fríggjadagur 31. juli 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 35 • 24. juli 2009
Westons 1880 Cider
Somersby Apple Cider
Rekorderlig
Strawberry-Lime
Westons Premium
Cider
22
vín
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Uppruni: Ektað súrepla-cider
úr Bretlandi (8,2 % abv)
Ummæli: Ljósur gyltur litur.
Angin ber brá av frískum
súreplum, men so eisini ein
skarpur sprittroykur. Turri
smakkurin ikki so harmoniskur.
Fruktin megnar ikki at halda
tamarhald á høga alkohol-
prosentinum. Sprittið
dominerar ov nógv.
Kostnaður: Kr. 42,50 (50 cL)
Skoðsmál:
Uppruni: Súrepla-cider úr
Danmark (4,7 % abv)
Ummæli: Ljósur gulgrønur
litur. Undarligur luktur av fyrst
og fremst peru og so onkrum
súreplakendum. Smakkurin
sukursøtur og einfaldur.
Lættrennandi vøra við 3
E-numrum uttan natúrligar
fruktdygdir yvirhøvur.
Kostnaður: Kr. 24,00 (33 cL)
Skoðsmál:
Uppruni: Kryddaður peru-cider
úr Svøríki (4,5 % abv)
Ummæli: Liturin á at líta sum
hindber. Tað man vera E163.
Ágangandi syntetiskur luktur
av onkrum, ið skal minna um
jarðber. Smakkurin einfaldur,
sukursøtur og somuleiðis
syntetiskur. Sera vánalig vøra
við 6 E-numrum, ið tó nokk
skal megna at dára onkrum
óroyndum unglingi.
Kostnaður: Kr. 26,00 (33 cL)
Skoðsmál:
Uppruni: Ektað súrepla-cider
úr Bretlandi (4,5 % abv)
Ummæli: Vakur kopargyltur
litur. Sera samansettur angi av
frískum og súltaðum súreplum.
Smakkurin í sera góðari
javnvág. Frískligur, kraftfullur
og við langum eftirsmakki.
Sum ungt Calvados, tó við
lægri styrki. Eingin E-nummur,
eftirgjørdir litir ella tilsett sukur.
The Real Deal!
Kostnaður: Kr. 48,00 (56,8 cL)
Skoðsmál:
Mortan í Hamrabyrgi
ummælir vín úr Rús drekka
sølu Landsins. Skoðsmálini
eru latin í mun til samsvar
millum prís og góðsku.
Cider hevur verið nógv á munni
hjá fólki, ið hava keypt í Rúsuni
seinastu mánaðirnar. Men hví
er hesin froyðandi súrepla-
drykkur við alkohol-prosentum
knappliga vorðin so væl
dámdur aftur?
Sjónvarpslýsingarnir hjá
navnframa Somersby, ið ikki
er nakar forkunnugur enskur
cider, men tvørturímóti ein
drykkur frá danska Carlsberg
við einans 15 prosent
súreplasaft, hevur ivaleyst gjørt
sítt.
Talan er ikki um nýggja vøru,
men um aldargamlan sið, ið
serliga fransar, bretar og sviar
eru kendir fyri.
Cider er gerað saft frá
súreplum. Ektað cider er einans
úr súreplasaft uttan tilsetning
av sukri.
Við hesum sæst beinanvegin
at nógv sløg ikki kunna
flokkast sum verulig cider,
hóast tey rópa seg so. Er
grundfruktin pera, so eiga vit
at siga ’perry’ á enskum máli
ella ’poire’ á fronskum máli.
Er grundfruktin við súrepli
ella peru kryddað við øðrum
fruktum ella berum ella
tað sum er verri (eftirgjørt
smakkevni) er ei heldur talan
um cider, men meira um ein
sokallaðan ’alkopop’, ið sum
oftast appellerar til ungdómin
við at dylja alkohol í sukri og
tuttifrutti-aroma.
Men gott cider er fantastiska
leskandi drykkur ein heitan
summardag úti í garðinum ella
enntá afturvið mati. Nógvur
hvítur fiskur hóskar eisini væl
til cider.
Cider ikki nakar outsidari