Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. august 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 148 - 7. august 2009 Posta er nýggja navnið hjá Postverki Føroya. Við hesum verður broytingartilgongdin frá almennum stovni til vinnurekandi tænastufyritøku staðfest í navni og útsjónd. Visiónin hjá Posta er, at veita tryggastu, lættastu, mest álítandi og tíðarhóskandi flutningstænastur umvegis allar viðkomandi kanalir. Virðini, sum vit arbeiða eftir eru: Virðing, Vilji og Víðskygni. Søluleiðari til Posta Starvslýsing Sum liður í at staðfesta Posta sum eina nýmótans og effektiva fyritøku, verður søkt eftir søluleiðara at seta skjótast gjørligt. Søluleiðarin skal: Uppgávan hjá søluleiðaranum er at leggja til rættis, samskipa og menna søluarbeiðið hjá Posta, umframt at selja flutningstænastur til stórkundar. Afturat er menn- ing av vørum og tænastum ein annar partur av arbeiði- num. Seinasta árið hava vit, sum part av marknaðar- tillagingini av fyritøkuni, arbeitt við at fokusera okkara vøru- og tænastuskrá. Søluleiðarin fær høvi at leggja síðstu hond á hetta arbeiði. Títt íkast til okkara: Tú kanst vísa á ítøkilig úrslit frá líknandi starvi. Tað er títt eyðkenni, at tú ert ágrýtin og røkkur teimum málum, tú setur tær. Tú dugir væl at samskifta og hevur lætt við at skapa varandi sambond við kundar og starvs- felagar. Tú sært fleiri møguleikar enn forðingar, og tín arbeiðsháttur er miðvísur og vælskipaður. Tú dugir væl at leggja arbeiðið til rættis, hevur royndir við CRM og hevur eisini eina greiða fatan av, hvussu KT kann nýtast í søluarbeiðinum. Okkara lyfti til tín: Umframt kappingarføra løn bjóða vit tær eitt jaligt arbeiðs umhvørvi og eitt avbjóðandi starv. Tú kanst vænta, at tín ávirkan fer at gera stóran mun á heildina. Umsóknir: Posta umsóknir við avritum av viðkomandi skjølum til: Posta Starvsfólkadeildin Óðinshædd 2 100 Tórshavn ella til posta@posta.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi hin 19.08.09 Spurningar: Spurningar um starvið kunnu setast Sofusi Clementsen, stjóra, á tlf. 23 61 31.