Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-05, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. august 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 4. august 2009 – Nr. 145 Alonso fer til Spania Størsta partin av summarinum hevur Real Madrid roynt at keypt Xabi Alonso úr Liverpool, men eins leingi hevur Liverpool nokta fyri hesum. Í farnu viku bað spælarin tó sjálvur um at verða seldur, og nú hevur Real Madrid eftir øllum at døma boðið tær á leið £30 milliónir, sum Liverpool vil hava fyri spæliloyvið. Og sambært feløgunum báðum restar nú bert læknakanningin, áðrenn sáttmálin verður undirskrivaður. Alonso hevur seinastu fimm árini spælt í Liverpool, og var partur av liðnum, sum vann Champions League finaluna í Istanbul í 2004. Frá tí liðnum eru tað nú bert Jamie Carragher og Steven Gerrard, sum framvegis spæla í Liverpool. B71 hevur ongan venjara Frankie Jensen er loystur úr starvi í B71, sum harvið stendur uttan venjara. Hetta vátta Ragnar Fossdalsá, formaður í B71, fyri Portalinum. Hann sigur, at nevndin ikki hevði nakrar trupulleikar við Frankie Jensen, ei heldur kundu tey finnast at úrslitunum, Frankie Jensen hevði fingið við liðnum. – Vit hava púra einki at finnast á, men tað riggaði ikki millum hann og leikararnar. Tí bleiv tað soleiðis, sigur Ragnar Fossdalsá. Hann sigur, at teir nú arbeiða við at fáa ein annan venjara. Møguliga verður navn sett á í kvøld. FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Síðstu dagarnar hevur kvinnuliðið hjá KÍ verið í býnum Strumica í Makedonia, har tað hevur kappast við trý onnur meistaralið: Mont­ pellier úr Fraklandi, NSA Sofia úr Bulgaria og Tikvesanka úr Make­ donia. Nógvi hitin hevur verið darvandi fyri avrikini, sum tó mugu sigast at hava verið væl og virðiliga nøkt­ andi. KÍ tapti 0­2 fyri Montpellier og 1­2 fyri NSA Sofia, men vann í gjár 4­2 á makedonska meistaraliðnum. – Tað var øgiliga heitt, tá hesin seinasti dysturin hjá okkum byrjaði, eini 45 hitastig, men tí betur var yvirskýggjað, so tað kølnaði so líðandi og gjørdist ikki so ringt, sum vit stúrdu fyri, sigur Malena Josephsen, liðskipari á KÍ­liðnum. – Okkara ætlan var at bíða eftir teimum, tí vit vistu, at tær sum lið ikki vóru so øgiliga góðar, hóast fleiri av spælarunum vóru tað, og so skuldu vit lúra eftir møguleikum fyri at fara í skjótálop. Tí høvdu tær eisini bóltin nógv í byrjanini, men tíbetur fingu vit longu mál í okkara fyrsta álopi. Spennandi eina løtu Ikki meira enn fýra minuttir vóru farnir, tá KÍ fangaði bóltin frá Tikvesanka í uppspælinum, og so gekk tað skjótt hinvegin. Tað end­ aði við, at Rannvá Andreasen við einum góðum langskoti legði KÍ­ kvinnurnar á odda 1­0. Rannvá, sum hevði fleiri royndir á makedonska málið, var aftur á blettinum eftir eitt líknandi álop í 23. minutti og økti til 2­0. Og tá hálvur tími var spældur, sá rættiliga gott út hjá KÍ, tí tá bleiv 3­ 0. Sofía Purkhús stríddi seg ígjøgn­ um, men tá málverjin hjá Tikve­ sanka skuldi sparka bóltin burtur, rakti hon beint á Sofíu, so bólturin fór í tíma málið. – Við einari góðari hálvleiks­ leiðslu valdu vit at leggja størstu orkuna í verjuspælið í seinna hálv­ leiki, men hóast vit partvíst fóru niður við sólini, tí orkan fór at ganga undan, høvdu vit okkara kjansir og kundu saktans fingið okk­ urt málið, sigur Malena Josephsen. Í staðin varð tað makedonska meistaraliðið, ið tvær ferðir megn­ aði at minka um munin til 3­2, so tað eina løtu var spennandi, áðrenn Malena sjálv fekk tryggjað KÍ sigur­ in við einum góðum frísparki, ið hon sendi heilt upp í samankom­ ingina. Hevur gingið væl Stutt eftir hetta var málverjin hjá útvístur fyri at hava tikið bóltin utt­ an fyri brotsteigin, og aftur fimm minuttir seinni var Ása Klakstein Thomsen útvíst fyri hevnissøku. Men tá vóru bara 10 minuttir eftir og dysturin avgjørdur, so tað fekk ikki avleiðingar fyri úrslitið. – Samanumtikið eru vit stak væl nøgdar við hesar tríggjar dystirnar, tí eftir umstøðunum hevur gingið væl. Vit hava strítt saman sum eitt lið, allar sum ein, og tað góða samanhaldið kunnu vit saktans brúka, nú endaspurturin í lands­ kappingini heima nærkast, sigur Malena Josephsen. – Teir báðar fyrru dystirnar, ið vóru móti fronsku og bulgarsku meistaraliðunum, taptu vit tepurt. Tí var tað eisini gott at fáa ein sigur til síðst, so vit heldur ikki endaðu aftastar í bólkinum, men fingu triðja plássið. Malena Josephsen og Rannvá Andreasen taldust báðar millum málskjúttarnar, tá KÍ-kvinnurnar í gjár vunnu á makedonska meistaraliðnum, Tikvesanka, í sínum UEFA Woman’s Champions League-bólki Savnsmynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir Endaðu við sigri UEFA Woman’s Champions League Tikvesanka-KÍ 2-4 (0-3) 1­0: Rannvá Andreasen, 4. 2­0: Rannvá Andreasen, 23. 3­0: Sofía Purkhús, 30. 3­1: Lence Andreeva, 56. 3­2: Velina Koshuleva, 64. 4­2: Malena Josephsen, 74. Hini úrslitini: Montpellier­KÍ 2­0 (0­0) NSA Sofia­Tikvesanka 5­0 (2­0) Montpellier­Tikvesanka 7­1 (3­0) KÍ­NSA Sofia 1­2 (1­1) NSA Sofia­Montpellier 0­3 (0­2) Endaliga støðan: Montpellier 3 3­0­0 12­1 9 NSA Sofia 3 2­0­1 7­4 6 KÍ 3 1­0­2 5­6 3 Tikvesanka 3 0­0­3 3­16 0 Við at vinna 4-2 á makedonska meistaraliðnum í gjár, eydnaðist KÍ at tryggja sær triðja pláss í sínum UEFA Woman’s Champions League-bólki