðurin í EB/Streymi, Rólant
Højsted, vil tó ikki vátta, at talan er
um Heðin Askham.
– Venjarin er funnin og vit
kunngera helst í kvøld ella í
morginárini, hvør hesin er, segði
hann við Sosialin í morgun. Rólant
Højsted greiðir frá, at tey ynskja
sjálvi at kunna leikararnar um, hvør
nýggi maðurin við róðrið er.
Sosialurin fekk tó at vita so mikið
sum, at nýggi venjarin kemur til
landið í kvøld, og at hesin kemur at
stýra liðnum, tá EB/Streymur tekur í
móti KÍ sunnudagin.
Heðin kemur úr Íslandi
Eitt av flogførunum, sum setur seg
á breytini í Sørvági í kvøld, kemur
úr Íslandi.
Sosialurin hevur verið í samband
við Heðin Askham, eftir at tað
gjørdist greitt, at EB/Streymur
leitaði eftir nýggjum venjara. Hann
var í Íslandi og vildi einki siga tá.
Heðin er einasta boðið
Umframt greiðu ábendingarnar,
Sosialurin hevur fingið, eru eisini
aðrir faktorar, ið tala fyri, at tað
verður Heðin Askham. Hann er
tøkur á marknaðinum og hevur
neyðugu útbúgvingina, sum krevst
fyri at leiða eitt lið í
Vodafonedeildini.
Harumframt hevur hann eisini
ógvuliga góð úrslit at vísa á, og
úrslit er júst tað, EB/Streymur
vantar mest í løtuni.
Seinastu tvey árini hevur Heðin
Askham verið venjari hjá U21-
landsliðnum, sum hevur staðið seg
væl. Besta úrslitið fekk hann, tá
U21-landsliðið vann 1-0 á Russlandi.
Harumframt hevur hann eisini havt
ábyrgdina av A-landsliðnum ein
dyst, tá eingin landsliðsvenjari var
settur. Hetta var í vár og tá
eydnaðist tað honum at vinna á
Íslandi í venjingardysti, og harvið er
hann einasti venjarin, ið einans
hevur vunnið við A-landsliðnum.
Í fjør var Heðin Askham venjari
hjá B36. Her varð avrikið mett at
vera meiri enn góðkent. B36 var
millum positivu innsløgini í
landskappingini, og lagt var eisini
upp til, at samstarvið millum felagið
og venjarin skuldi halda áfram, men
hetta var av ongum, tá trupulleikar
vóru við sáttmálaviðurskiftunum.
Kunngjørt í kvøld
Tískil er tað ein maður við góðari
útbúgving og góðum úrslitum, ið
nevndin í EB/Streymi á fundi í kvøld
presenterar fyri leikarum sínum.
Lokala hetjan vigaði tyngri
enn dýrtkeyptu venjararnir,
og tí varð Egil á Bø biðin um
at koma aftur og Sigfríður
Clementsen og Magni
Mohr bidnir um at fara
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Myndin frá steypafinaluni á
ólavsøku talar fyri seg. Í EB/Streymi
vóru tað alt annað enn fegin um, at
liðformaðurin og ímyndin av EB/
Streymi, Egil á Bø, var settur til viks
og valdi at gevast.
Hetta var óskiljandi og bar ikki til.
Maðurin, sum hevur verið ímyndin
av serstakliga væleydnaðu
samanleggingini í Sundalagnum,
var vekk. Burtur var eisini góði
andin, sum hevur valdað kring
felagið síðani samanleggingina í
1993.
Fólkið tosaði í krókunum. Hetta
var ikki gott, tað sum hendi. Spælið
var heldur ikki eins gott og tað
hevði verið, og onkursvegna sást
tað aftur á vøllinum, at leikararnir
ikki trivust í sama mun og áður.
Neyvan vóru tað vantandi
kakurnar eftir venjing, sum gjørdu
hetta, men hesar vóru eisini tiknar
av skránni, tá profesionella
venjaraparið kom norður og gjørdi
EB/Streym til Føroyameistarar og
steypavinnarar.
Nevndin stuðlaði venjarunum
Hóast úrslitini ikki hava verið eftir
vild í longri tíð, og ónøgdin millum
viðhaldsfólkini er vaksin so líðandi,
valdi nevndin at stuðla og standa
saman um venjaraparið til tað
síðsta.
Steypafinalan kundi bjarga
árinum, men tá henda eisini glapp,
samstundis sum, at mister EB/
Streymur ikki var tøkur longur, valdi
nevndin at handla.
– Vit hava kunnað leikararnar um
tað, ið er farið fram, og leikararnir
stuðla okkum í okkara avgerð, segði
Rólant Højsted við Sosialin í
gjárkvøldið.
Somu leikarar stuðlaðu eisini Egil
á Bø undir sjálvari finaluni. Tá
Arnbjørn Hansen minkaði um
munin stutt fyri leiklok, rann hann
út til viðhaldsfólkini og lyfti
blusuna upp. Boðskapurin var ikki
til at fara skeivur av.
Men hóast keðiliga stemningin
seinastu tíðina, ger formaðurin í EB/
Streymi, Rólant Højsted, greitt, at
teir eru ógvuliga fegnir um
samstarvið við Sigfríða Clementsen
og Magna Mohr.
– Men sum støðan er í løtuni,
mettu vit hetta vera rætta avgerðin
at taka, sigur hann.
Heðin Askham er nýggi venjarin
Arnbjørn Hansen vísti
sín dygga stuðul til Egil
á Bø, tá hann skoraði í
steypafinaluni á ólavsøku
Mynd: Sofus D. Johannesen
Á fundi í gjár vóru leikararnir kunnaðir um uppsøgnina av Sigfríða Clementsen og Magna Mohr, og á
fundi í kvøld fáa teir at vita, at Heðin Askham verður teirra nýggi venjari
Mynd: Sofus D. Johannesen
Siggi út
og Egil inn