Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. august 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 149 - 10. august 2009 Annika Olsen, landsstýriskvinna í samferðslumálum, skal nú siga løgtingi­ num, hvørjar ætlanir samgongan hevur við Sandoyartunlinum SANDOYARTUNNIL Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo - Hvørjar ætlanir hevur sitandi samgonga viðvíkj- andi komandi Sandoyar- tunlinum? Hendan spurning hevur Páll á Reynatúgvi, sum hevur tikið sæti á tingi fyri Bertóru Høgnadóttir Joen- sen, sum er í farloyvi. Páll á Reynatúgvu er sum kunnugt borgarstjóri á Sandi og fyrrverandi tingmaður fyri oynna. Nú hann hevur sæti á tingi vil hann fegin av Anniku Olsen, landsstýris- kvinnu í samferðslumálum at svara tíggju spurningum viðvíkjandi tunlinum. Hann spyr, 1. Hvørjar ætlanir hevur sitandi samgonga viðvíkj- andi komandi Sandoyar- tunlinum? 2. Hvussu langt eru kann- ingarnar viðvíkjandi Sand- oyartunlinum komnar, og hvat restar í? 3. Er linjuføringin fast- løgd? 4. Hví varð verklagslógin um Sandoyartunnil tikin av? 5. Kunnu vit vanta eina nýggja verklagslóg um Sandoyartunnil, og nær? 6. Nær verður arbeiðið viðvíkjandi Sandoyartun- linum boðið út? 7. Nær byrjar arbeiðið upp á sjálvan Sandoyar- tunnilin? 8. Nær verður Sandoyar- tunnilin liðugur? 9. Hvussu verður Sand- oyartunnilin fíggjaður, í byggitíðarskeiðnum og eftir at hann er liðugur? 10. Hvør verður rakstrar- og íløgukostnaðurin fyri far- leiðina komandi hundrað árini, um vit sammeta sjó- vegis farleiðina við Sand- oyartunnilin? - Tað er ikki at siga ov nógv, at undanfarna sam- gonga fekk sín mønusting av samlaðu handfaringini av spurninginum um Sand- oyartunnilin. Undanfarni løgmaður førdi fleiri ferðir fram, at fullveldissamgong- urnar samtyktu og settu í verk Vágatunnilin og Norð- oyatunnilin, og at táverandi ABC-samgonga skuldi samtykkja Sandoyartunnil- in, sum so skuldi liðugt- gerast í hesum valskeiðnum, sigur Páll á Reynatúgvu. Hann vísir á, at sitandi samgonga valdi at taka av verklagslógina, sum ásetti at tunnilsarbeiðið skuldi byrja í hesum ári. - Tað er torført hjá vanliga fólkinum at skilja, hvat nú gongur fyri seg í samband við Sandoyartunnilin. Tað tykist rættiliga greitt, at verandi samgonga hevur raðfest aðrar tunnlar fremri, sigur hann. Hann heldur, at samstund- is sum tað er ómetaliga trup- ult at fáa eyga á nakran virk- semisskapandi part fyri Sand- oyar Sýslu í ólavsøku- pakkanum, er tað eyðsýnt, at Sandoyingar ikki ynskja at vera hildnir fyri gjøldur av skiftandi politiskum valdi. Páll á Reynatúgvu vísir á, at høvuðsargumentið fyri ikki at byrja Sandoyar- tunnilin í undanfarnu ABC- samgongu var, at búskap- urin var ov heitur. - Tað kann við vissu sigast, ikki at vera støðan í dagsins búskapi. Tíðin gong- ur, og sandoyingar eru av álvara farnir at seta spurn- artekin við lyftini frá sam- gonguflokkunum um Sand- oyartunnilin, sigur hann. Fyri at gera gitingar og illgitingar til skammar við Páll á Reynatúgvu tí hava eina greiða útmelding frá landsstýriskvinnuni, sam- gongunnar vegna. - Vit vita jú eisini, at júst dagfestingin fyri arbeiðs- byrjan, 1. novembur 2009, fekk avgerandi ávirkan á lagnuna hjá CHE-samgong- uni. Ein dagfesting sum nú eftir øllum at døma ongan týdning hevur og hongur í leysum lofti, og sum ger framtíðarvánirnar ótryggar hjá unga ættarliðnum av sandoyingum, sum ynskja at seta búgv í oynni, sigur Páll á Reynatúgvu. Tíggju spurningar um Sandoyartunnilin Vegurin Langi · Hoyvík · Tel 353040 · Fax 353041 Við Borðoyavík · Klaksvík · Tel 473040 · Fax 473041 T-postur: rs@reyniservice.fo · www.reyniservice.fo Brúktir bilar við lagaligari fígging VW Caddy 1.9 TdI VøruVogn. Skrásetingarnr: JK 915 Km: 108.000 Árgangur: 01.12.2004 Útgjald: 22.500 Mðr. gjald: 1.436 (5 ár) kr. 90.000,- SuzuKI gr. VITara 2.0 Td VøruV. Skrásetingarnr: SV 930 Km: 64.000 Árgangur: sep. 2003 Útgjald: 33.750 Mðr. gjald: 3.296 (3 ár) kr. 135.000,- ToyoTa raV4 2.0 d-4d dIeSel Skrásetingarnr: VS 984 Km: 135.000 Árgangur: apríl 2002 Útgjald: 34.500 Mðr. gjald: 3.356 (3 ár) kr. 138.000,- PeugeoT 207 1.6 HdI dIeSel Skrásetingarnr: MR 572 Km: 60.000 Árgangur: okt. 2006 Útgjald: 37.000 Mðr. gjald: 2.313 (5 ár) kr. 148.000,- ToyoTa aurIS 1.6 M/M luna Skrásetingarnr: UG 268 Km: 35.000 Árgangur: juli 2007 Útgjald: 47.000 Mðr. gjald: 2.931 (5 ár) kr. 188.000,- ToyoTa aVenSIS 1.8 STC. Sol Skrásetingarnr: LM 312 Km: 71.000 Árgangur: mars 2004 Útgjald: 38.750 Mðr. gjald: 3.755 (3 ár) kr. 155.000,- ToyoTa Corolla 1.6 Terra Sedan Skrásetingarnr: PG 732 Km: 93.000 Árgangur: des. 2003 Útgjald: 27.500 Mðr. gjald: 2.692 (3 ár) kr. 110.000,- ToyoTa Corolla 2.0 d-4d dIeSel Skrásetingarnr: HA 241 Km: 63.000 Árgangur: 14.12.2004 Útgjald: 33.000 Mðr. gjald: 2.064 (5 ár) kr. 132.000,- Vit bjóða nú 6 mánaða garanti uppá bilar, ið kosta meira enn 85.000,- Garanti skipan, ið hevur eina sjálvsábyrgd uppá kr. 500,-, fevnir um allar knappliga íkomnar feilir, ið eyðsæð ikki skyldast nýtslu brúkarans, rust, uttanífrákomnir skaðar ella væntandi tænastueftirlit. Eingin gandur og eingir smáir bókstavir. Kom og vitja okkum – landsins fremstu bilasølu. nISSan KIng Cab 2.5 dIeSel Skrásetingarnr: LU 544 Km: 40.000 Árgangur: nov. 2006 Útgjald: 54.000 Mðr. gjald: 3.333 (5 ár) kr. 215.000,- ToyoTa aVenSIS 2.0 Sol auT Skrásetingarnr: DJ 672 Km: 24.000 Árgangur: jul. 2005 Útgjald: 46.250 Mðr. gjald: 2.868 (5 ár) kr. 185.000,- Páll á Reynatúgvu nýti høvið, nú hann hevur sæti á tingi í nakrar dagar, at spyrja, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur við Sandoyartunlinum