Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-04, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. august 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 4. august 2009 – Nr. 145 Tað verður serliga Jóan Símuni Edmundsson, sum flestu eyguni verða vend móti á Svangaskarði í annað kvøld. Framherjin skal fyri fyrstu ferð standa sína roynd eftir, at hann hevur fingið landsliðsboð. B68 og Víkingur elta í løtuni oddaliðið FÓTBÓLTUR Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo B68 og Víkingur renna í hesum døgum aftaná oddanum. Toftamenn hava verið stórspælandi seinastu 12 vikurnar, og Víkingur hevur vunnið væntaðu stigini. Men tað er framvegis ikki nógmikið at hótta HB, sum hevur sjey stig niður til nærmasta kappingarneytan. Dysturin í morgin verður hin fyrsti, síðan 18 ára gamli Jóan Símun Edmundsson fekk landsliðsboð á fyrsta sinni. Tað verður trýst á framherjanum, tá áskoðararnir helst fara fylgja væl við hansara avriki. Edmundsson er ein av orsøkunum til, at Ahmed Keita hevur staðið seg væl higartil. Toftamaðurin hevur lagt upp til helmingin – um ikki fleiri – av málunum hjá senegalesiska framherjanum. Tað er serliga teimum báðum, sum Víkingarnir skulu hava eygað við. Bæði Edmundsson og Keita eru sera skjótir á fyrstu metrunum, og ræðast ikki at bjóða av. Tað kann verða ein trupulleiki hjá stóru og tungu Niclas Niclasen og Atla Gregersen, sum helst manna miðverjuna hjá Víkingi. Olsen aftur á Toftum Jógvan Martin Olsen vitjar í morgin aftur á Toftum. Hesaferð sum venjari hjá Víkingi. Hann hevur frálík úrslit at vísa á bæði í Runavík og Gøtu, og í morgin er ætlanin at lyfta liðið nærri oddaplássinum. Nýklæktu steypavinnararnir vunnið um vikuskiftið lítið sannførandi á heimavølli móti AB. Súni Olsen og Andreas Lava Olsen vóru báðir útskiftir miðskeiðis í seinna hálvleiki, so teir fáa hvíld undan dystinum í morgin. Tríggir dystir eftir sjey døgum er strævið, og spurningurin er, hvørja ávirkan tað hevur á víkingarnar í morgin. B68 – Víkingur: Elta odda­ liðið B68 hevur verið stórspælandi seinastu tíðina. Toftamenn hava ikki tapt í seinastu 12 dystunum, og í morgin bíðar Víkingur teimum EB/Streymur stríðist fyri altjóða luttøku, og AB roynir at sleppa undan niðurflyting. Sundalagsmenn og argjamenn hava tørv á stigum við Margáir í annað kvøld FÓTBÓLTUR Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Sundalagið stríðist í hesum døgum við at koma aftur á beint. Eftir eitt miseydnað kappingarár higartil, er Heðin Askham settur sum nýggjur venjari. Sunnudagin vann EB/ Streymur knúsandi stórsigur á klaks­ víkingum. Leikarar, sum ikki hava lýst av spæligleði seinastu nógvu vikurnar, gjørdu av álvara um seg. Liðið stóð fyri einum tí besta avrikinum, sum føroyskur fótbóltur hevur sæð. Men í morgin skulu sundalags­ menn aftur til próvtøku. AB vitjar við Margáir, og kravið er trý stig. Liðið er í vanda fyri ikki at vinna sær altjóða luttøku í 2010, og tí er um­ ráðandi, at EB/Streymur vinnur fót­ bóltsdystir alt fyri eitt. Startskotið hevur í øllum førum ljóðað. Gudmund Nielsen fekk ein lítlan snudd undir upphitingini til steypa­ finaluna. Hesin darvaði eisini undir landskappingardystinum móti KÍ um vikuskiftið, men Heðin Askham, venjari, segði við Sosialin í gjár, at sandoyingurin væntandi verður við í morgin. René Torgarð er smátt farin undir venjingarnar aftur. Hann hevur havt stórar trupulleikar í knæum sein­ astu mánaðirnar, sum helst er orsøk­ in til, at Gunnar á Steig hevur vart málið. Pauli G. Hansen verður helst ikki við komandi vikurnar, tí hann hevur vøddaskaða at dragast við. AB er trýst AB hevur bara vunnið sær tvey stig í seinastu seks royndunum. Argjamenn hava heldur ikki skotið nakað mál í seinastu seks roynd­ unum. Úrslit, sum ikki eru nøktandi. Og at skula reisast seg á útivølli móti EB/Streymi er í øllum førum ikki lætt. John Petersen, venjari, staðfesti um vikuskiftið, at talan ikki er um kreppu á Argjum. Argjamenn sova framvegis trygt, men tað er eyð­ vitað, at trýst er á uppflytarunum, Miðvallarin Evrard Blé er leikbann­ aður í morgin, og Høgni Joensen er skaddur. Kenneth Jacobsen og Mortan úr Hørg, sum ikki spældu í útidystinum móti Víkingi sunnu­ dagin, eru aftur tøkir, meðan John Hansen, sum hevur verið darvaður av sjúku í seinastuni, helst eisini verður við í hópinum. EB/Streymur – AB: Bæði hava tørv á stigum Arnbjørn Hansen og liðfelagar­ nir hava tørv á trimum stigum, tá AB vitjar við Margáir í morgin Owen er ikki skjótur longur Michael Owen sigur við Daily Express í dag, at hann ikki hevur sama kvikleika sum áður. – Eg var skjótari, tá eg var 18 ár. Hinvegin dugi eg betur at varðveita bóltin nú. Eg havi fleiri royndir og dugi betur at hugsa fótbólt, sigur Michael Owen við enska Daily Express. Owen hevur fingið eina frálíka byrjan í Manchester United. Hann hevur skotið fimm mál í venjingardystunum higartil. Franski hópurin er hesin Raymond Domenech, franskur landsliðsvenjari, hevur tikið út leikararnar, sum skulu royna at tryggja Fraklandi øll stigini á Tórsvølli í komandi viku. Málverjar eru Cédric Carrasso, Hugo Lloris og Stéve Mandanda. Verjuleikarar eru Erik Abidal, Julien Escude, Patrice Evra, Rod Fanni, William Gallas, Bakary Sagna og Sébastien Squillaci. Miðvallarar eru Alou Diarra, Lassana Diarra, Yoann Gourcuff, Florent Malouda, Moussa Sissoko og Jéremy Toulalan. Áleyparar eru Nicolas Anelka, Karin Benzema, André­ Pierre Gignac, Thierry Henry, Loic Remy Ogc og Franck Ribery.