fríggjadagur 31. juli 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 35 • 24. juli 2009
24
bóka
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Góð frukt
...úr Keyps samtøkuni
Góð frukt
...úr Keypssamtøkuni
Nú Landsstýrið hevur borðreitt við einum sokallaðum
ólavsøkupakka, har reimin skal spennast og oyruni vendast
fleiri ferðir áðrenn keypt verður, er upplagt at umrøða nýggju
kókibókina hjá Rolf Lund ”Fattigrøvens Bedste Opskrifter”.
Hetta kundi ljóðað sum ein speisk kókibók, men so er ikki. Tað
er í ramasta álvara, at Rolf Lund, greiðir frá, hvussu tú fært eina
góða, heilsugóða og hampuliga vælsmakkandi máltíð. Tað er
ikki njótilsi sum er í hásæti, men meira gamaldags, skilagóður
húsarhaldsbúskapur.
At duga at fáa burturúr!
Rolf Lund sigur lesarunum frá trimum sannleikum,
ið eru verdir at hava í geyma, tá ið vit ynskja at eta
sunt, bíligt og gott:
• Dýrasti mátin at liva eftir, er at eta úti.
• Næstdýrasti mátin at liva eftir, er at keypa skundverðar og
hálvfabrikata, ið aloftast hava sera vánaligt føðsluvirði.
• Bíligasti mátin at liva eftir, er at gera matin sjálvur. Og tað er
eisini nógv sunnari.
Í bókini frá Rolf Lund finnir tú uppskriftir til allar máltíðir
umframt uppskriftir uppá m.a.breyð og súltutoy. Harumframt
eru eisini nógv prei um at gera bíligan mat til nógv fólk og
hvussu tú brúkar avlop av døgurðamat til næsta dag.
Grundsjónarmiðið í bókini er at fáa um mest av matorku
burturúr hvørjari krónu. At velja røttu rávørurnar í mun til
føðsluinnihald og prísi.
Høvundurin vísir tó at á, at sjálvandi skal eisini vera pláss
fyri at eta úti, men tað gerst nógv lættari um vit fyrst og
fremst læra okkum sjálvi at gera mat og ikki keypa dýrar
ósunnar skundverðar.
Rolf Lund er útbúgvin bromatolog og hevur skrivað
nógvar kókibøkur um sunnan, bíligan og góðan mat.
Fattigrøvens bedste opskrifter, Rolf Lund, Lindhardt og
Ringhof, 168 blaðsíðir, innbundin, uml. kr. 138
Mortan í Hamrabyrgi
umrøður nýggjar bøkur
um mat og drekka
Uppskriftir til
ólavsøkupakkan