mikudagur 5. august 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Atgongd til festivalin
Fyri at sleppa inn á festivaløkið, skalt tú hava eitt armband frá
Summar Festivalinum á handliðnum. Atgongumerki til Summar
Festivalin kunnu býtast um við armbond á ávísum støðum
áðrenn festivalin og við inngongdina til festivalin.
Armbond
Atgongumerkini til Summar Festivalin skulu skiftast um við
armbond, áðrenn tað ber til at sleppa inn á festivaløkið.
Fram til og við mikudagin ber til at fáa armbond uppá á
deildunum hjá Norðoya Sparikassa í Klaksvík, Runavík og í Havn.
Tað ber eisini til at fáa armbond uppá í Telebúðini í Klaksvík og í
klædnahandlinum JAP.
Og tá festivalurin byrjar, ber eisini til at fáa armbond við
høvuðsinngongdirnar til festivalin.
Bátar
Onki er sum í egnum báti at stevna inn í vágna og vita sær at
nakrir góðir dagar eru fyri stavn.
Skipað verður soleiðis fyri at heilt nógvir bátar kunnu liggja við
bryggja í Klaksvík meðan festivalurin er. Treytin fyri góðum
bátaplássi er, at boðað verður frá í góðari tíð. Klaksvík er frá
nátúrunar hond ein trygg og góð havn og um veðrið verður til
vildar, so kann Summarfestivalurin eisini gerast ein stór og
væleydnað bátastevna við livandi tónleiki á dekkunum og
bryggjudansi.
Brandlið
Klaksvíkar Sløkkilið er til staðar á festivaløkinum, og væl útgjørd
brandstøð er eisini í býnum.
Bráðfeingishjálp
Hevur tú tørv á bráfeingishjálp, ring 112 og boða frá.
Burturkast
Heitt verður á festivalgestir um at fara væl við festivaløkinum.
Ruskíløt verða sett upp kring festivaløkið, og heitt verður á
gestirnar at koyra burturkast í hesi ruskíløt.
Burturmist
Um tit finna okkurt, sum er gloymt ella mist, kunnu tit lata tað
til Kunningardiskin á festivaløkinum. Fólk, sum hava mist okkurt
burtur, kunnu spyrja eftir tí í Kunningardiskinum. Lutir, sum verða
lætnir til Kunningardiskin, men ikki verða heintaðir á
festivalinum, verða lætnir Politistøðini í Klaksvík eftir festivalin.
Eftirlit
Summar Festivalurin hevur eftirlit við inngongdina og inni á
festivaløkinum. Óhóskandi atburður kann hava við sær, at fólk
verða burturvíst av festivaløkinum.
Ferðsla
Miðbýurin í Klaksvík verður lutvíst stongdur fyri ferðslu, meðan
Summar Festivalurin verður hildin. Tí kann tað taka longri tíð enn
vanligt at koma runt í býnum. Heitt verður á klaksvíkingar um at
lata bilin standa heima og ganga á festivalin. Tað fer at lætta um
trýstið á vegnum og á parkeringsplássini kring festivaløkið.
Festivalleiðsla
Tú kanst koma í samband við festivalleiðsluna við at senda
teldupost til summarfestival@gmail.com
Flags
Tað ber til at hyggja eftir skránni til Summar Festivalinum
umvegis fartelefonina. Far inn á Flags og vel Summar Festivalin.
Har kanst tú so trýsta á skránna fyri teir ymsu dagarnar. So
líkamikið um tú ert staddur mitt á Vágsbøi, á torginum, lítla
húsinum ella heima, so kanst tú altíð sláa skránna til Summar
Festivalin upp á fartelefonini.
Fløskur
Tað er ikki loyvt at hava fløskur ella eingangsíløt við sær inn á
festivaløkið. Hetta forboð umfatar alt slag av fløskum og íløtum.
Fototól og kamera
Digital fototól og kamera til privat brúk og fartelefonir við
myndatóli kunnu brúkast á festivaløkinum. Professionell foto –
og kameraútgerð kann bert takast inn á festivaløkið við loyvi frá
festivalleiðsluni. Send umsókn til summarfestival@gmail.com
Gisting
Nógvir møguleikar eru at gista í Norðoyggjum, meðan Summar
Festivalurin er. Gistingarhús, summarhús, tjaldingarpláss,
camping øki og bátapláss. Set teg í samband við Norðoya
Kunninga rstovu, um tú vilt vita meira um gistingarmøguleikar á
Summar Festivalinum.
Gjaldskort
Gjaldskort kunnu brúkast á fleiri sølu- og matstøðum á festival-
økinum. Norðoya Sparikassi hevur sjálvtøku á festivaløkinum, og
aðrar sjálvtøkur eru eisini í nánd av festivalinum.
Húsvognar
Tað er vorðið alsamt meira vanligt at fólk ferðast uttanlands og í
egnum landi við einum húsvogni afturúr bilinum. Býurin tekur
væl ímóti festivalgestum, sum hava valt hugnaligu loysnina at
gista undir egnum taki meðan Summarfestivalurin er. Húsvognar
fáa umvegis Kunningarstovuna í Klaksvík ávíst økið í miðbýnum í
Klaksvík, sum eisini syrgir fyri at vognarnir verða íbundnir, fáa
streym og atgongd til vatn og wc.
Inngongd til festivalin
Tvær høvuðsinngongdir eru til Summar Festivalin. Onnur er við
Norðoya Sparikassa, og hin er við Posthúsið. Við hesar
inngongdin kunnu atgongumerki býtast um við armbond.
Kunningardiskur
Summar Festivalurin hevur serligan Kunningardisk á
festivaløkinum, sum fólk kunnu venda sær til, um tey hava
eitthvørt ivamál viðvíkjandi festivalinum. Eisini kunnu funnir lutir
latast Kunningardiskinum.
Løgregla
Løgreglan er til staðar á festivaløkinum, og løgreglustøð liggur
beint við festivaløkið (sí kort)
Matsøla
Ymsar matsølur verða á festivaløkinum. Tað ber til at fáa ein
góðan festivalbúff, eina skjóta pylsu, eina góða pizza og mangt
annað.
Parkering
Fleiri størri parkeringspláss eru í nánd av festivaløkinum, og fólk
verða biðin um at parkera bilin forsvarliga á avmerktum parker ings-
økjum. Parkeringspláss eru til dømis við KÍ-høllina, við Skál an, við
skúlarnar á Ziskatrøð og við Ósánna, við Beteda og Bóka savnið,
við Christianskirkjuna, á Klaksvíksvegnum og aðrastaðni.
Prísir í forsølu
Vikuskiftispass til Summar Festivalin hava hesar prísir í forsølu á
Shell, í Telebúðum og á Teleshop.fo:
3. desember 2008-5. februar 2009: 650,-
6. februar 2009-6. mai 2009: 800,-
7. mai 2009 - 16. juli 2008: 950,-
17- juli 2008 – 6. august 2008: 1050,-
Vikuskiftispass børn 6-12 ár: 200 kr.
Børn 0-5 ár: Ókeypis
Prísir við dyrnar
Vikuskiftispass: 1050,-
Atgongumerki hósdag: 500,-
Atgongumerki fríggjadag: 600,-
Atgongumerki leygardag: 600,-
Vikuskiftispass børn 6-12 ár: 250 kr.
Børn 0-5 ár: Ókeypis
Royking
Royking er bannað í Flags-tjaldinum og annars á øllum mat- og
sølustøðum á festivaløkinum.
Rúsevni
Rúsevni eru strangliga bannað á festivaløkinum. Nýtsla av
ólógligum rúsevnum verður meldað til løgregluna og hevur við
sær burturvísing av festivaløkinum.
Samarittar
Samarittar frá Reyða Krossi Føroya eru á festivaløkinum.
Sjúkrahús
Klaksvíkar Sjúkrahús liggur ein kilometur frá festivaløkinum.
Sjúkrabilur frá Klaksvíkar Sjúkrahús er eisini til staðar við stóra
pallin á festivalinum.
Skeinking
Øl og vín verður selt á festivaløkinum. Strangt 18 ára aldursmark
er fyri keyp av øli og víni, og sølustøðini kunnu biða um prógv
fyri aldrinum, halda tey tað verða neyðugt. Tað er ikki loyvt at
taka øl ella rúsdrekka við sær inn á festivaløkið, og tað er ikki
loyvt at taka øl við sær út av festivaløkinum.
Tjalding
Tjaldingin á Summarfestivalinum verður skipað saman við
Kunnningarstovuni og bóndunum, sum eiga og vara av vakra
bønum í Gerðunum í Klaksvík. Øll sum ynskja tjaldingarpláss á
Summarfestivalinum kunnu venda sær til Kunningarstovuna, sum
í neyvum samstarvi við Andras Joensen, bónda, fáa ávíst
hóskandi og egnað økið. Tjaldingin verður í stóran mun skipað
eftir aldri og áhugamálum, soleiðis at tey ungu og familjur við
børnum ikki nýtast at liggja uppat hvørjum øðrum. Allir tjaldarar,
sum virða galdandi reglu fyri tann einstaka og sjálvt
tjaldingarøkið, eru hjartaliga vælkomnir á Summarfestivalin!
Meira um tjaldingina á summarfestivalur.fo og kunning.fo
Náttarbussar
Skipað verður fyri eyka bussambandi á Summar Festivalinum.
Strandferðslan koyrir sum vanligt um dagin, og á nátt verða eyka
bussar settir inn til teirra, sum vilja sleppa heimaftur. Bussarnir
koyra frá parkeringsøkinum við KÍ-høllina. Bussarnir koyra
soleiðis:
Hóskvøldið: Kl. 02.30
Fríggjakvøldið: Kl. 04.30
Leygarkvøldið kl. 04.30
Bílegging: 217752
Trygdarfólk
Summar Festivalurin hevur trygdarfólk á og kring festivaløkið.
Trygdarfólkini ganga í serligum búna. Um nakað er áfatt, ber til
at venda sær til trygdarfólkini.
WC
Fleiri toilettvognar verða á festivaløkinum. Sí kort.
Summar
Festivalurin 2009