mikudagur 5. august 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 146 - 5. august 2009
Í síni umrøðu av
løgmansrøðuni
setti formaður
Sjálvsstýrisfloksins,
Kári P. Højgaard,
spurnartekin við,
um arbeiðsloysi í
Føroyum ikki er væl
størri, enn hagtølini
siga. - Vita løgmaður
ella avvarðandi
landsstýrismaður,
hvussu nógvir fiski-
og útróðrarmenn eru
farnir úr føroysku
fiskivinnuni seinastu
fimm árini, spurdi
løgtingsmaðurin
Løgmansrøða
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Kári P. Højgaard hefti seg
eitt nú orð løgmans um, at
eingin skal vera noyddur at
fara av landinum vegna
arbeiðsloysi. Hann fregn
aðist eftir, hvat grundarlagið
er undir hesi útsøgn løg
mans, og hvussu sitandi
samgonga vil tryggja, at
hetta ikki hendir.
Tað var í hesum viðfangi,
at formaður Sjálvsstýris
floksins spurdi, um løgmað
ur ella avvarðandi lands
stýrismaður kunnu upplýsa
fyri
tinginum,
hvussu
nógvir fskiog útróðrarmenn
eru farnir úr fiskivinnuni
hesi seinastu fimm árini.
Eru tøl fyri, hvussu
nógvir mans eru farnir í
vinnu uttanlands hesi árini,
og eru tøl fyri, hvussu
nógvir eru komnir inn í
vinnuna í sama tíðarskeiði?
spurdi hann.
Kári P. Højgaard fregnað
ist eisini eftir, um nakar
veit, hvussu nógvir útlend
ingar eru við føroyskum
fiskiskipum?
Hvussu nógvir útróðrar
menn eru í veruleikanum
arbeiðsleysir?
Hann vísti á, at í eitt langt
tíðarskeiði hava útróðrar
menn vunnið millum nakað
og einki, tí fiskiskapurin
hevur verið smáligur, sam
stundis sum fiskaprísirnir
hava verið søguliga lágir í
sama tíðarskeiði.
Løgtingsmaðurin spurdi
eisini, um nøkur ætlan fyri
liggur um at loyva útróðrar
monnum at forvinna hægri
upphædd í aðrari vinnu enn
tær 56.000 krónurnar uttan
at hesir missa Aloyvi, ella
um hesir í styttri tíðarskeið
kunnu møguliga koma undir
Arbeiðisloysisskipanina?
Fleiri spurningar
Kári P. Højgaard helt annars
um hesa fyrstu røðu løg
mans á ólavsøku, at hendan
var eitt sindur øðrvísi enn
undanfarin ár.
Røðan er long; hon fevnir
víða, men hon er lítið ítøkilig
og reisir fleiri spurningar, enn
hon gevur nøktandi svar.
Hann vísti til orð løgmans
um, at vit búgva í einum
ríkum landi, men legði
aftrat, at ríkidømi kann
roknast eftir, hvussu um
støðurnar eru hjá teimum
veikastu í samfelagnum.
Ein høvuðsuppgáva hjá
politisku skipanini er at
tryggja, at eingin av hesum
dettur burtur ímillum. Tiltøk
ini, ið ætlanin nú er at fremja,
fara at tyngja um gerandis
dagin hjá teimum eldru og
brekaðu, og hetta ber ikki
boð um, at vit eru rík.
Kári segði seg kenna eyð
mýkt og virðing fyri undan
farnum ættarliðum, ið búleik
aðust á hesum klettum undir
sera truplum umstøðum.
Tey allar flestu dugdu tá
at seta “tering eftir nering”,
og tað var hetta, sum eyð
kendi gerandisdagin. Flest
øll høvdu lítið at liva av,
men tey høvdu tíð til hvønn
annan og tey hjálptu hvørj
um øðrum, segði hann.
Fyllir lítið
Formaður Sjálvsstýrisflok
sins segði, at fiskivinnan
fyllir ikki nógv í løgmans
røðuni og vísti á, at í fleiri
ár hava ávísir frøðingar og
politikarar kappast um at
proklamera, at vit ikki hava
veitt burðardygt og tí hava
niðurfiskað fiskastovnarnar
til eitt søguliga lágt støði.
Okkara núverandi uttan
ríkisráðharri og fyrrverandi
fiskimálaráðharri
hevur
ferðast kring land og ríki at
greiða frá serstaka góðu
fiskidagaskipan
okkara,
sum hóast alt hevur tann
greiða fyrimun fram um
kvotaskipanina,
at
her
kemur øll veiðan til høldar
og verður skrásett.
Kári reisti eisini spurn
ingin, hvørjum útlendingar,
ið
skal
keypa
okkara
fiskavørur, skulu trúgva.
Fyrsta treytin fyri, at vit
fáa besta prísin fyri fiskin,
og at umheimurin ikki skal
boykotta okkara vørur, er, at
vit koma til eina innanhýsis
semju, har vit marknaðarføra
okkara skipan sum burðar
dygga. Vit hava umfatandi
økisfriðingar og ivaleyst
heimsmet í meskavídd í
trolreiðskapi. Vit hava sæð
týskarar og norðmenn avreitt
stórseið her á landi fyri lægri
kiloprís, tó at teir eitast at
fiska burðardygt.
Hann
nevndi
eisini
uppgávuna hjá Havstovuni,
sum eitt nú er at geva eina
lívsfrøðisliga
ráðgeving,
sum politikarar síðan kunnu
brúka sum grundarlag fyri
sínum tilmælum.
Men nú hevur Havstovan
eisini átikið sær politiska
leiklutin at áseta, hvør skal
fiska. Hetta hava tey gjørt
við at tilmæla, at bátar við
Bfiskiloyvi ikki skulu hava
loyvi at avreiða. Hetta er
ein 100% politiskur spurn
ingur og uttanfyri arbeiðs
etningin hjá Havstovuni.
Kári helt, at vit sum heild
hava eina brúkiliga fiski
veiðiskipan, ið samanum
tikið man vera ein tann
frægasta, um ásetingarnar
verða hildnar.
Nú er tíð at gevast við at
barbera nøkur % av fiski
døgunum eftir “plenuklipp
araháttinum” og saman við
vinnuni finna fram til, hvar
møguliga ov nógv skip eru,
og hvussu vit fáa minka
talið.
Um fiskivinnuna annars
segði, Kári, at upsafiski
skapurin í ávísan mun hevur
bjargað okkum frá arbeiðs
loysi, tí fiskavirkini hava
flest øll havt úr at gera.
Kósavirkið læt aftur
seinasta vetur, og tað er ein
dyggur smeitur fyri Klaks
vík og norðurøki.
Hann vísti eisini á, hvussu
virkini í Sandoynni eftir
kreppuna fyrst í nítiárunum
vórðu reist á føtur aftur, eitt
nú við almennum ígongd
setarastuðli.
Tað gjørdist ein sólskyns
søga fyri Sandoynna, tá
landið á sinni læt 2 miljónir
krónur í stuðli til at virka
fisk í oynni. Eg fekk upplýst
í farnu viku, at Sandoy
Seefood hevur í miðal
útgoldið 20 miljónir krónur
árliga í lønum hesi árini,
síðan hesin stuðul varð
veittur. Sæð í bakspegili
num, er hendan ígongdsetara
upphædd ein av teimum
hentastu íløgunum, sum
gjørdar eru her á landi,
legði hann aftrat.
Ólavsøkupakki
Kári P. Højgaard nevndi
eisini ólavsøkupakkan, sum
samgongan hevur snikkað
saman.
Uppundir seinasta løg
tingsval lovaðu allir flokkar
at raðfesta tey sokallaðu
bleytu virðini frammalaga,
eitt nú skúla, mentan, gran
sking, pensjónir. Eftir valið
hava íløgur í undirstøðu
kervið eyðkent politisku
hjartamálini og gera tað
framhaldandi. Sum nakað
heilt nýtt skulu vit nú saman
við ólavsøkurøðu løgmans
viðgera ólavsøkupakkan og
útreiðslukarmin fyri fíggj
arlógina 2010.
Løgtingsmaðurin vísti á,
at samgongan í lonri tíð
hevur hevur arbeitt við hes
um
vakstrar/
búskapar
pakka, har andstøðan fekk
innbjóðing at luttaka.
Sjálvstýrisflokkurin tók
av tilboðnum og luttók á
nøkrum
fundum,
men
okkara niðurstøða bleiv, at
álvarsliga
fíggjarliga
heimskreppan, ið nú eisini
hevur rakt samfelag okkara,
má takast í størsta álvara.
Tí mátti ein fráboðan út
um, at ein nýggj raðfesting
bleiv gjørd á íløgusíðuni,
so bert alneyðugar og
arbeiðsskapandi verkætlanir
verða framdar í hesum
valskeiði, og at tekni og
fyrireikingararbeiðið til tær
stóru
verkætlaninar
um
almennar tunlar umframt
aðrar dýrar verkætlanir í
undirstøðukervi, sum ikki
eru alneyðugar, verða útsett
ar, til búskaparliga støðan
loyvir hesum. Hetta ynski
okkara setti okkum fyri
triðju ferð út á síðulinjuna.
Vit hava síðan bíðað í spenn
ingi eftir pakkanum og
loksins eftir tógvi stríð og
telving innanhýsis, boðaði
landstýrismaðurin í fíggjar
málum á tíðindafundi frá,
at ein samd samgonga stóð
aftanfyri ólavsøkupakkan.
Kári P. Højgaard helt
kortini ikki, at útsagnirnar
frá samgongulimum hava
bent á ta stóru semjuna, tí
landstýriskvinnan
í
almannamálum sigur, at tað
er ein spurningur, hvussu
langt hon vil fara.
Tó tykist politisk semja
vera um, at fyritíðarpen
sjónistar skulu gjalda sín
stóra part av rokningini,
segði løgtingsmaðurin, sum
annars
viðgjørdi
nógv
onnur mál í síni umrøðu av
løgmansrøðuni.
Fiskivinnan fyllir lítið
í løgmansrøðuni
- Nú er tíð at gevast við at
barbera nøkur % av fiski-
døgunum eftir “plenuklipp-
araháttinum” og saman
við vinnuni finna fram til,
hvar møguliga ov nógv skip
eru, og hvussu vit fáa minka
talið, segði Kári P. Højgaard,
formaður Sjálvstýrisfloksins
Mynd: Jens Kr. Vang
Fagraberg siglir til Peterhead
Fagraberg, sum hendan túrin hevur partrolað saman við Finni Fríða
eftir sild norðan fyri Føroyar, siglir til Peterhead at landa sildina til
matna. Teir vórðu inni gjáranáttina. Fagraberg fór av Fuglafirði
ólavsøkuaftan. Á leiðini norðanfyri royna nógvir russar og
íslendingar, veðrið hevur verið gott har norði.