mánadagur 3. august 2009síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
- har hittini hittast
FESTIVALTÍÐINDI við Ragnhild Ellingsgaard
Túnatos
Ragnhild hittir í dag Óla
Jacobsen, sum er 19 ára
gamal frá Klaksvík. Óli
arbeiðir sum kavari og
gleðir seg sum eitt smábarn
til Summar Festivalin.
Ætlar tú tær á SF í ár?
Ja, absolutt! Havi fingið
atgongumerki frá mammu og
babba, men SF er annars eitt
must hvørt ár – um mann er
heima, altso.
2. Hvør hevur verið besta
konsertin nakrantíð á SF?
Tað var Dynamit í fjør –
heilt klárt tann besta konsertin
nakrantíð! Eg hevði annars
glett meg ræðuliga nógv til
Melanie C, men minnist bara
einki frá tí konsertini.
3. Svevur tú í tjald ella í
ordiligari song, tá tú ert á
SF?
Eg sovi heima í míni egnu
song.
4. Hevur tú nakrantíð skora
á SF?
Eg fjasaðist við einari fittari
diddu í fjør – og í dag er hon
daman hjá mær.
5. Hvat er tað løgnasta, tú
hevur upplivað á SF?
At eg kláraði at skora
damuna hjá mær!
Nr. 144 - 3. august 2009
37
Festivallív
Ragnhild Ellingsgaard
Atgongumerkini til Summar
Festivalin skulu skiftast um við
armbond, áðrenn tað ber til at
sleppa inn á festivaløkið. Vanda
er fyri, at tað verður nakað av kø
við inngongdina til Summar
Festivalin hjá teimum, sum skulu
hava armband uppá.
Men tú kanst tryggja tær
skjótari atgongd til festivaløkið
við at koyra armbandið uppá
áðrenn festivalurin byrjar.
Fram til og við mikudagin ber
til at fáa armbond uppá á
deildunum hjá Norðoya
Sparikassa í Klaksvík, Runavík
og í Havn.
Tað ber eisini til at fáa
armbond uppá í Telebúðini í
Klaksvík og í klædnahandlinum
JAP í Klaksvík.
Og tá festivalurin byrjar, ber
eisini til at fáa armbond við
høvuðsinngongdirnar til
festivalin.
Festivallív
Ragnhild Ellingsgaard
Millum tey, sum fara at
undirhalda, er ein stuttlig
samanrenning av føroyskum og
donskum gyklaundirhaldi.
Summarfestivalurin hevur
nevniliga sett føroyska gyklaran
Ásbjørn Berthelsen saman við
danska Steen Pegani.
Steen Pegani er ein sera
kendur og nógv avhildin
undirhaldari í Danmark. Hann
undirheldur bæði fyri børnum og
vaksnum, og hevur fleiri enn 100
sýningar um árið. Hann
undirheldur millum annað í fleiri
Sirkus sýningum.
Ásbjørn Berthelsen er væl
kendur her í Føroyum. Hann
hevur undirhildið í nogv ár, og
hann hevur eitt nú verið at sæð á
sjónvarpsskíggjanum fyri
nøkrum árum síðani. Hann
undirheldur við gykli og
búktaling.
Á Summarfestivalinum fara
teir báðir at hava fleiri
gyklasýningar umframt at teir
eisini fara at vera á
festivaløkinum við undirhaldi av
ymiskum slagi, og so koma teir
eisini at hava eitt ella fleiri
innsløg til barnakonsertirnar í
Silvalandi, sum verða
fríggjakvøldið og leygarkvøldið.
So var skráin fyri Summar
Festivalin 2009 kunngjørd.
Hóskvøld fer Vágsbøur at kóka
við Nik & Jay. Fríggjakvøld
verður konsert við tí mestseljandi
tónleikaranum, sum nakrantíð
hevur spælt í Føroyum - Robin
Gibb. Og leygarkvøldið rakar
ABBA-farsóttin Føroyar við
einum stórslignum ABBA-showi.
Far inn á www.
summarfestivalur.fo og síggj alla
skránna, les um bólkarnar og
hygg eftir myndum, so tú kemur
í rætta festivalhýrin! ;)
Gyklaundirhald á Summarfestivalinum
Nú er skráin klár
Fáið arm-
bond uppá
í góðari tíð
Skalt tú sleppa undan at standa í kø við inngongdina til
Summar Festivalin, so ræður um at fáa sær armband upp
á armin áðrenn festivalin
Pegani og Ásbjørn gykla og hava tað stuttligt við børnunum á Summar
Festivalinum
Summarfestivalurin hevur altíð havt barna- og
familjuundirhald frammaliga í huganum, og aftur í ár
verður nógv gjørt burturúr hesum