mikudagur 5. august 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 146 - 5. august 2009
Fleiri hava ført fram, at
løgmannsrøðan ikki er á
tremur við visiónum og
ætlanum, ið peika fram
eftir. Væl kann vera, at so
er, men spurningurin er,
um ein tílik røða ikki eigur,
og skal, avspegla støðuna í
samfelagnum, tá ið hon
verður hildin.
Støðan í samfelagnum
beint nú krevur gamaní, at
vit hyggja frameftir og seta
út í kortið, men hon krevur
samstundis, at vit onkurs
vegna signalera stabilitet.
At vit, hóast fíggjar og
búskaparkreppu, halda tørn
og tryggja, at samfelagið
ikki ferð um koll. At borg
arar landsins skulu kenna
seg tryggan, hvat viðvíkur
teirra livibreyð og dagligu
tilveru.
At vit øll, hóast verri
tíðir, kunnu verða vís í at
okkara livikor ikki verða
broytt so nógv, at vit ikki
duga at síggja hvussu vit
kunnu klára at lívbjarga
okkum og okkara. Tann
boðskapurin, at vit fara at
halda tørn og verja okkara
vælferðarsamfelag hóast
ikki so bjørt útlit í búskapi
num beint nú, er ein boð
skapur, ið vit ikki eiga at
undirmeta týdningin av.
Javnstøða
Hóast tann veruleika at vit
hava tørv á tryggleika so
hava vit eisini tørv á at
síggja tiltøk, ið vísa fram
eftir og hvussu vit skulu
flyta okkum fram á leiðini.
Vit hava eitt samfelag
har stórur munur er á,
hvussu kynini eru umboð
aði eitt nú í leiðandi størv
um. Sambært talvu, ið er
viðløgd løgmannsrøðuni,
er tað 1270 mannfólk, ið er
í leiðandi starvi í 2008 og
talið av kvinnuligum leið
arum 170. Hesi tøl siga
mær, at vit hava eitt veld
uga stórt tilfongi í okkara
arbeiðsmegi, sum als ikki
verður gagnýtt.
Sambært samgonguskjal
inum so skal virkast fyri
javnstøðu á arbeiðsmarkn
aðinum, í politikki og
samfelagnum annars.
Tí sakni eg eina greiða
útmelding um, hvussu hes
in setningurin skal røkkast
í verki. Havandi í huga
tølini, ið eg júst nevndi,
trupulleikarnar hjá barna
familjum at fáa arbeiðslív
og familjulív at virka sam
an, manglandi páparættindi
millum annað í okkara
barsilsskipan og nógv onn
ur viðurskifti innan javn
støðu, kundi eg hugsað
mær at fingið at vita,
hvussu málsetningurin í
samgonguskjalinum skal
røkkast.
Javnbjóðis møguleikar
Løgmannsrøðan hevur nakr
ar ómetaliga týdningarmikl
ar orðingar um javnbjóðis
møguleikar, har m.a verður
tikið til nakað soleiðis:
ӯll skulu hava somu
møguleikar at skapa sær
eina gevandi og innihalds
ríka tilveru. Møguleikar at
velja lívsleið, sama um tú
er barn av stjóra ella verka
fólki. Hetta er kjarnan í
okkara samfelag”.
Aðrastaðni hevur nógv
verið tjakast um, hvussu
ein skapar hesar javnbjóðis
møguleikar í verki, er tað
gjøgnum sosialpolitikkin,
útbúgvingarpolitikkin ella
vinnupolitikkin?
Svarið er, at tað ikki bert
er innan fyri eitt øki at set
ast má inn, um hetta málið
skal vera meira enn føgur
orð. Tað er tó ein sann
roynd, at krøvini til vitan og
útbúgving ið verða sett til
okkara børn ongantíð eru
so stór sum í dag.
Tí má okkara samfelag
seta barnið og tess møgu
leikar fyri læring í mið
depilin. Tað er júst í hesum
ljósið at eg síggi fráboð
anina í løgmansrøðuni, um
at minka talið av skúlaeind
um innan Fólkaskúlan.
Men fyri at hetta átak skal
eydnast, má tað gerast í
tøttum samstarvi við av
varðandi myndugleikar og
ein má ikki missa tað
stevnu úr eygsjón, at trivn
aðurin hjá børnunum í
skúlanum eru ein fortreyt
fyri bestu innlæring.
Fiskivinnan
Røða løgmans nemir eisini
við nøkur týdningarmikil
viðurskifti viðvíkjandi
arbeiðsloysi og bygnaðar
trupulleikunum í fiskivinnuni.
Sjálv eri eg búsitandi í
einum økið, ið hevur stórar
trupulleikar bæði viðvíkj
andi arbeiðssloysi og bygn
aðartrupulleikum í fiski
vinnuni.
Tí ljóðar tað gott og
neyðugt, í mínum oyrum,
at løgmaður fráboðar ein
bygnaðargrunn sum kann
skunda undir at tillaga
okkara fiskiflota. Eisini
fegnist eg um og fráboðaðu
endurskoðanina av fiski
vinnulóggávuni, millum
annað við atliti at brúks
skyldu av fiskirættindum.
Øll á hesum høga tingi
eru greið yvir, at okkara
samfelag er í eini broyting
artíð ikki minst vinnuliga,
sakni tí eina viðgerð av,
hvussu vit skapa karmar, ið
hjálpa teimum økjum ið
eru mest tengd at fiskivinn
uni við verðandi bygnaði.
Hvussu kann tað almenna
vera við til at lyfta hesi
økir soleiðis, at tey verða
meira vinnuliga fjølbroytt
og hava fleiri bein at
standa á?
Maritimu útbúgvingarnar
Nógvir tingmenn hava
nevnt, at tað var natúrligt
at vinnuháskúlin og mari
timu útbúgvingarnar vóru
staðsettar í Klaksvík. Upp
lýst er, at landstýriskvinnan
hevur sett eina nevnd, ið
skal lýsa spurningin um at
savna hesar útbúgvingar á
einum stað.
Dugi illa at ímynda mær,
at hesin arbeiðsbólkur
kann koma til aðra niður
støðu enn, at tað er rætt, at
staðseta hesar útbúgvingar
í fiskivinnuhøvuðstaði
okkara.
Ólavsøkupakkin
Hetta uppskot er býtt ið 3
økir:
• virksemisskapandi átøk
• rationaliseringar
• bygnaðarbroytingar
Nógv tjak hevur verið um
hetta uppskot, innan tað
yvirhøvur varð framlagt.
Um tað kemur ov seint, um
tað er nóg virksemisskap
andi ella tað leggur ein
dempara á búskapin, ið
bert ger støðuna verri.
Yvirordnað hevur nógv
verið røtt um, at virksemis
skapandi tiltøkini ikki eru
nóg umfatandi. Haldi ikki
tað er so eintýðugt og lætt
at spáa um. Vit hava í dag
eitt arbeiðsloysi ið er á
3,5%, okkara fíggjarkervið
sær tíbetur ikki út til, at
vera líka so hart rakt av
kreppuni, sum peninga
marknaðurin í londunum
rundan um okkum. Hóast
tað, er ein trekleiki ið út
lánspolitikkinum hjá pen
ingastovninum sum ávirkar
nýtsluni í samfelagnum.
Nýggjastu vísitølini í
konjunkturbarometrinum,
vísa at forvæntningarnar
hjá vinnuni og húsarhaldi
num eru nakað ljósari nú
enn síðst. Tí eru metingar
um gongdina í nýtsluni,
arbeiðsloysi og fiskaprís
um rættuliga avgerðandi
fyri hvussu umfatandi
virksemisskapandi tiltøkini
mugu vera fyri at fáa vend
í búskapin aftur.
Tá ið tríggir flokkar
skulu leggja eitt uppskot
sum hetta fram, so vilja tað
altíð verða ymsar meining
ar um, hvat er gott og ringt
við uppskotinum.
Størsta plussið í pakkan
um er eftir mínum tykki, at
lønirnar eru framskrivaðar
sambært galdandi sáttmála.
Hetta kann ljóða løgi, men
tað hevur altavgerandi
týdning fyri okkum í
Javnaðarflokkinum, at
landsstýrið virðir fakfeløg
ini og tað ber henda fram
skriving boð um.
Rationaliseringar:
Samstundis sum ein kann
fegnast um, at lønirnar
innan almenna sektorin eru
framskrivaðar sambært
sáttmála, so kann ein ivast í
hvørja ávirkan tað ferð at
hava á tað almenna, at rakst
urin er ásettur at vera tann
sami sum í ár. Á flestu
almennu stovnum er lut
fallið millum rakstur og
lønir 955 % , hetta lutfall
átti kanska í verðuleikanum
at verið 85 – 15. Tí kann
ein spyrja hvørjar avleið
ingar ein null framskriving
av rakstri ferð at hava við
sær, ferð hetta í veruleikan
um at kosta størv ? hvussu
nógv? er nøkur meting
gjørd av hesum.
Í samband við virkisskap
andi tiltøkini eru fleiri av
teimum partvíst viðgjørd
áður. Hugsi her um tiltøkini
við Húsalánsgrunninum og
at MVG stuðulin til sethús
skal aktiverast. Tað, sum er
nýtt og áhugavert er, at íløgu
karmurin fyri 2010 verður
hækkaður við eyka 90 mió.
Hesin peningur er ætlaður
til: skipabygging, almanna
øki og mentunnarøki.
Viðvíkjandi skipabygg
ing, eri eg samd við for
manninum í okkara ting
bólki, at vit so ella so
mugu seta krøv til at før
oysk arbeiðsmegi verður
nýtt, serliga tá ið enda
málið er at skapa virksemi.
Eykaavseting til almanna
øki kann m.a nýtast til at
byggja fleiri røktarheim og
serstovnar skjótari enn
ætlað. Til dømis hevur
Klaksvíkar kommuna søkt
um at byggja eitt røktar
heim, men hevur sjálv ikki
fíggjarkarm til hesa íløgu
fyrr enn í 2012, tí kundi
landstýriskvinnan um
hugsa, um til ber at gera
eina skipan, ið kann fram
skunda hesa byggiætlan.
Sagt verður í uppskotin
um viðvíkjandi hesum 90
mió, at ”miða eigur at
verða eftir at íløgurnar
verða spjaddar kring
landið” Sakni nakað meira
ítøkiligt um hvussu
íløgukvotan skal spjaðast
kring landið.
Bygnaðarbroytingar
Undir bygnaðartiltøkunum
verður nevnd nýggja pen
siónsskipanin har mótrokn
ing verður ásett frá 2010 og
at henda broyting ferð at
hava 25 mió minni í útreiðsl
um hjá landinum í 2010.
Vænti at hesin parturin
verður nærri útgreinaður
undir viðgerðini í fíggjar
nevndini, hvussu ætlanin
er at skipa hetta og hvørjar
avleiðingarnar verða.
Broytingar í býtinum av p/
f skattinum frá 62/38 til
70/30 millum land og komm
unirnar skulu geva landinum
10 mió í meirinntøku.
Hvussu verða avleiðingarnar
fyri tær kommununar ið eru
illa fyri fíggjarliga?
Rakstratiltøk:
Í síðsta partinum av pakk
anum er ætlanin at fremja
rationaliseringar – serliga
innan lógarbundnar
játtannir á 75 mió.
Eri samd um at neyðugt
er at fremja rationaliser
ingar, men havi nakrar
viðmerkingar/spurningar
til nevndu átøkini.
Bygnaðarbroytingar
innan miðnám 2,4 hvat
merkir hetta ? Bygnaðar
broytingar fólkaskúlin 5
mió : ber hetta til at náa til
fulnar í 2010 ? helst eru
bert 5 mánaðir at fremja
broytingina í.
Fyritíðarpensjónin
mótroknast við 25 % frá
fyrstu krónu. Hetta er eitt
tiltak ið ørkymlar meg. Tað
virkar beint í mótstríð við
at hækkað skattafríu upp
hæddina, júst fyri at hesin
bólkur skuldi eggjast at
arbeiða.
Samanumtikið er neyð
ugt at seta tiltøk í verk sum
eru virksemisskapandi og
eisini at tálma hallið á
fíggjarlógini. Spurningurin
er um átøkini, ið pakkin
leggur upp til eru nokk til
at venda búskapargongdini
og um hetta eru tey røttu
tiltøkini.
Niðurstøðan hjá Fíggjar
málaráðnum er at saman
lagdi virknaðin á BTÙ í
2010 er 1,28% og í 2011 er
virknaðurin 2%. Sum
nevnt í byrjanini verður tað
gongdin í m.a arbeiðsloysi
og fiskaprísum ið fara at
verða avgerðandi fyri um
tiltøkini eru nóg virksemis
skapandi. Sakni framrokn
ingar og metingar hesum
viðvíkjandi. Hinvegin
koma hesi tiltøk at verða
víðari viðgjørd í tinginum í
heyst og koma ábendingar
um at hetta ikki er nokk
ber til at rættað uppskotið
til samsvarandi gongdini í
búskapinum. Har fari eg at
fáa spurningarnar nærri
viðgjørdar ið eg havi sett
og annars fari eg at geva
uppskotinum eina sakliga
viðgerð.
Løgmannsrøðan
løgtingskvinna
Eyðgunn
SamuElSEn
viðmerkingar
Alt fleiri íslendingar
eru ímóti at fara upp í
Evropasamveldið, og
altsamt fleiri krevja,
at stjórnin skal biðja
fólkið um loyvi at
samráðast við ES um
um limaskap
Ísland/Es
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo
Meðan embætisverkið í ES
er í ferð við at kanna
íslendsku umsóknina um
limaskap í samveldinum,
eru altsamt fleiri íslendingar
farnir at ivast í, um tað er
rætt at fara uppí.
Ein
nýggj
meininga
kanning,
sum
Capacent
Gallup hevur gjørt, vísir, at
17,1 prosent ganga fult inn
fyri ESlimaskapi, og at
17,6 prosent hella tann
vegin. Hinumegin svara
19,3 prosent, at tey eru
avgjørt ímóti limaskapi, og
29,2 prosent hella ímóti
limaskapi.
16,9
prosent
hava ikki tikið støðu.
Verða tey, sum ikki hava
tikið støðu, tikin burtur úr
kanningini, eru 58,3 prosent
avgjørt ímóti ella ímóti
limaskapi.
41,7
prosent
taka hinvegin undir við at
fara upp í ES.
Gallup hevur eisini spurt
íslendingar, um stjórnin skal
spyrja fólkið, áðrenn hon fer
undir samráðingar við ES
um limaskap. 45,3 prosent
svara, at tey taka avgjørt
undir við at leggja spurningin
um
samráðingar
út
til
fólkaatkvøðu, og onnur 15,6
prosent siga, at tey halda tað
vera rætt við fólkaatkvøðu
um samráðingarnar. 17,9
prosent siga seg vera avgjørt
ímóti at spyrja fólkið, áðrenn
samráðingarnar byrja, og
11,3 prosent halda tað ikki
vera neyðugt við fólka
atkvøðu um tað. Smá 10
prosent vita ikki.
Verða tey, sum ikki vita,
tikin burtur úr kanningar
úrslitinum, er niðurstøðan,
at 67,6 prosent siga, at
stjórnin skal ikki fara undir
samráðingar um limaskap,
fyrr enn hon hevur spurt
fólkið um tað. 32,4 prosent
halda hinvegin, at tað er
óneyðugt við fólkaatkvøðu
um tað.
Íslendingar venda sær frá ES
Undirtøkan fyri ES-politikkin-
um hjá Jóhonnu Sigurðardóttur,
forsætisráðharra minkar
Mynd: Vísir