mikudagur 5. august 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 4. august 2009 – Nr. 145 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 25
Vagnur gongur á høkjum
Tí er tað eisini ógvuliga ivasamt, um hann verður tøkur til
landsdystin um eina viku. – Sum er fái eg ikki sett fótin til, so
eg tori als einki at siga um landsdystin, sigur Vagnur Mohr
Mortensen, sum gongur á høkjum í løtuni. Hetta kemur
sjálvsagt ógvuliga dátt við hjá honum, nú hann er í
landsliðshitanum aftur, eftir at hava verið úti í nøkur ár. Vagnur
Mohr Mortensen spældi sín fyrsta landsdyst í 2004 og er
skrásettur fyri tríggjar av slagnum. Sum støðan er nú, er lítið ið
bendir á, at tann fjórði kemur mikukvøldið.
Svend Fuglø Jacobsen við HB
Nú Vagnur Mohr Mortensen ikki er tøkur hjá Sámal Erik Hentze,
hevur venjarin sent boð eftir einum øðrum miðverja. Svend Fuglø
Jacobsen er partur av hópinum, sum fer norður til Klaksvíkar
hóskvøldið. Svend hevur eins og Vagnur spælt sum miðverji á
teimum flestu ungdómslandsliðunum, umframt at hann eisini hevur
spælt í bestu føroysku fótbóltsdeildini. Í mun til Vagn hevur Svend
eisini spælt eitt skifti í B36 og í TB. Í ár hevur lítið verið at sæð til 23
ára gamla verjuleikaran, sum eisini kann spæla á miðvøllinum, men
møguliga kemur hann á vøllin í Klaksvík.
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
14 stig í 17 dystum. KÍ liggur
næstaftast í Vodafonedeildini, hevur
skorað næstfægst mál og latið
næstflest ígjøgnum. Lagið hevur
verið ringt í Klaksvík í langa tíð, men
eftir at Todi Jónsson, Atli Danielsen,
Páll Klettskarð og Hjalgrim Elttør
komu aftur, og liðið vann á 07 Vestur,
kveiktist ein lítil vón aftur.
Sunnudagin var liðið tó
fullkomiliga eyðmýkt við Margáir. 7-
0! Ongantíð áður hevur KÍ tapt so
stórt, og um kappingarárið ikki skal
fara fullkomiliga í vask, skulu stig á
kontoina hóskvøldið.
Jákup og Todi við
Til hesa uppgávu er KÍ nakað væl
betri fyri, enn til dystin í móti EB/
Streymi. Jákup Mikkelsen hevur vant
í vikuni og verjir málið aftur
hóskvøldið. Jógvan Isaksen er við
aftur eftir leikbann, og so hevur Todi
Jónsson eisini vant niðri um
dagarnar uttan stórvegis
trupulleikar, so í Klaksvík verður
eisini roknað við honum.
KÍ má tó framvegis vera Jógvan
Isaksen, sum hevur trupulleikar við
lærkrikanum, og Erland Berg
Danielsen, ið er langtíðarskaddur,
fyriuttan.
Við heimasíðuna hjá
fjepparafelagnum Bláa Bylgjan
segði formaðurin hjá KÍ, Fríðin
Ziskason í gjár, at tey mugu leggja
stórtapið aftur um seg og koma
víðari.
– Hesa vikuna er umráðandi, at
leikarar og øll onnur kring hópin
hugsa HB, HB, HB og einki annað,
segði hann.
Vagnur ikki við
Sámal Erik Hentze, venjari hjá HB,
hevur eisini síni ting at hugsað um.
Ein positivur trupulleiki er Christian
Restorff Mouritsen. Sum tað
stendur aðrastaðni her á síðuni,
varð sáttmáli hansara við B36 ikki
galdandi. Tískil er hann tøkur hjá
Sámal Erik Hentze hóskvøldið og
spennandi verður at síggja, um
venjarin fer at gera brúk av
liðformanninum á U21-
landsliðnum.
Ein annar – keðiligur – trupulleiki
er støðan hjá Vagni Mohr
Mortensen. Eftir dystin móti 07
Vestur gjørdist greitt, at Vagnur
Mohr Mortensen hevði meitt sær
fótin og er tískil ikki tøkur. Tí skal
nýggjur maður inn í miðverjuna, og
hesin kann gerast Svend Fuglø
Jacobsen.
Umframt Vagn er eisini Símun
Rógvi Hansen skaddur. Hann hevur
hann trupulleikar við lærkrikanum í
eina tíð. Hesa tíðina hevur Marcin
Dawid vart málið hjá HB og tað ger
hann eisini hóskvøldið, tá HB skal
staðfesta, at teir ikki havi
gummibein eftir tríggjar javnleikir á
rað og so ein tepran sigur á
botnliðnum 07 Vestur sunnudagin.
Reglurnar um
flytingarvindeyga eru
greiðar, og tí sleppur
Christian Restorff
Mouritsen ikki at skifta til
B36
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað var annars tað, sum lá í
kortunum, tá B36 skrivaði sáttmála
við spælaran fyri einum mánaði
síðani. Og Christian Restorff
Mouritsen spældi eisini við B36 í
tapinum móti NSÍ tann 26. juni,
umframt at hann við trimum
málum var høvuðsmaðurin í
ólavsøkusigrinum móti HB.
Tá komu teir í B36 eisini eftir, at
spæliloyvið framvegis ikki varð flutt,
og teir royndu alt fyri eitt at fáa
hetta í rættlag, hóast freistin í
flytingarvindeyganum gekk út tann
27. juli á midnátt.
FSF gav sunnudagin boð um, at
teir vildu nýta mánadagin afturat til
at viðgera málið, men tá dómurin
fall í gjár, var hetta uttan náði.
Reglurnar fyri flytingarvindeygað
staðfesta greitt, nær hetta er opið,
og tí vildi FSF ikki geva undantak.
Eitt undantak varð annars gjørt í
fjør, tá Tór-Ingar Akselsen ikki hevði
fingið spæliloyvið við á ferðini úr
HB til 07 Vestur. Ta ferðina varð 07
Vestur bjargað á málstrikuni, tí teir
høvdu ein FSF-skrásettan sáttmála,
og semja var um, at vantandi
flytingin av spæliloyvinum skuldi
verið fangað, tá sáttmálin varð
góðkendur.
B36 hevði hinvegin ikki FSF-
skrásettan sáttmála við Christian
Restorff Mouritsen, og tí kundu teir
ikki nýta tann partin av
argumentatiónini hjá 07 Vestur,
hóast málini vóru rættiliga lík.
KÍ – HB:
Klaksvíkingar skulu reisa seg
Spæliloyvið hjá Christian
Restorff Mouritsen liggur
hjá HB, og tískil kann hann
umboða teir á vøllinum á
Injector Arena hóskvøldið
Mouritsen
sleppur ikki
úr HB
Eftir størsta tapið nakrantíð skal KÍ nú syrgja fyri, at
kappingarárið ikki verður tað vánaligasta í langa tíð, tí
niðurflytingarvandin er ein veruleiki í Klaksvík