Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-31, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. juli 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 31. juli 2009 – Nr. 143 Hóast teir í summar skriv­ aðu sáttmála við spælaran, so er sera ivasamt, um Christian Restorff Mourit­ sen fær loyvi at spæla við B36 aftur í ár Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Føroyskur fótbóltur er enn einaferð vitni til mál um vantandi spæliloyvi. Hesa ferð snýr málið seg um spæliloyvið hjá Christiani Restorff Mouritsen, sum í summar skifti frá HB til grannarnar í B36. Líkt er nevnliga til, at hóast øll viðurskiftir millum spælaran og B36 eru avgreidd, so hevur B36 gloymt at fáa spæliloyvið við í flytingini. Og formliga er tað ov seint at gera nak­ að við hetta nú, tí flytingarvindeyg­ að stongdi á midnátt mánakvøldið. Á skrivstovuni hjá FSF verður vátt­ að, at spæliloyvið hjá Christiani Restorff Mouritsen sambært teirra bókum enn er í HB. Og heldur ikki siga tey seg hava sæð nakran sátt­ mála til góðkenningar. Hetta seinasta kann verða avger­ andi parturin av málinum. Í fjør stóð 07 Vestur í líknandi støðu, tá teir høvdu gloymt spæliloyvið hjá Tór­Ingari Akselsen eftir í HB. Ta ferðina hevði spælarin tó FSF­góð­ kendan sáttmála, og tí slapp 07 Vestur við skrekkinum. Mett varð nevnliga, at mistakið átti at verið fangað, tá sáttmálin fekk FSF­góð­ kenning. Sum skilst hevur B36 tó ikki sent sáttmálan til góðkenningar, og so er spurningurin, hvørji ráð eru til at taka. Vit hava tosað við Havgrím Johannesen, sum stendur á odda fyri FC Tórshavn, sum rekur Voda­ fone­hópin hjá B36, men hann vil ikki gera viðmerkingar til málið í løtuni. Eingin ivi er tó um, at tað í B36 verður arbeitt við málinum. Talan er fyrst og fremst um formligt mistak, og nú má tíðin so vísa, um FSF er sinnað at lata B36 sleppa við skrekk­ inum og eini bót, ella um stað­ festingin verður, at Christian Restorff Mouritsen framvegis er HB’ari. Aftur eitt gloymt spæliloyvið HB – 07 Vestur: HB skal aftur á beint Tað er krav hjá oddaliðnum at fáa fult um vikuskiftið. Tað hevur ikki eydnaðst seinastu trý umførini Fótbóltur Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Hóast HB ikki hevur fingið fleiri enn trý stig seinastu trý umførini, er oddaliðið framvegis ikki av álvara hótt í oddastríðnum. Tað eru framvegis sjey stig til nærmasta kappingarneytan. Men nú er summarfrítíðin og altjóða fótbóltur lagdur aftur um bak á hesum sinni, og tað er nú kravið, at HB fær fult, tá botnproppurin vitjar í Gundadali. Hanus verður við Tað hava verið broytingar í hópinum hjá høvuðsstaðarfe­ lagnum seinasta mánaðin. Hanus Thorleifsson er eitt nú komin úr B36, og spurningurin er, hvør hansara leiklutur verður um vikuskiftið. Hann spældi við næstbesta liðnum seinasta leygardag, men nú bendir alt á, at hann verður við í Vodafonehópinum. Í ólavsøkudystinum móti B36 røkti hann plássið um vongverji í høgru, og tað er ikki ósannlíkt, at Sámal Erik Hentze, venjari, aftur fer at nýta hann á hesum plássi. 07 Vestur er í tungum sjógvi. Seinast teir fingu fult var í fjórða umfari, tá B36 vitjaði í Sørvági. Neyðloysnin hevur verið at fáa fimm nýggjar leikarar í hópin, men hóast fleiri teirra stóðu seg væl seinast, er ikki líkt til, at tað fer at bjarga felagnum. Vágamenn skulu hava minst 15 stig afturat í hesum kappingarárinum, um liðið skal varðveita sætið. Og tað eru bara 11 dystir eftir. Fyrsta uppgávan eitur oddaliðið HB í Gundadali. Christian Restorff Mouritsen skoraði reint hattrick, tá B36 á ólavsøku vann 4-2 móti HB. Nú er tó líkt til, at talan var um trý sjálvmál, tí formliga er Christian nevnliga framvegis at rokna sum HB’ari Mynd: Álvur Haraldsen 07 Vestur aftur av RYECUP Dreingir 16 hjá 07 Vestur hava seinastu vikuna tikið lut í stóru ReyCup kappingini í Reykjavík. Í kappingini vóru lið frá øllum heiminum. Annfinn Danielsen, venjari, sigur, at úrslitini vóru misjøvn, men alt í alt eru dreingirnir nøgdir við túrin. Á liðnum eru dreingir úr Sørvági, Miðvági, Kvívík og Vestmanna. Aberdeen varð eyðmýkt Aberdeen, við Rógva Holm í hópinum, tapti í gjár heili 5­ 1 á heimavølli móti SK Sigma Olomouc í fyrsta umfari av Europe League. Aberdeen var stórfavorittur undan dystinum, og tí var talan um sanna eyðmýking í gjárskvøldið. Bæði liðini fingu hvør sítt mál undan hvíldini, men í seinna hálvleiki gekk einki hjá heimaliðnum. Rógvi Holm sat á beinkinum allan dystin.