fríggjadagur 31. juli 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
7
Nr. 143 • 31. juli 2009
Inni í Tutl Handlinum á Káta Hornið
brustu yrkjarar og sangarinna
saman ólavsøkudag klokkan 16.
Hvønn dag skipar Tutl fyri kon
sertum í handlinum, men hesa
ferð var skaldsliga frælsið eisini
umboðað.
Guðrið Hansdóttir slapp fyrst
framat við sínum tónleiki, áðrenn
fýra ungir yrkjarar sluppu framat.
Bárður Persson, Vagnur Streym
oy og Ludvík Breckmann vóru
føroyska íkastið, meðan danska
íkastið kom við Lasse Thorning,
sum er Danmarksmeistari í
nøkrum so serligum, sum poetry
slam, sum vanliga verður skipað
sum ein kapping.
Sjálvmorð og kríggj
Eg fari at lesa tvær yrkingar,
sum eg skrivaði fyri nøkrum árum
síðan. Tað vísir seg, at nógvar av
yrkingunum hjá mær tá, høvdu
okkurt sjálvmorð innvolverað,
segði Bárður Persson, áðrenn
hann las tvær yrkingar úr
blaðnum Vencil.
Hann greiddi frá um ein mann,
sum onkursvegna hevði eitt
serligt forhold til eina flugu,
samstundis, sum endin av
lívinum og aðrar daprar myndir
onkursvegna vóru at hóma
millum singlirnar og lp’irnar í
Tutlhandlinum á Káta Hornið.
Lítla løtu seinni slapp ein annar
av yngru yrkjarunum, Vagnur
Streymoy, framat.
Hann las somuleiðis nakrar av
yrkingunum hjá sær, sum allar
hava verið prentaðar í ritinum
Vencil. Hesar rukkur rímiliga langt
inn í Vagn Streymoy, og vóru
eisini onkursvegna afturlítandi
til søguligar hendingar og annars
ósemjurnar, sum so ofta eru.
Káti Ludvík
Eg fari at lesa úr mínum næsta
yrkingasavni, sum kemur út, so
skjótt eg fái studning til at geva
tað út.
Ludvík Breckmann var triði
av yrkjarunum, ið slapp framat.
Við serligum myndum frá veru
leikanum. Alt frá tí ólukkuliga til tað
fantastiska bar Ludvík Breckmann
fram við einum skálkasmíli á ein
rættiliga prædikukendan hátt.
Poetry slam
Lasse Thorning er Danmarks
meistari í Poetry slam. Hetta
plaga at vera eitt slag av kapping,
og talan er um framførslur,
sum liggja onkustaðni ímillum
upplestur og rapp.
Við sær hevði danin eitt
upptøkutól, sum hann sang og
tivaði ljóð inná, sum hann síðani
spældi, meðan hann gjørdi onnur
ljóð, og las yrkingar, sum hann
fann uppá allan vegin.
Hann endaði síðan við at
syngja ein sang saman við
upptøkutólinum/avspælaranum.
Og so slapp Guðrið Hansdóttir
aftur framat.
Verður gjørt aftur
Oddfríður Marner Rasmussen,
sum er ein av monnunum handan
Vencil, sum saman við Føroya
Fólkaháskúla, greiðir frá, at hetta
heilt víst er eitt tiltak, sum verður
gjørt aftur.
Undirtøkan hevur verið rímilig,
og ein av komandi døgunum fara vit
at seta okkum saman at finna útav,
hvussu vit gera komandi ár. Kanska
skulu onkrar broytingar gerast, men
vit fegnast heilt víst um tað, sum
hevur verið, sigur hann.
Um yrkingarnar sjálvar fegnast
hann um støðið, og vísir á, at
yrkjararnir í Føroyum eru rættiliga
ymiskir.
Teir yngru yrkjararnir tosa
nógv inneftir, meðan eldru
yrkjararnir síggja tingini á ein eitt
sindur øðrvísi hátt. So eg dugi ikki
ordiliga at síggja, um nakað er
serligt við føroyskum yrkjarum.
Ólavsøkuaftan vóru yrkingar
lisnar á háskúlanum og við
standmyndina, Tarira, meðan tað
í gjár vórðu lisnar yrkingar á Káta
Hornið og við grøvina hjá Jørgen
Frantz Jacobsen.
Tankar á Káta Horni
Sjálvmorð, kríggj, løgin kærleiki og eitt sindur av hvørjum. Soleiðis var skráin til triðja punktið av
Licentia Poetica skrúvað saman á Káta Horninum klokkan 16 ólavsøkudag
Yrkingar
Eirikur í Jákupsstovu
blaðmaður
eij@sosialurin.fo