Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-08-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. august 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 149 - 10. august 2009 Oljan í Norðsjónum minkar Um níggju ár noyðast danir at innflyta olju, og um 11 ár mugu teir eisini innflyta gass, tí tá er einki eftir í keldunum í Norð­ sjónum. Tað skrivar Politiken í dag og vísir til eina nýggja meting hjá danska orkustýrinum. Har stendur, at oljan í tí danska partinum av Norðsjónum er í stórari minking, og at í 2018 noyðist Danmark at keypa sær olju frá øðrum londum. Tvey ár seinni, í 2010, er heldur einki gass eftir, og so noyðast danir eisini at innflyta gass, sigur stýrið. Tað fer at fáa stóra búskapar­ liga ávirkan, tá donsku olju­ og gasskeldurnar torna upp. Politik­ en vísir á, at í fjør fekk danski ríkiskassin næstan 36 milliardir krónur í skatti og avgjøldum frá oljuvinnuni í Norðsjónum. Enn ein fíggjarkreppa Danskir bankastjórar ávara nú um, at vit kunnu fáa enn eina fíggjarkreppu, longu áðrenn tann núverandi er av. Samanumtikið siga umleið 70 bankastjórar, sum Jyllands­ Posturin hevur spurt, at kreppan verður drúgv og hørð, og at hon kann taka seg uppaftur, áðrenn hon er hasað av. Frank Vang Jensen, stjóri í Handelsbanken, sigur við blað­ ið, at hann dugir illa at ímynda sær, at vit ikki fáa eina kreppu afturat, og hann væntar, at tann næsta verður líka umfatandi sum tann núverandi. Fíggjarráðgevin Kim Valentin heldur hinvegin, at fáa vit eina kreppu afturat, so er tað tí, at bankarnir einki hava lært av verandi kreppu. Hildur og Ragnhild, sum í juli saman við fimm øðrum føroyingum vóru á CISV-legu í Eystur- ríki, fræætu ikki fyrr enn aftaná, at býurin, sum tær vóru i, var lýstur í undantaksføri av áarføri. Men tað regnaði illa Uttanlandsferð Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Í juli mánaði vóru seks 12­ 13 ára gomul føroysk børn við leiðari á eini CISV­legu í Graz í Eysturríki. Hetta var ein lega, har tey hittu javnaldrar úr fimm øðrum londum, Belgia, Týsklandi, Kanada og Eysturríki. Hetta var ein stór upp­ living fyri børnini, sum fingu fleiri útlendsk vin­ fólk, og summi teirra sam­ skifta føroysku børnini við á Facebook. Á leguni høvdu tey skyldur sum at rudda upp eftir sær, men tað mesta gekk út uppá at koma at kennast gjøgnum spæl og ymisk íriv. ­ Tað var ordiliga stuttligt, og vit møttu so nógvum fttum fólkum, siga Hildur Poulsen og Ragnhild í Haraldsstovu, sum vóru við. Tora og nógvir mýggjabitar Veðrið var gott, og hitin nógv­ ur. Onkrar dagar var hitin upp móti 35 stigum. Har vóru nógv trø og vátlendi, so mýggjabitarnir tí nógvir. Men tað vóru ikki bara sólskinsdagar. ­ Ein leygardag regnaði heilt illa. Tað regnaði bara beint niður, siga tær báðar. Tær hugsaðu ikki meira enn tað, tí í Føroyum regnar minst líka illa, men upp á ein annan máta. Toran gekk, og tað var sum at síggja ein film, siga genturnar. Undantaksstøða So illa regnaði, at teimum varð mælt frá at fara út, tí so høvdu øll klæði teirra verið gjøgnumdruknað. Eitt barn havði gloymt at lata vindeygað aftur, og øll klæð­ ini, sum lógu á borðinum, vórðu gjøgnumdruknað. ­ Vit hildu tað ikki vera so ógvusligt, men aftaná frættu vit, at Graz var sett í undantaksstøðu orsakað av áarføri, siga Hildur og Ragnhild. Við tað at hini børnini komu úr ymiskum londum, var enskt samskiftsmálið. Málið var eingin trupulleiki hjá føroysku børnunum. ­ Av teimum, sum ikki vóru enskt talandi, mundu vit klára okkum best málsliga, halda Hildur og Ragnhild. Onkur úr Belgia dugdi so lítið av enskum, at eitt ann­ að belgiskt barn noyddist at vera tulkur. ­ Vit blivu bestur vinir við tey kanadisku børnini, og summi av teimum ætla sær at koma til Føroya at vitja. Tað oysti beint niður Seks fólk vilja vera stjórar Fíggjarmálaráðið hevur fingið seks umsóknir til starvið sum stjóri á Taks. Aðalstjórin Petur Alberg Lamhauge væntar, at starvið verður sett um einar tvær vikur alment starv Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Fríggjadagin var freist­ in úti at søkja starvið sum stjóri á Taks, og inn komu seks um­ sóknir. Starvið varð leyst, tí undanfarni stjóri fór frá orsakað av ósemju millum stjóran og varastjóran. Petur Alberg Lam­ hauge sigur, at ein setanarbólkur fer í gongd longu í hesi vikuni við at hyggja at umsóknunum og kalla umsøkjarar inn til samrøðu. Allir seks umsøkjar­ arnir búgva ikki í Føroyum. Væntandi tekur tað ikki meira enn 14 dag­ ar, til starvið verður sett, sigur Petur Alberg Lamhauge. Starvið sum vara­ stjóri er ikki lýst leyst, tí nýggi stjórin ræður fyri, hvussu bygnað­ urin fer at síggja út. Fyri vinkonurnar Ragnhild og Hildur var legan í Eysturríki eitt minni fyri lívi Mynd: Beinta Haraldsen Á leguni høvdu tey eisini eitt føroyakvøld. Føroysku luttakararnir vóru Andrias Poulsen, Guðrun Gaard, Hildur Poulsen, Jóhan Petersen, Magnus Joensen og Ragnhils í Haraldsstovu