Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-05, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. august 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Boys In A Band er tiltiknir fyri sínar lívligu framførslur, og úti í heimi hava fólk eisini verið hugtikin av føroyska rockbólkinum. Í 2007 vunnu Boys In A Band altjóða kappingina Global Battle Of The Bands, og bólkurin hevur eisini spælt á Roskilde Festivalinum, Spot, Airwaves í Íslandi og aðrstaðni. Alt byrjaði í september mánaði í 2006, og sama ár vóru Boys In A Band valdir til Besta nýggja bólk á Planet Awards. Árið eftir vóru avrikini so sannførandi, at bólkurin varð valdur til Besta bólk á sama tiltaki. Í fjør spældu Boys In A Band sína fyrstu fløgu inn. Hetta gjørdu teir saman við kendum framleiðara í studio í London. Burturúr kom útgávan Black Diamond Train, sum varð givin út í fjørsummar. Og nú skulu Boys In A Band eisini spæla á landsins størsta tónleikatiltaki. Moby The Pink Pilot er rættiliga nýggjur bólkur á føroyska tónleikapallinum. Bólkurin var við í tónleikakappingini FM08 og vann hesa kappingina. Moby The Pink Pilot spælir progressivan rock og fær íblástur frá bólkum sum Pink Floyd, Radiohead og Muse.Bólkurin leggur dent á góð løg og at hava sterkar tekstir. Í sangunum hjá bólkunum eru altíð ein hjartanemandi søga, ein boðskapur ella brutal erligheit. Bólkurin er mannaður soleiðis: Fróði Hansen - Sang og trummur Mattias Kapnas - Orgul Petur W. Háberg - Bass og sang Bartal Augustinussen - Gittar Tokið koyrir við fullari ferð Progressivt og erligt MOBY THE PINK PILOT BOYS IN A BAND Slagarabrakið Anfinn & Co hava givið fleiri útgávur út, og seinsta fløgan kom í fjør. Hendan fløgan varð tikin upp úti í Nólsoy, har klaksvíkingurin Anfinn Nielsen hevur búð í nógv ár. Tað eru tvey ár, síðani Anfinn & Co høvdu sína tiltiknu fram førslu á Summar Festi valin um. Tá vóru teir rendir upp á stóra pallin, tí verður líkindini forðaðu útlendskum bólkum at koma til landið til tíðina. Og tað var vorðið sum framførsla, Anfinn og hans­ ara menn høvdu framman fyri líviligu áhoyrara­ fjøldini. Nú eru Anfinn & Co til reiðar at taka enn eitt tørn á Summar Festival­ inum, og tað gera teir við nýggjum og góðum gomlum sangum. ­ Eg gleði meg ótrúliga nógv til at sleppa at standa á pallinum aftur, sigur Anfinn Nielsen, sum er klárur at tríva í slagarar sum Cirkus Tinganes, Útsalg, Stikk hann í kavan, Ferðaseðil til Nólsoyar og Í skúrið. ANFINN & CO Frásøgu- menn í topp- formi Ein góður festivalur hevur brúk fyri góðum frásøgufólkum á pallinum. Undanfarin ár hava víst, at Summar Festivalurin hevur fatur í tveimum av teimum bestu – og teir halda fram. Sjúrður Skaale verður aftur í ár frásøgumaður á stóra pallinum á Vágsbøi, og í Flags­ tjaldinum verður tað Ólavur Klakk – ella skuldu vit sagt Ólavur Presley – sum fer at presentera bólkarnar. Teir báðir hava á undanfarnu festivalum verið í toppformi, og teir eru fúsir at taka eitt tak afturat á Føroya størsta festivali. SJÚRÐUR OG ÓLAVUR