Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-07, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. august 2009síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

- har hittini hittast FESTIVALTÍÐINDI við Ragnhild Ellingsgaard Nr. 148 - 7. august 2009 22 Feitir tónar, blíð fólk og fantastiskt veður. Set hetta saman við veitsludámi og tú kemur fram til Summar Festivalin. Ljóðar hetta eisini sum nakað akkurát fyri teg? So kom til Klaksvík og tað beinanvegin.. :) Festivalur Orð: Ragnhild Ellingsgaard Myndir: Jens Kristian Vang Yes! So er ársins festivalur endiliga farin av bakka stokki. Dagurin byrjaði við sól og hita í luftini, meðan larmur hoyrd ist um allan býin. Fólk tuskaðu aftur og fram fyri at fáa seinastu snøklarnar uppá pláss og endiliga – endiliga! – fingu summarfugl arnir í búkinum loyvi til ordiliga at sleppa á flog. Fyri framman liggur eitt deiligt vikuskiftið á tremur við feitum tónleiki, glað um festivalgestum og ikki minst góðum veðri. Fleiri konsertir vóru á skránni í gjárkvøldið og ikki kann sigast annað enn at kvøldið eydnaðist framúr væl. Huglagið fevndi um alt frá ektaðum popptøsum úr Keypmannahavn til brimbardar føroyskar rokkarar og allastaðni vóru fólk glað. Lítil børn, full fólk, gomul fólk og alt har ímillum fylgdust inni á festival økinum, meðan gittarspæl og angin av nýkveitum grillum leitaði sær veg av kamping økinum. Lívið er herligt – ikki minst, tá Summar Festivalurin er á skránni! Dagsbillettir verða seldar við dyrnar Nú er Summar Festivalurin endiliga byrjaður. Um mett verður út frá fjøldini í gjárkvøldið kann væntast, at sera nógv folk fara at leita sær til Klaksvík hetta vikuskiftið – og tí hevur Summar Festivalurin gjørt av, at dagsbillettir nú eisini kunnu fáast til keyps. Hesar verða seldar við inngongdina og kosta 600 krónur fyri fríggjakvøld og 600 krónur fyri leygarkvøld. Náttarbussar koyra fólk heim Vilt tú sleppa heim av festivalinum, men kanst ikki koyra sjálvur? So er gott við Náttarbussinum, sum koyrir øll kvøldini. Fólk, sum vilja sleppa heim eftir tiltøkini á Summar Festivalinum, men ikki hava bil, kunnu brúka Náttar buss in. Bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið koyrir Náttar bussurin úr Klaksvík eftir tiltøkini. Bussurin koyrir frá parkeringsplássinum niðanfyri KÍ-høllina. Bussurin koyrir klokkan 02.30 hóskvøldið, og klokkan 04.30 fríggja kvøldið og leygarkvøldið. Tilmelding skal gerast á 217752. Gott veður á Summar Festivalinum Veðurmenninir lova gott veður næstu dagarnar. Tí kunnu vit vænta, at Summar Festivalurin kann haldast í turrum veðri, við sólglottum og lítlum vindi. Petur Skeel Jacobsen, sum er veðurmaður í Miðlahúsinum, sigur um veðrið næstu dagarnar, at tað verður yvirhøvur turt veður við sólglottum. Vindmegin verður 5-10 m/sek, men minkandi fram ímóti vikuskiftinum. Hitin fer at liggja millum 14 og 17 stig. Ársins Summar Festivalur kann tí haldast í góðveðri allar dagarnar. Endiliga! Longu í gjárkvøldið var bøurin pakkaður við fólki í góðum lag Tær allarflestu genturnar dyrkaðu Nik & Jay rættiliga nógv Ungar gentir hugna sær á Summar Festivalinum Rokkararnir úr The Dreams eru í ferð við at hertaka allan heimin – men hóskvøldið vóru teir á palli í Klaksvík og prógvaðu enn einaferð, at teir eru millum teir allarbestu nakrantíð Boys In A Band vóru einki minni enn fantastiskir á palli hóskvøldið Popptøsirnar úr Danmark fingu allan Vágsbø upp á kók