týsdagur 4. august 2009síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 145 - 4. august 2009
31
Túnatos
Ragnhild hittir í dag
Boga Andreasen. Bogi
er klaksvíkingur, men
hevur seinastu árini
gjørt rættiliga um seg
innan mentanarlívið -
serliga í Havn, har hann
eisini er varaborgarstjóri
í dag.
1. Ætlar tú tær á SF í ár?
Sjálvandi fari eg á SF.
Festivalurin er fyri alla
familjuna og er í
heimstaðnum.
2. Hvør hevur verið besta
konsertin nakrantíð á SF?
Brian McFadden. Framúr
góð framførsla.
3. Svevur tú í tjald ella í
ordiligari song, tá tú ert á
SF?
Eg sovi í góðari song heima
hjá svigermor – og fái drekka
upp í songina, um eg ynski tað
:)
4. Hvør hevur verið løgnasta
uppliving, tú hevur havt á
SF?
Tá 8000 fólk sungu við til
sangirnar hjá Dynamit. Eg
undrist, men tað var ein
stuttlig konsert.
5. Hvønn kundi tú hugsað
tær at hoyrt á SF 2010?
Michael Buble saman við
Tórshavnar Big Band.
- har hittini hittast
FESTIVALTÍÐINDI við Ragnhild Ellingsgaard
Í løtuni eru bert umleið
1000 vikuskiftispass eftir til
Summar Festivalin. Tí ræður
um at skunda sær, um tú
ætlar tær uppliva øll tey stóru
heimshittini, sum verða á
skránni komandi vikuskiftið.
Festivalur
Ragnhild Ellingsgaard
Komandi vikuskiftið verður sætti
Summar Festivalurin hildin, og lagt
er upp til enn eitt festivalbrak í
Klaksvík. Ongantíð áður hava fólk
havt møguleikan at hoyra so nógv
heimshitt á einum føroyskum palli,
og við stóru Bee Gees stjørnuni
Robin Gibb á odda, verður Summar
Festivalurin aftur í ár festivalurin við
teimum stóru nøvnunum.
Atgongumerkjasølan hevur gingið
væl, og seinastu dagarnar hevur
rættiligur gravgangur verið eftir
atgongumerkjum til Summar
Festvalinum.
Forsølan av vikuskftispassum er
avmarkað, og í løtuni eru umleið
1000 vikuskiftispass eftir í forsøluni.
Hesi kunnu keypast á Magn-støðum,
í Telebúðum og á Teleshop.fo
Við meira enn 200
milliónum seldum fløgum
telist Bee Gees millum
mest seljandi bólkarnar í
tónleikasøguni, og teirra
sangskattur verður mettur
sum tann næststørsti í
poppsøguni – bert tikin
av The Beatles. Á Summar
Festivalinum fer Bee
Gees-sangarin Robin
Gibb at bjóða eitt heilt
serligt kvøld við øllum
teim kendu løgunum hjá
bólkinum.
tónleikur
Ragnhild Ellingsgaard
Á Summar Festivalinum fer Bee
Gees-legendan Robin Gibb at
syngja øll tey stóru hittini hjá
Bee Gees saman við bólki, ið er
bæði væl spældur og væl
mannaður. Lagt verður upp til
eina gandakenda konsert við
nøkrum av størstu hittunum í
poppsøgunum - sungin av
manninum, sum hevur verið við
til at skapt og sungið tey
upprunaliga.
- At vit hava fingið Robin
Gibb at spæla á Summar
Festivalinum er ein tann størsta
hendingin í søguni hjá okkara
festivali. Hann er ein av
høvuðsmonnunum úr einum av
heimsins størstu tónleikabólkum
nakrantíð og eitt ordans scoop
fyri Summar Festivalin og
føroyska tónleikasummarið, sigur
Steintór Rasmussen, sum er ein
av fyrireikarunum av Summar
Festivalinum.
Ovast í fimm áratíggindi
Robin Gibb er ein av trimum
Gibb-beiggjum í bólkinum Bee
Gees. Robin Gibb hevur sungið
og skrivað sín part av Bee Gees-
hittunum, sum hava selt meira
enn 200 milliónir plátur kring
heimin. Harafturat hava sangir
hjá Bee Gees, sungnir av øðrum
sangarum, selt milliónir av
plátum.
Heili 60 sangir hjá teimum
hava verið á hittlistum kring
heimin, og hittini hjá Bee Gees
eru eisini aktuell. Ein nýggj
innspæling av sanginum ”Islands
In The Stream” hevur fyri
stuttum ligið sum nummar 1 í
Bretlandi, og tað hevur við sær,
at Bee Gees hevur havt sangir
ovast á bretska hitlistanum í
fimm ártíggjund.
Bee Gees eru eisini millum
fremstu bólkar í heiminum, tá tað
kemur til sølu av tónleiki. Ein
amerikanskur felagsskapur hevur
gjørt upp, at bert Elvis Presley,
The Beatles, Michael Jackson,
Garth Brooks og Paul McCartney
hava selt meira fløgur enn Bee
Gees.
Bee Gees góvu sína fyrstu
plátu út í 1965. Síðani kom ein
røð av væl umtóktum útgávum,
og síðst í 70’unum vóru Bee
Gees so populerir, at teir eitt
skifti høvdu 5 sangir millum 10
teir ovastu sangirnar á
amerikanska single hitlistanum –
eitt óhoyrt bragd.
Eitt minniligt kvøld
Bee Gees góvu sína seinastu
fløgu út í 2001, og tvey ár seinni
gavst bólkurin at spæla, tá
Maurice Gibb doyði brádliga.
Síðani hava Robin og Barry Gibb
tó verið virknir tónleikarar, og
teir hava hvør í sínum lagi spælt
konsertir við Bee Gees sangum.
Og nú kemur Robin Gibb
kemur til Føroya at hava eina
konsert – eitt minniligt kvøld –
við øllum teimum størstu
hittunum hjá Bee Gees. Summar
Festivalurin er til reiðar at bjóða
kanska mest legendarisku
konsertina í Føroyum nakrantíð.
Um onkur av teim ungu
festivalgestunum ikki halda seg
kenna løgini hjá Bee Gees serliga
væl, so ber til at fara inn á www.
youtube.com og leita fram góðar
tónar. Tit verða ikki vónsvikin,
so tað er bara at fara í gongd.. ;)
Heygsvegur 30 · FO-100 Tórshavn
Tlf. 31 69 10 · Fax 31 69 10
T-postur: triv@post.olivant.fo
Sláimaskinur
ið sláa alt
Knívar í
ymiskum støddum
frá 71 til 148 cm
2+2 gear ella 6+2
gear (báðar vegir)
Prísir frá kr. 16.350
til 31.000
Robin Gibb
verður maðurin
aftan eitt
minniligt
fríggjakvøld á
Vágsbøi komandi
vikuskiftið
Robin Gibb á Summar Festivalin:
- ein tann størsta
hendingin nakrantíð
Bert 1000 vikuskiftispass eftir