mánadagur 10. august 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 10. august 2009 – Nr. 149
Í botninum tykist í løtuni
B36 at vera einasta liðið,
ið tað ber til at røkka hjá
teimum, sum eru undir
strikuni
SAMANUMTØKA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tveir triðingar av 2009 kappingar
árinum eru eftir farna vikuskiftið
lagdir aftur um bak. Hesa ferð áttu
tey fimm niðastu á støðutalvuni
heimavøll ímóti teimum fimm
ovastu. Meðan fimm tey ovastu í 17.
umfari øll vóru á heimavølli, har tey
vunnu fulla úrtøku, so hilnaðist tað
ikki so væl hjá teimum hesa ferð.
HB vann í Klaksvík, og Víkingur
vann á B36 í Gundadali. Í hinum
trimum uppgerðunum noyddust
gestirnir til hús aftur við ongum.
B68 stóð fyri fyrstu ferð síðani 26.
apríl við ongum, tá ið síðsta bríkslið
hevði ljóðað í Sørvági, NSÍ noyddist
ongul í reyv av Argjum, og EB/
Streymur megnaði ikki at reisa seg
eftir tapið mikukvøldið á heimavølli,
nú tá ið samansetta liðið fekk
nýggjan møguleika í Fuglafirði.
Stóri vinnarin hesa ferð var HB.
Oddasessurin hjá høvuðsstaðar
liðnum er eitt stig tryggari nú, enn
hann var undan 18. umfari, og tey,
sum royna at renna aftaná, eiga nú
eitt umfar minni at røkka HB í, enn
tey áttu undan hesum umfarinum.
Stóri taparin í toppinum var B68,
sum einki fekk burtur úr ímóti
botn liðnum. Undan útsetta dystin
um ímóti Víkingi síðsta mikukvøld
var møguleiki fyri, at toftamenn
skuldu taka seg væl nærri toppin
um. Tað høvdu teir, um teir høvdu
havt vunnið á heimavølli ímóti
Víkingi og á útivølli ímóti 07 Vestur.
Uppaftur størri hevði spenningurin
verðið, um tað eisini hevði havt
lagað seg soleiðis, at HB ikki vann
fulla úrtøku í Klaksvík.
Soleiðis tørnaði tað ikki út. B68
úrtøkan var eitt stig burtur úr
tveimum dystum, og HB úrtøkan
var trý stig burtur úr einum dysti.
Sjálvandi verður tað spennandi, tá
ið B68 sunnudagin fer í Gundadal
at spæla ímóti HB. Men nú er odda
sessurin hjá HB so mikið tryggur, at
hann ikki verður stórvegis hóttur,
hóast HB í síðsta triðinginum av
kappingini skuldi tapt tveir dystir
og spælt ein javnan. Og hví skuldi
oddaliðið komið í ta støðuna nú, tá
ið HB í tveimum teimum fyrstu
triðingunum av kappingimni bara
eina ferð er farið av vøllinum uttan
úrtøku?
Í løtuni er tað ikki so lítið sannlíkt,
at HB við sigri á grannunum í B36 í
23. umfari, sum verður 13. septemb
er, kann tryggja sær FM heitið.
Víkingur er næstfremst, og
saman setta liðið hjá gøtumonnum
og leirvíkingum er heilt væl fyri.
Tríggjar tær næstu ferðirnar bíða ÍF,
KÍ og 07 Vestur, áðrenn Víkingur
skal í Gundadal at vitja HB.
Sær svart út í Klaksvík
Stóru tapararnir í stríðnum at
sleppa undan niðurflyting vóru
hesa ferð KÍ og B36. Við tveimum
sigrum í fýra dagar hevur AB tikið
eitt risa stig burtur frá hóttanini av
niðurflyting, og ÍF syrgdi við heima
sigri á EB/Streymi fyri, at tað nú skal
nógv til hjá teimum niðanfyri strik
una at fáa fatur á fuglfirðingum.
Klaksvíkingar vildu so ógvuliga
fegnir vísa rætta hugburðin ímóti
HB. Støðutalvan vísir, at KÍ hevur
trupulleikar í báðum endum, og
gongdin seinastu vikuna hevur
verið staðfestin av, at tað skal meiri
til at røkka bjargingini enn at fáa
góð og kend nøvn á liðið. Todi
Jónsson hevur verið so mikið
skaddur, at honum hevur ikki borið
til at spælt tvær tær seinastu
ferðirnar, og Atli Danielsen hevur
verið meiri enn hálvskaddur.
Støðan hjá B36 minnir nógv um
hana í Klaksvík. Árstalsfelagið hevur
trý stig fleiri at taka av, enn KÍ hevur
tað. Leygardagin bendi einki á, at
B36 fer at vinna fleiri stig, og skulu
tey vinnast, so eru vánirnar ivaleyst
bestar í hesum mánaðinum. Undan
mánaðarskiftinum hevur B36 hitt
AB, ÍF, KÍ og 07 Vestur. Serligur
lykladystur verður tað, tá ið B36 23.
august fer at fáa vitjan av KÍ.
Tað eru nógv dømi um, at lið
hamskiftast, tá ið tað snýr seg um
lív ella deyð. Avrikini leygardagin
hjá AB, ÍF og 07 Vestur eru dømi um
hetta. Brekkan er serliga brøtt hjá
07 Vestur, men um tað komandi
sunnudag fer at eydnast at vinna
fulla úrtøku í Streymnesi, so fer tað
ikki at síggja heilt vónleyst út.
Um teir í KÍ og B36 ikki nú
beinan vegin finna stríðshamin
fram, so flytir annað av hesum
heiðurskrýndu feløgunum niður og
kanska bæði tvey. So hættislig er
støðan hjá teimum.
Toppurin er klárur
HB ger sítt til at eingin skal nærkast teimum, meðan klaksvíkingar tykjast at hava tað ógvuliga trupult
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Fyrsti dystur frá byrjan í eitt ár
Rógvi Jacobsen byrjaði inni fyri ÍF, tá fuglfirðingar spældu í móti EB/Streymi
leygardagin. Hetta var fyrsti dystur hansara frá byrjan í næstan eitt ár, segði
hann við Rás2 eftir dystin. – Hálvan august í fjør var seinast eg byrjaði inni,
so hetta var ótrúliga deiligt, viðgekk Rógvi Jacobsen eftir dystin. Sjálvur
gjørdi hann eisini tvey mál fyri ÍF. – Nú vil eg so royna at rinda aftur í
málum, segði Rógvi Jacobsen, sum er sera takksamur fyri, at tey í ÍF hava
verið so tolin og givið honum ta tíð tað krevst, at koma fyri seg aftur.
Fylg gongdini hjá Malsom
Sam Malsom hevur sín egna blogg á internetinum, og her ber
til at fylgja gongd hansara yviri í Íslandi. Tað skrivar heimasíðani
hjá B36. Sam Malsom hevur sjálvur vent sær til B36 og boðað
teimum frá, at tey, ið hava hug at fylgja gongd hansara í Íslandi,
og annars lesa hvat hann heldur um Ísland og Føroyar, kunnu
gera hetta á blogginum, sum er at finna á http://lesrosbifs.
wordpress.com/sammalsomblog.