hósdagur 6. august 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 147 - 6. august 2009
Eftir at tað gjørdist
greitt, at Kenny
Rogers ikki kom til
Føroya kortini, hava
fólk havt møguleika
at biðja um at fáa
peningin aftur. Nú
hava tey flestu fingið
sín pening
RogeRsmálið
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Fyri næstan einum mánaði
síðan gjørdist greitt, at
Kenny Rogers ikki kom til
Føroya kortini. Alt var
annars klárt. Atgongumerki
vóru seld og høllin bíløgd.
Men
brádliga
gjørdist
greitt,
at
fyriskipararnir
saman við sínum umboðið
ikki høvdu rindað fitt av
peningi, og tí varð greitt, at
ongin konsert bleiv við
Kenny Rogers í høllini á
Hálsi 17. og 18. septembur.
Eftir tað, tók mikið stríð
seg upp millum fyriskipar
arnar og umboðið, og fyri
skipararnir
vilja
draga
umboðið fyri rættin.
Mitt í øllum málinum
vóru fólkini, sum longu
høvdu keypt atgongumerki.
Fóru tey at fáa peningin
aftur?
Boðini vóru 14. juli, at
fólk skuldu senda atgongu
merkini til eina postboks,
áðrenn 1. august, og so
skuldu pengarnir koma.
Tað sær gott út nú.
Næstan øll hava fingið
pengarnar aftur, sigur Hans
Jørgen Djurhuus, sum var
ein av fyriskiparunum.
Burturblivnir pengar
Tað var eitt sindur av
rumbli, um ikki fyriskiparar
og umboðsmaður høvdu
nýtt peningin fyri atgongu
merkini til lívsins uppihald.
Men hesum vísir Hans
Jørgen Djurhuus partvíst
aftur.
Umboðsmaðurin fór við
onkrum pengum, men upp
hæddirnar eru ikki so stórar.
So við at spýta eitt sindur í
sjálvir, so er trupulleikin
loystur, og øll fáa sínar
pengar
aftur,
staðfestir
Hans Jørgen Djurhuus.
Nær ella um rættarmál
verður millum Sp/f Holmen
og umboðsmannin, er ikki
enn endaliga greitt, men
málið koyrir sína gongd.
Norðurlond avlýst
Upprunaliga var ætlanin, at Kenny Rogers skuldi
hava fleiri konsertir í Norðurlondum í septembur.
Upprunaliga var tað Sp/f Holmen, ið skuldi skipa
fyri øllum hesum, men eftir eitt sindur av tíð, seldi
Sp/f Holmen allar konsertirnar, uttan tær í Føroyum.
Fyri næstan einum mánaði síðan, vórðu Kenny
Rogers konsertirnar í Føroyum tiknar av skránni, og
tá Sosialurin hyggur í dag, kann staðfestast, at øll
Norðurlond eru avlýst.
Ruskskip sent til hús
Brasilsku myndugleikarnir hava gjørt av at senda eitt bretskt
farmaskip aftur til Bretlands við farminum, sum er 89 bingjur av
alskyns burturkasti. Í bingjunum eru næstan 1.600 tons av brúkt
um hítum, fullum blæðum, heilivágsproytum, matleivdum, battarí
um og øðrum. Teir brasilsku myndugleikarnir siga, at sambært
pappírunum hjá skipinum vóru bingjurnar fullar av plastikki, sum
skuldi endurnýtast, og eftir brasilskari lóg er tað ikki loyvt at inn
flyta plastikk til endurnýtslu. Bretski uttanríkisráðharrin, David
Miliband, er í Brasil í hesum døgum, og málið við burturkastinum
stendur á dagsskrá hansara har.
Tosar við kurdarnar
Fyri fyrstu ferð hevur turkiski forsætisráðharrin, Tayyip
Erdogan, hitt formannin í tí størsta kurdiska flokkinum í
landinum, Ahmed Türk. Eygleiðarar meta fundin sum eitt
týðandi skifti í turkiskum politikki, tí fyri bara nøkrum fáum
mánaðum síðani ætlaði stjórnin at banna flokkinum at virka,
tí hann varð hildin at samstarva við tann vápnaða kurdiska
felagsskapin PKK. Aftan á fundin segði Erdogan, at fundur
in hevði víst, at turkar og kurdar vilja liva saman í friði, og
at tað gav vónir um eina betri framtíð fyri samfelagið.
Umleið 12 milliónir kurdar búgva í Turkalandi.
Umleið klokkan
23 í gjár fór ein
bilur útav vegnum
millum Skipanes og
Skálabotn. Ongin
veruligur mannskaði
var, men bilførarin
hevði eitt vet av
pínu í rygginum,
og varð tí fluttur á
Landssjúkrahúsið
Óhapp
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Tað sá rættiliga ógvusligt út
á vegnum millum Skipanes
og Skálabotn um ellivutíðina
í gjárkvøldi. Blá blink vóru
at síggja í fleiri støðum.
Løgregla
og
sjúkrabilar
vóru at síggja, og tað sá
rættiliga álvarsamt út.
Tíbetur var tað ikki so
álvarsamt, sum tað sá út at
vera.
Tað var ein bilur, sum
fór útav vegnum. Bilførarin
var einsamallur í bilinum
og hevur mist tamarhaldið
á bilinum, so hann fór niður
í veitina omanfyri vegin.
Ongin skaði hendi, men
bilførarin gramdi seg um
pínu í rygginum, og tí varð
hann fluttur á landssjúkra
húsið, sigur løgreglan.
Harumframt vita teir at
siga, at bilurin varð tikin
upp í nátt, og at nakað av
skaða hendi á bilin.
Um orsøkina til óhappið
vil løgreglan onki siga, men
staðfestir, at førarin ikki
hevði drukkið.
Bilførarin, sum
fór útav vegnum
undir Gøtueiði sein
í gjárkvøldið, varð
fluttur á sjúkrahúsið,
tí hann gramdi seg
um pínu í rygginum
Ferðsluóhapp undir Gøtueiði
Næstan øll fingið
Rogerspengar
Fyri næstan
einum mánaði
síðan, gjørdist
endaliga greitt,
at Kenny Rogers
ikki kom til
Føroya kortini.
Nú hava tey
flestu fingið
peningin fyri
atgongumerkini
aftur