mikudagur 5. august 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Føroyski punk bólk
urin í Danmark,
The Dreams, leggur
í løtuni seinastu
hondina á nýggju
fløguna, sum kemur
út í heyst. Ein
út gáva, sum fer at
sparka teir út um
danska markið.
Men á Vágsbøi hós
kvøldið kunnu áhoyr
ararnir vænta eina
konsert við øllum
tí, sum tey kenna,
sigur Hans Edward
Andreasen, sangari
Í eini kjallaraíbúð í Klaksvík situr Hans
Edward Andreasen framman fyri
vindeyganum. Ein havnarmaður, sum
er komin til Klaksvíkar at halda frí
saman við verfamiljuni. Frí, áðrenn
hann og bólkur hansara skulu á pallin
á Summarfestivalinum.
Seinastu tvey árini hevur bólkurin
spælt 90 konsertir, so talan verður ikki
um nakran óroyndan live-bólk, tá the
Dreams fara at spæla Backstabber, La’
mig være og onnur kend løg á
konsertini.
- Áhoyrararnir kunnu vænta at
hoyra alt tað, sum tey kenna, sigur
Hans Edward avgjørdur.
Nýggj fløga
Hóast bólkurin er komin væl áleiðis við
nýggjari fløgu, verður onki nýtt lag á
skránni á konsertini. Tað er tí, at teir
hava avgjørt, at ongin ábending um,
hvussu tann nýggja fløgan fer at
verða, skal koma, fyrr enn fløgan er
komin út á marknaðin.
- Talan er faktiskt um eitt nýtt kon-
sept, sum vit hava ment, greiðir Hans
Edward frá og tekur svarta keppin av
høvdinum eina løtu. Hann er í svartari
hettutroyggju, har tað stendur
Dreamers á við teirra eyðkendu skrift.
Á keppinum stendur punk-basic.
Hann greiðir frá nýggju fløguni og
fjalir ikki útyvir, at hann er sera spentur
uppá, hvussu teir mongu fjeppararnir
fara at reagera, tá teir hoyra hana. Tí
sum skilst er talan um eitt sindur av
einum stílskifti.
- Eg vænti, at fleiri verða bilsin.
Summi verða kanska ónøgd, men tað
má man bara taka við, sigur Hans
Edward uttan at avdúka nakað
ítøkiligt frá fløguni. Skálkabrosið liggur
á varrunum, og tað avdúkar
spenningin.
Plátufeløg berjast
um bólkin
The Dreams hava nú spælt á øllum
tónleikafestivalunum í Danmark –
uttan Roskilde.
- Tað eru vit ov lítlir til enn, so um
vit vórðu bidnir, høvdu vit sagt nei,
sigur Hans Edward.
Men nógv bendir á, at tíðin er
komin, at bólkurin er við at vaksa seg
nóg stóran til evropiska marknaðin. Í
øllum førum eru fleiri verkætlanir í
gongd - eitt nú í Fraklandi og
Týsklandi.
- Trý tey størstu plátufeløgini berjast
um okkum júst nú, sigur Hans Edward
ikki sørt errin. Tað merkir, at hesi trý
feløgini í løtuni kappast um at koma
við besta tilboðnum til bólkin, sum
skjótt er fløguaktuellur aftur.
Í Fraklandi arbeiða fólk hart fyri at
marknaðarføra bólkin, og tað arbeiðið
gongur heilt væl, sambært Hans
Edwardi. Men hetta fer ikki upp um
høvdið á teimum fýra í bólkinum. Teir
eru realistiskir og taka tað róligt.
- Vit eru føroyingar, so tað liggur
helst í okkum ikki at leypa framav.
Beinini eru plantað væl niðri á jørðini
enn, sigur Hans Edward.
Fastir gestir á
Summarfestivalinum
The Dreams hava spælt á Summar-
festivalinum á hvørjum ári. Hans
Edward greiðir frá, at teir plaga at
hittast heima hjá verforeldrunum. Har
hugna teir sær og gera seg klárar til
konsertina. Teir skulu latast í, sminkast
og hárið skal sjálvsagt eisini setast.
Tað er unnustan hjá Hans Edwardi,
Jórun, sum tekur sær av tí partinum.
Hon er frisørur og make-up artistur.
Men fyri sangaran sjálvan hevur tað
mest at siga, at hann fær ein blund,
áðrenn konsertina.
- Eg plagi at leggja meg áðrenn, tað
má eg. Og so biði eg tey vakja meg
tíggju minuttir, áðrenn vit skulu
avstað, sigur hann flennandi og leggur
so afturat, at hinir plaga at øsa seg í
felag fyri at verða uppgiraðir til
konsertina. Men at talan vanliga er um
ein nývaknan Hans Edward á pallinum,
hevur ongantíð merkt framførsluna
tann skeiva vegin.
The Dreams fara beint frá pallinum
á Summarfestivalinum hóskvøld til
Danmarkar, har teir skulu spæla á
Skanderborgfestivalinum fríggjadagin.
Síðani heldur arbeiðið við fløguni fram.
Millum annað skulu teir gera eitt
videolag.
Týskarar berjast
um The Dreams
Altjóða gjøgnumbrotið hjá The Dreams
bíðar fyri framman