fríggjadagur 31. juli 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 36 • 31. juli 2009
23
mat
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Softice frá Magn, kr. 20 (stórur)
Góður kremutur konsistensur,
tó eitt vet ov ’tungur’.
Smakkurin av mjólk og vanilju
frá Diplom-Is blandingini heilt
góður.
Softice frá Kiosk Activ, kr. 14 (stórur)
Konsistensurin silkimjúkur
og júst sum hann eigur at
vera. Sera góður mjólka/
vanilju-smakkur frá MBM-
ísblandingini.
Mortan í Hamrabyrgi
um mælir mat úr føroysku
matvøru handl unum.
Skoðsmálini eru latin í
mun til góðsku.
Har standa tey so, ungfólkini,
frammanfyri hvør sína italska
Carpigiani ískrem-maskinu og
spyrja teg í góðveðrinum um
tú skalt hava ein stóran ella ein
lítlan og um tú ynskir dryss á
og mínsann eisini hvat slag av
dryss tú ynskir. Og skal vaflan
vera bleyt ella hørð?
Eru vit heit, er ein softísur
leskiligur. Tað er ikki so nógv
lætti smakkurin av mjólk og
vanilju vit frøðast um, men
heldur fantastiska silkimjúka og
kølanda kenslan, tá ið vit seta
tunguna á og sleikja sum annar
kálvur.
Softice ella ískrem er nakað
tað sama sum vanligur ísur.
Tó er talan um liðug vøra sum
skal brúkast í heilt serligari
maskinu. Tað sum maskinan
ger er altavgerandi fyri úslitið.
Og tað er heil vísindi at fáa
samansetingina í ísblandinum
at hóska saman við
innstillingunum á Carpigiani-
maskinuni. Maskinan skal køla
skjótt og spræna nógva luft í
blandingina at fáa fram rætta
lætta silkimjúka kremið uttan
at ísurin bráðnar ov skjótt.
Eg setti teimum báðum
Magn við Ringvegin í Havn
og Kiosk Activ við Jónas
Broncksgøtu í Havn stevnu.
Bæði nýta tey italsku softice-
maskinuna frá Carpigiani,
men har Magn nýtir innflutta
ísblandingina frá Diplom-Is
brúkar Kiosk Activ føroysku
ísblandingina frá MBM.
Fryntligu ungfólkini á Magn
og í Activ dugdu bæði sítt kram
við maskinuna. Konsistensurin
Softice
hólmgonga
kom út sum hann skuldi, men
tey hjá Activ høvdu kortini
skutin frammanfyri. Eitt litíð
vet mjúkari ísur, og serliga
var smakkurin í ísblandingina
frá MBM betur enn tann hjá
Diplom-Is.
Skoðsmálini eru latin í mun
til konsistensi og smakk.