Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-31, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. juli 2009síða 35

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

- har hittini hittast FESTIVALTÍÐINDI við Ragnhild Ellingsgaard Nr. 143 - 31. juli 2009 35 Summar Festivalurin boðar nú frá, at bert 1500 vikuskiftispass afturat verða seld í forsølu til festivalin, sum verður hildin næsta vikuskiftið. Higartil hevur tað gingið strúkandi við søluni TónleikafesTivalur Ragnhild Ellingsgaard Stóri festivalurin við teimum stóru útlendsku nøvnunum dregur framvegis fólk í túsundatali. Forsølan av atgongumerkjum til Summar Festivalin hevur ging­ ið so væl sum sjáldan, og nú boðar festivalurin frá, at í mesta lagi 1500 vikuskftispass verða seld afturat í forsølu. Samanlagt verða 8000 fólk loyvd inn á festivaløkið í ár, og tí ræður um at tryggja sær pláss, um ein vil hoyra Robin Gibb, Nik & Jay, ABBA The Show og nógv føroysk nøvn. ­ Vit hava enn einaferð verið ótrúliga heppin við útlendsku tónleikanøvnunum. Robin Gibb er tann mest seljandi tónleikarin, sum nakrantíð hevur vitjað í Føroyum, og vit merkja, at sera stórur áhugi er fyri hansara konsert, har hann fer at spæla allar Bee Gees klassikararnar, sig­ ur Steintór Rasmussen, sum er ein av fyriskiparunum av Summar Festivalinum. Ræður um at tryggja sær pláss Forsølan av atgongumerkjum til Summar Festivalin hevur gingið sera væl, og nú er farið at tynnast í talinum av vikuskiftispassum, sum eru eftir at selja. ­ Vit eru nú komin har til, at vit mugu boða frá, at vit síggja enda á forsøluni fyri framman, og vit selja bert 1500 vikuskiftispass afturat í ár, sigur Steintór Ras­ mussen. ­ Vit vilja eisini tryggja okkum møguleikan, at selja eitt avmarkað tal av dagsbillettum við dyrnar, tí vit vita, at summi fólk eru í serligari støðu, at tey kanska ikki kunnu verða allan festivalin á tamb, og vit vilja geva teimum møguleikan at sleppa inn eisini, sigur hann. ­ Men tað loysir seg sjálvsagt best at keypa vikuskiftispass, um tú veruliga ætlar tær á festival, men nú ræður um at reisa seg úr stólinum og tryggja sær pláss. Bert 1500 vikuskiftispass verða selda afturat