Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. august 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 147 - 6. august 2009 Í dag skiftir Postverk Føroya samleika og eitur nú Posta. Við hesum verður broytingartilgongdin frá almennum stovni til vinnurekandi tænastufyritøku stað­ fest í navni og útsjónd SAMLEIKI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Seinastu trý árini hevur Postverk Føroya verið gjøg­ num eina strævna, men samøbært teimum sjálvum neyðuga tilgongd. Almenni stovnurin er vorðin parta­ felag, og skal laga seg til broyttu marknaðar treytir­ nar. ­ Við minkandi bræva­ samskiftinum eru inntøk­ urnar minkaðar nógv, og neyðugt var at gera muna­ góðar broytingar. Enn eru vit ikki komin á mál, men samleikaskiftið er ein varði í hesari tilgongd, sigur Sofus Clementsen, stjóri. Posta er ein nútímans fyritøka, ið tillagar seg til alsamt skiftandi tørvin í samfelagnum, og gamli »Postverk Føroya«­hamurin rúmaði ikki hesum. ­ Tí fóru vit fyri einum góðum ári síðan undir navna broytingar tilgongd­ ina. Greitt var beinanvegin, at navnið skuldi vera ser­ stakt og innihalda orðið »Post«, sigur Sofus Cle­ ment sen. Sera nógv nøvn vóru frammi: men eitt navn skar­ aði framúr, nevniliga Posta. Navnið kann verða nýtt í navnhátti: »at Posta eitt bræv«, í boðshátti: »Posta brævið«, eins og tað kann verða nýtt sum sernavn. Soleiðis er navnið eisini ein partur av samskiftinum í yvirskriftum og í málinum. ­ Nú er eisini lætt at skapa produktnøvn, t.d. Posta Heima, Posta Sjálv, Posta Pengar og Posta Rætt, sigur Sofus Clementsen. Endurskoða virksemið Broytingartilgongdin er tó munandi meira umfatandi enn bert eitt nýtt navn og ein nýggjur grafiskur sam­ leiki. ­ Vit hava endurskoðað bygnaðin, mannagongdir og annað virksemi í fyri­ tøkuni. Síðan hava vit til­ laga hesi til dagsins tørv, sigur Clementsen. Partur av hesum arbeið­ inum var at hyggja nærri at virðunum hjá fyritøkuni, endurtulka tey og arbeiða meira við teimum. Í hesi tilgongd var úrslit­ ið, at vit raðfestu virðini »virðing, víðskygni og vilji«, sigur Sofus Clement­ sen. Fyri Posta merkir virðing millum annað, at fyritøkan hevur virðing fyri øllum kundum, samstarvsfelagum og starvsfelagum, eins og hon hevur virðing fyri egn­ ari fyritøku og teimum upp­ gávum, hon skal greiða. ­ Vit vísa okkara virðing við at vera álítandi og reiðilig í allari atferð. Men eisini við at virða tørvin hjá okkara kundum, sigur Sofus Clementsen. Víðskygni merkir fyri Posta, at hon er ein ný ­ skapandi fyritøka, sum er opin fyri nýggjum møgu­ leikum, ið kunnu gagna kundum og tænastu teirra. Víðskygni merkir at síggja út um karmarnar, at royna nýggjar leiðir, at vera opin fyri broytingum, at skapa nýggj handilssambond og at betra um tey verandi. Vilji merkir, at Posta vil vera best, og at fyritøkan ikki fellur í fátt, tá ið hon møtir forðingum. Posta vil røkka sínum málum og vil liva upp til sítt høvuðs ­ endamál, at veita føroyska samfelagnum nøktandi flutn ing av brøvum, pakk­ um, pengum og øðrum við­ komandi tænastum. ­ Okkara lyfti til kundan er: ómakaleys handan úr hond í hond, sigur Sofus Clementsen. Privat um trý ár Hendan tilgongdin, sum hevur staðið við í trý ár, skal laga Posta til nýggjan og broyttan marknað. Fyritøkan hevur havt hall í 2007 og 2008, og hetta skal vendast til avlop. Av ­ bjóðingin liggur í at gera hetta, samstundis sum marknaðurin minkar. ­ Vit skulu tillaga tænast­ una, vit skulu hugsa tað óhugsandi, sigur Sofus Clementsen. Ein av nýggju tænastunum er sonevnda Posta Heima, sum í grundini merkir, at postboðið kemur til tín at posta títt bræv í staðin fyri, at tú fer á posthúsið við tí. ­ Hetta verður ein tænasta, sum kemur væl við hjá illa gongdum og gomlum, sigur Sofus Clementsen. Ein onnur nýggj tænasta er eitt samstarv við Sam­ keyp­handlarnar og Merko­ handlarnar. ­ Tað verður soleiðis, at okkara handlar fara at hava stativ, har ymsar tænastur verða at fáa. Eitt nú fer at bera til at keypa brævbjálvar og frímerki og at posta brøv í handlunum, sigur Ejler Johannesen, samskipari hjá Samkeyp og Merko. ­ Tað verður neyðugt at beina ymsar lógarfestar forðingar av vegnum, men vit ynskja ongar sersømdir. Heldur ynskjar vit kapping á jøvnum føti, sigur Sofus Clementsen. Hann sigur, at miðað verð ur ímóti, at Posta verð­ ur rikin á fullum privatum grundarlagi innan trý ár eru farin. Fyrsta stigið er tikið við navnabroytingini í dag. Morð aftur í rættin Teir, sum blivu fríkendir fyri at hava beint fyri russisku tíðindakvinnuni Onnu Politkovskaja, máttu aftur seta seg á ákærubonkin í rættinum í Moskva í gjár. Fyrru ferð teir vóru í rættinum, blivu menninir fríkendir, men russiski hægstirættur ógildaði dómarnar. Tískil kundi ákæruvaldið taka málið uppaftur, og tann viðgerðin byrjaði í gjár. Sum tíðindakvinna var Anna Politkovskaja mangan sera atfinningarsom ímóti táverandi forsetanum, Vladimir Putin, og politikki hansara í Kekenia. Hon bleiv funnin skotin í Moskva tann 7. oktober í 2006. Næskir russar Fyri fyrstu ferð í 15 ár eru russiskir kavbátar sæddir úti fyri eysturamerikonsku strondini. Talan er um tveir kjarnorkuriknar kavbátar, sum eru sæddir fleiri ferðir teir seinastu dagarnar einar 30 fjórðingar úr landi, skrivar AP. Russland hevur ikki boðað amerikonsku myndugleikunum frá, at kavbátarnir eru har, men tað hava teir heldur ikki skyldu til. Ein amerikanskur talsmaður sigur, at teir russisku kavbátarnir hava ikki gjørt nakað óvanligt, men at amerikanska verjan kortini heldur eitt vakið eyga við teimum. Posta tillagar seg marknaðin Sofus Clementsen kundi í morgun avdúka nýggja navnið á føroysku posttænastuni: Posta. Tað er Sendistovan, sum hevur staðið fyri arbeiðinum Mynd: Jens Kristian Vang Ein partur av bilaparkini er prýddur við nýggja búmerkinum hjá Posta Mynd: Jens Kristian Vang