Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-05, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. august 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 146 - 5. august 2009 17 tíðindi - Eg haldi, tað er rætt at staðfesta, at so leingi Føroyar ikki hava sjálvstýri, tosa vit ikki um limaskap í ES. Málið má vera, sum støðan er nú, at vit fáa eina avtalu um tey fýra frælsini, og at vit royna at tryggja føroyska vinnulívinum so góða atgongd til ES-marknaðin og aðrar marknaðir sum gjørligt, segði Jákup Mikkelsen, framsøgumaður Fólkafloksins undir viðgerðini av løgmansrøðuni   Løgmansrøða Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Undir viðgerðini av løgmans­ røðuni  og  ólavsøkupakk­ anum, var Jákup Mikkelsen,  formaður  Fólkafloksins  á  tingi,  framsøgumaður  fyri  flokkin. Hann  byrjaði  sína  røðu  við at líta aftur til byrjanina  av hesum valskeiði. ­ Tá CHE­samgongan sá  dagsins ljós í februar í fjør,  vóru  fráboðaðar  stórar  ætlanin  og  eitt  siðaskifti  innan  fiskivinnuna.  Men  eftir mikið stríð í einar átta  mánaðar  og  lítla  úrtøku,  staðfesti  Høgni  Hoydal,  at  Tjóðveldi ikki var stjórnar­ berandi, og stutt eftir slitn­ aði CHE­samgongan. Sam­ stundis  varð  okkara  sam­ felag rakt av stjórnarloysi.  Jákup  vísti  síðan  á  alheims  fíggjarkreppuna,  sum  fór  at  gera  um  seg,  fyrst  í  USA  og sum  síðan  breiddi  seg  sum  skógar­ brandur um allan heim. ­  Føroysku  peninga­ stovnarnir  vórðu  eisini  raktir,  tíbetur  ikki  so  hart,  sum  í  londunum  uttanum  okkum.  Henda  fíggjar­ kreppa var so djúptøkin, at  hon skjótt hevði avleitt eina  alheims búskaparkreppu.  Jákup vísti á, at her heima  merktu  vit  skjótt  eitt  ógvusligt fall í fiskaprísum,  serliga  á  toski  og  hýsu.  Fiskiskapurin  minkaði  eisini,  serliga  hjá  húka­og  línuflotanum, rentan hækk­ aði og í eitt tíðarskeið vóru  oljuprísirnir  so  høgir  sum  ongantíð áður.  ­  Stutt  sagt  var  støðan  sera  ivasom  og  døpur. Tað  breyt í bæði borð, og tú sást  ógvusligar  brotasjógvar  frammanfyri  stavn,  legði  hann aftrat. ABC Jákup  Mikkelsen  segði,  at  fyritreytirnar vóru ivasamar  og  truplar,  tá  ABC­sam­ gongan tók við í september  mánaða í fjør. ­ Fólkaflokkurin var sinn­ aður  at  taka  við  ábyrgd,  hóast  útlitini  vóru  sera  vánalig og vitandi, at tung  tøk og ópopulerar avgerðir  skuldu takast.   Løgtingsmaðurin helt, at  ólavsøkurøða  løgmans  fevnir  víða  og  nemur  við  flestu tættir í samfelagnum.  ­ Men løgmanni líkt, er  røðan framborin á ein sera  varisligan  hátt,  so  neyvan  nakar kann kenna seg stoytt­ an ella østan av henni.   Jákup  ásannaði,  at  løgmaður  í  síni  røðu  nam  við tey mest týdningarmiklu  økini, tó at okkurt lá eftir.  ­ Løgmaður er sum heild  bjartskygdur og vísir á nógv  ymisk  viðurskifti,  sum  skulu fremjast í verki. Hann  nemur  eitt  nú  við  okkara  uttanríkispolitikk og vísir á,  at  ein  serfrøðingarbólkur  greinar,  hvussu  vit  fáa  gagnligasta tilknýtið til ES.  Formaður  Fólkafloksins  segði,  at  so  leingi,  sum  Føroyar ikki hava sjálvstýri,  er  rætt  at  staðfesta,  at  vit  ikki  tosa  um  limaskap  í  ES. ­  Málið  má  vera,  at  vit  fáa eina avtalu um tey fýra  frælsini, og at vit royna at  tryggja føroyska vinnulívi­ num  so  góða  atgongd  til  ES­marknaðin  og  aðrar  marknaðir  sum  gjørligt,  segði hann.  Tillaging av flota Í  síni  røðu  nam  løgmaður  við  fiskivinnuna  og  sigur,  at  landsstýrið  er  farið  at  kanna møguleikan at seta á  stovn  eina  skipan  við  loyvisgjaldi,  ið  verður  oyramerkt  í  ein  bygnað­ argrunn, sum kann skunda  undir at tillaga flotan.  ­ Fyri at eingin misskiljing  skal  vera,  hava  vit  í  samgonguni avtala, at hetta  arbeiði skal gerast í tøttum  samstarvi  við  vinnuna,  og  fyri Fólkaflokkin er tað ein  fyritreyt, at semja fæst við  vinnuna á hesum øki.  Jákup Mikkelsen vísti á,  at  tað  liggja  stór  og  spennandi  perspektiv  í  einum  slíkum  bygnaðar­ grunni,  sum  vinnan  sjálv  rindar  í  og umsitir  og  sum  fer at gera vinnuna føra at  taka  sær  av  sínum  egnu  viðurskiftum,  eitt  nú  inntøkutrygd,  kreppuhjálp  ella  tillagingum  av  flotanum.  ­ Men tað er avgerandi, at  vinnan er við í einari loysn,  og  at  tað  er  vinnan,  sum  kemur at umsita ein slíkan  grunn.  Sama  er  galdandi  við  víddargjaldinum  til  alivinnuna. Tann  peningur,  sum kemur inn frá alivinn­ uni,  skal  fara  í  ein  menn­ ingar­og granskingargrunn,  sum  alivinnan  sjálv  skal  umsita. Fólkaskúlin Jákup  vísti  á,  at  skúla­ bygnaðurin  sambært  løg­ mansrøðuni  skal  broytast  grundleggjandi,  men  løg­ maður kemur ikki nærri inn  á,  hvussu  hesin  bygnaður  skal broytast.  ­  Skúlareindirnar  skulu  fækka,  og  soleiðis  fara  smáu  bygdaskúlarnir  í  søguna. Hetta man kennast  svárt  fyri  tær  bygdir,  sum  hetta  fer  at  raka,  men  fyri  næmingarnar verður hetta á  mangan  hátt  betri,  legði  hann aftrat. Løgmaður  førdi  eisini  fram,  at  ein  miðvís  íløga  skal gerast í at útbúgva og  eftirútbúgva  lærarar  og  leiðslur á skúlum og stovn­ um,  og  hetta  helt  Jákup  í  síni  umrøðu  vera  sera  týdningarmikið. ­ Vit ynskja, at fólkaskúlin  skal  gerast  besti  skúli  í  heiminum. Tí er neyðugt, at  vit geva skúlanum allar tær  fyritreytir sum skulu til fyri  at  náa  hesum  máli,  segði  løgtingsmaður  Fólkaflok­ sins, sum annars undraðist  á, at løgmaður í hesum sam­ bandi  ikki  nevndi  Visjón  2015 við einum orði. Jákup  ásannaði,  at  ofta  verður tosað um tað neyð­ uga  í  at  bøta  um  fysisku  karmarnar innan skúlaverk­ ið, at menna leiðsluførleikar  og  um  at  eftirútbúgva  lærarar.  ­  Men  eg  haldi,  at  tann  týdningarmesti  parturin  ofta  verður  gloymdur,  og  tað er heimið og foreldrini.  Hann  legði  dent  á,  at  skal  skúlagongdin  eydnast  væl, er neyðugt við góðum  skúla  og  góðum  lærarum,  men  foreldrini  hava  ein  altavgerandi leiklut.  ­  Eg  veit,  hvat  eg  tosið  um, tí eg havi verið næm­ ingur, lærari og foreldur, og  tí  veit  eg,  at  foreldranna  partur  hevur  ein  avgerandi  leiklut,  um  vit  skulu  fáa  besta  skúla  í  heiminum,  segði  framsøgumaður  Fólkafloksins. Almannamál Jákup  Mikkelsen  fegnaðist  um  orð  løgmans  undir  umrøðuni  av  almanna­og  heilsumálum  og  vísti  á,  at  hvørt mansbarn í Føroyum  veit, hvussu týdningarmikil,  eym  og  kensluborin  hesi  øki eru. ­ Her ætlar samgongan at  fáa loyst úr lagdi og framt  stórar  og  spennandi  verkætlarnir innan hesi øki,  segði  framsøgumaðurin,  sum  síðan  vísti  á  mong  ymisk mál, sum ætlanin er  at gera nakað við. Hetta  vísir,  segði  Jákup  Mikkelsen,  at  samgongan  hevur  eitt  stórt  hjarta  fyri  hesum  øki,  og  nú  er  avbjóðingin  at  vísa  tað  í  verki, legði hann aftrat. Framsøgumaður  og  for­ maður Fólkafloksins á tingi  hevði  eins  og  hinir  fram­ søgumenninir  eina  lutfals­ liga  langa  røðu,  sum  vit  ikki  kunnu  endurgeva  í  fullum líki á hesum sinni. Vit tosa ikki um ES sum partur av ríkisfelagsskapi - Stór og spennandi perspektiv liggja í einum bygnaðargrunni, sum vinnan sjálv rindar í og umsitir og sum fer at gera vinnuna føra fyri at taka sær av sínum egnu viðurskiftum, eitt nú inntøkutrygd, kreppuhjálp ella tillagingum av flotanum, segði Jákup Mikkelsen, framsøgumaður Fólkafloksins